Skip to main content

Vitlíki í barnahædd

Hvat er Vitlíki?

Soleiðis lýsir kjattmennið í Bing 'Vitlíki'

  1. Vitlíki er tá ið teldur kunnu hugsa og læra sum fólk.
  2. Teldur brúka vitlíki til at gera ting, sum fólk gera, sum at tosa, koyra, hyggja og leita.
  3. Vitlíki er eitt amboð, sum hjálpir okkum á nógvum háttum.
  4. Vitlíki er týdningarmikið at læra, tí tað er partur av okkara framtíð.

Vitlíkisbottar

Bing Chat with GPT-4

ChatGPT

Image Creator from Microsoft Bing
(Krevur persónligt hald)

 

Vitlíki

Menniskjað hevur altíð verið hugtikið av maskinum og er tað enn. Onkuntíð hava vit verið bangin fyri maskinum, tí tær kundu gera okkum arbeiðsleys og taka ræðið á øllum.

Í fyrstuni dugdu bara prestar at lesa í hondskrivaðum bókum. So kom prentkynstrið og gav okkum prentaðar bøkur á okkara egna máli. Í 1865 fór ein av kendastu høvundum, Jules Verne, at skriva um mánaferðir. Fólk undraðust, tí tað høvdu tey ikki lisið um fyrr.

Eftir seinna Veraldarbardaga vóru fólk bangin fyri, hvussu milliónir av fólki kundu ganga í takt og gera tað, sum tey vistu, var skeivt. Akkurát sum at happa í skúlagarðinum.

Kanska var tað tí, at George Orwell akkurát tá skrivaði framtíðarsøguna 1984. Í søguni er tað ein óður einaræðisharri, sum sær og bestemmar alt, sum fer fram millum fólk.

Men so kemur ein onnur maskina inn í søgukynstrið. Tað er teldan. Ein søga um eina stóra teldu verður í 1968 gjørd til ein film um eina ferð langt út í rúmdina. Heitið á filminum er” 2001: A Space Odyssey” og umborð er ein telda. Hon fær navnið HAL 9000, og er sett til at røkja allar tøkniligar uppgávur umborð. Sum frá líður fær teldan menniskjansligar eginleikar, tí tað hevur hon lært seg við at hyggja og lurta eftir fólkunum umborð. Teldan verður eitt menniskja við makt og innliti, sum bara veksur.

Síðani hava vit fingið teldur í mesta partinum av Heiminum. Vit hava eisini fingið internet, sum kann knýta teldurnar saman og geva okkum innlit í størri bøkur, enn nakar hevur lisið í. Men uttan at vit vita tað, verður hetta innlit avmarkað og stýrt av øðrum enn okkum sjálvum.

Nýggjasta er, at vit kunnu sleppa at nýta vitlíki, tá vit leita á netinum. Vitlíki er ein maskina við menniskjansligum eginleikum, sum vit kunnu samskifta við á tí máli vit velja. Umframt tekst kunnu vit eisini brúka myndir. Eftir egnum ynski og førleika kunnu vit laga til tann tekst, ella tær myndir, vit hava.

Hevur tú teldu, gott netsamband og góðan skúla, er hetta stuttligt at spæla sær við. Men hevur tú einki av teimum trimum nevndu, verður gjógvin millum tey, sum vita nógv og tey, sum vit lítið, størri og størri.

Tað kunnu vit spyrja chatGPT ella Bing um.

Nú er at byrjað! 

 

Keldukritiskar avbjóðingar við vitlíkisbottum

 

Vitlíkisbottar sum ChatGPT hugsa ikki sjálvir, men framleiða tekstir við støði í tilfari, teir finna á netinum. Tó ber ikki til at síggja, hvørjar tekstir bottarnir brúka, og hetta er ein keldukritisk avbjóðing.

