Skip to main content

Eg skrivi 1

Skrivligt føroyskt til miðdeild

Høvundur :

Gunnvá Dam,

Price :

<p>88.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/4551/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Eg skrivi 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Hetta er fyrsta bók í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

Á hesari bókini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir, aftursagnir og ymiskar stuttligar uppgávur. Fyrisagnirnar eru eisini gjørdar sum innskrivingarfyrisagnir á ymiskum torleikastigi og eru í einum serstøkum hefti lagdar hjá útgávuni. Edward Fuglø hevur myndprýtt.

Á innihaldsyvirlitinum ber til at síggja, hvørjum mállæruevnum arbeitt verður við í hvørjum einstøkum parti í bókini. Vegleiðing er skrivað í hvørjari bókini sær. Á vegleiðingini verður greitt frá, hvussu høvundurin hugsar sær, at arbeiðast kann við teimum ymisku síðunum, hvussu uppgávurnar kunnu verða loystar og í einstøkum førum, hví ið uppgávurnar eru júst soleiðis gjørdar og ikki øðrvísi. Aftast í bókini eru Hugskot um spæl og uppgávur, sum væl ber til at nýta í mállæruundirvísingini á hesum aldursstiginum.

Eg skrivi 1
Eg skrivi 1