Skip to main content

Myndaorðabók

MYNDAORÐABÓKIN er ætlað børnum, ungum og vaksnum við ymiskum fortreytum. Teir ymisku partarnir í forritinum styrkja um førleikarnar innan mál og KT.

Í myndaorðabókini ber til at arbeiða við 60 ymiskum síðum við teksti, mynd og ljóði. Á hvørjari síðu eru 12 ymisk sløg av uppgávum.

Fjølbroyttu verkevnini hóska væl til frálæruna í føroyskum og byrjanarfrálæruna í fremmandamáli. Við at arbeiða við teim ymsu verkevnunum økist orðatilfeingi samstundis, sum úttala, stavseting og málbering verða styrkt. Upplesturin av teimum 600 orðunum við setningum á ávikavist føroyskum, donskum, íslendskum, enskum, týskum og fronskum gevur frálæruni ein veruligan dám.

MYNDAORÐABÓKIN kann verða nýtt á ymsum torleikastigum og upp á ymsar mátar. Her eru ymisk sløg av uppgávum, sum venja bæði eyga, oyra og lesi- og skriviførleikar. Her eru fleiri uppgávu møguleikar at velja ímillum.

Við at arbeiða við ymsu uppgávusløgunum, sum eru at finna í forritinum, mennist orðatilfeingið hjá næmingunum, eins og teir verða kringari at stava og málbera seg.

Forritið er vælegnað í byrjanarundirvísingini í føroyskum. Eisini er tað vælegnað í innleiðandi undirvísingini í fremmandamáli, tí forritið gevur næmingunum møguleika at hoyra orð og setningar á viðkomandi máli.


Tak niður forritið við at klikkja á knøttin omanfyri. Tá kemur fram rútur, har biðið verður um at goyma fíluna á t.d. skriviborðinum.

Tá fílan er innkomin, skalt tú klikkja á hana og so fer innlesingarforritið í gongd. 

Góða eyndu

(Forritið er tíverri ikki tókt til Apple teldur)

 

Tak niður!