Til ber at spyrja, hví vit skulu læra alt møguligt í skúlanum, um bottarnir kunnu geva okkum svar betri og skjótari. Soleiðis varð eisini hugsað, tá leiti- og umsetingarsíður gjørdust hvørsmansogn, men kjattbottarnir skapa nakrar avbjóðingar, ið eru munandi størri. Teir kunnu skriva tekstir við høgari góðsku upp á stutta tíð, og vandin er, at næmingar og onnur velja at lata bottin skriva uppgávur fyri seg.

Hetta er, sum vera man, snýt, men ikki avskriving. Teksturin er ikki tikin frá nøkrum øðrum, men er upprunatekstur skrivaðir av bottinum. Í staðin fyri at hugsa, setir botturin tekstir saman við støði í sannlíkisrokning. Munurin er, at bottarnir ikki hava kritisk metingarevni, sum vit menniskju hava.

At leypa upp um, har garðurin er lægstur, er sera menniskjaligt, og man kann grundgeva fyri, at leti er orsøkin til nógvar snildar uppfinningar. Tað er ein lætti at sleppa undan at vaska klæði, vaska upp o.s.fr. Men við kjattbottunum er avbjóðingin ein onnur. Skriva næmingar ikki sjálvir sínar uppgávur, læra teir ikki tað, teir skulu. Váðin er, at vit fáa næmingar, ið lata inn frálíkar uppgávur, men hava innlært lítið av vitan. Mest sum øll vitanin kemur í staðin uttanífrá. Hetta undirgrevur metingarevnini. Sostatt er trupulleikin ikki bert snýtið í sær sjálvum, men at vit fáa framtíðar-borgarar, ið ikki megna at vera kritiskir, herundir keldukritiskir.

Sagt fýrakantað kann nýtslan av kjattbottum gera okkum menniskju so óvitandi, at vit noyðast at slúka alt rátt, ið bottarnir siga okkum. Eftirsum vitan er vald, merkir hetta, at vitlíkið tá hevur fingið vald á okkum menniskjum.

Keldukritikkur er ein týðandi partur av fleiri lærugreinum, eisini samfelagsfrøði. Fyri at fáa eina nøktandi fatan av einari samfelagsligari hending, mugu vit seta spurnatekin við keldurnar, tá vit lesa ein tekst ella frætta tíðindi. Er keldan ikki nøktandi, eiga vit at vera ivasom um tíðindini og brúka keldukritiska kekklistan til at meta um góðskuna av tekstinum. Serliga í krígstíðum kann vera torført at vita, hvat er satt, tí stríðandi partar senda ofta mótsigandi tíðindi út um somu hendingar. Hvør veit, hvat eru sonn tíðindi, og hvat er propaganda? Neyðugt er at meta keldukritiskt um tíðindini heldur enn at slúka alt rátt.

Hetta ber ikki til, um teksturin er skrivaður av einum kjattbotti. Bottar eru ikki leitimaskinur, ið vísa okkum ymiskar keldur, ið vit kunnu eftirkanna. Kjattbottar byggja á málmodell, ið seta saman nýggjan tekst út frá sannlíkindum. Teir brúka sostatt sera nógvar tekstir til at rokna hesi sannlíkindi, ikki ávísar keldur. Kjattbotturin fær ein fyrispurning (prompt) frá einum brúkara og roknar seg út frá hesum fram til, hvat eitt hóskandi svar er. Ein næmingur kann t.d. kopiera eina uppgávuorðing inn í ChatGPT, ið síðani skrivar ein sannlíkindisgrundaðan tekst út frá fyrispurninginum.

Trupulleikin er, at botturin eingi metingarevni hevur og tí kann finna upp á at skriva ymiskt, ið er heilt ella lutvíst ósatt. T.d. kann botturin svara upp á fyrispurning, at Bárður á Steig Nielsen er løgmaður Føroya; hetta tí at hann hevur sæð hetta navnið sett í samband við orðið ”løgmann” so ofta, at hann roknar seg fram til, at Bárður sannlíkt er løgmaður.