Almennar útgávur
Búgvin til prutl
Búgvin til prutl er partur av frálærutilfarinum til koyrikort til lítið prutl, sum Akstovan og Nám í felag geva út.
Heftið fevnir um vandar og avleiðingar, útgerðina á prutli, at duga at koyra, ferðslureglur og hvussu tú fyriheldur teg í ferðsluni á ymiskum vegum og…
Føroyingasøga hevur eitt heilt serligt pláss í føroyskari mentanarsøgu. Teksturin varð fyrstu ferð týddur til føroyskt í 1832, og síðani eru fleiri týðingar og fleiri útgávur komnar av søguni.
Heimskortið ‘Heimurin’ (Nám 2014) er eitt politiskt veggjakort, sum er í stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). Kortið er umsett úr enskum.
Á kortinum eru øll staðarnøvn, lond og landafrøðilig fyribrigdi, so sum havleiðir, umsett, so framsetingin er hugsað…
Heimskortið ‘Heimurin’ (Nám 2014) er eitt politiskt veggjakort, sum er í stødd 1:22 000 000 (1015 x 1380mm). Kortið er umsett úr enskum.
Á kortinum eru øll staðarnøvn, lond og landafrøðilig fyribrigdi, so sum havleiðir, umsett, so framsetingin er hugsað…
Atlas til heim og skúla vendir sær til húskið og skúlaverkið í Føroyum. Atlas til heim og skúla tekur støði í ensku útgávuni Collins Student World Atlas, sum Erla Olsen hevur týtt til føroyskt.
Umframt landakort eru eisini gjørd…
Føroyakort
Føroyakortið, sum er í stødd 1:100 000 (120x80 cm), er teknað í Føroyum. Á Føroyakortinum eru fleiri enn 1700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent.
Umhvørvisstovan dagførir Føroyakortið fyri Nám. Skrivast kann á kortið, ið er laminerað og kann brúkast sum…
Fysiologi
Bókin er býtt upp í fýra høvuðspartar.
Fyrsti partur er um grundleggjandi anatomi, har rørslukervið verður gjøgnumgingið í høvuðsheitum.
Annar partur er ein gjøgnumgongd av grundleggjandi fysiologi og arbeiðsfysiologi. Hesir báðir partarnir eru ástøðiliga…
Rúmdin sigur livandi frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar.
Við tryggum penni, og fotomyndum og tekningum í hópatali, leiðir høvundurin okkum eftir nógvum rókum í…
Uppgávuhefti knýtir seg at Teoribókini til persónbil, Bólk B og fevnir um 37 síðir við uppgávum og svarlista. Uppgávurnar eru skipaðar soleiðis, at næmingurin skal velja rætta svarið og í nøkrum førum svara í stuttum setningum.
Við Teoribókini og Uppgávuheftinum fær…
Bókin er ætlað fólki, ið taka teoriroyndina til koyrikortið. Harumframt er hon eisini ein handbók til allar bilførarar. Hon inniheldur umfatandi kunning á øllum viðkomandi økjum. Sum dømi kunnu nevnast útgerð og eginleikar í bilum, ferðsluviðurskifti, venjingar, vandar og…
Rura
RURA er um børn, sum hava linan kropp, orka illa og eru óstortslig og klombrut. Annars heilt vanlig børn við góðum skili og evnum, men sera truplum gerandisdegi í skúla og spæli.
Í hesari bókini verður nomið við tey og gerandisdag teirra við tí kropsligu menningini í…
Veðurlagsbroytingar
Veðurlagið á jørðini er farið at broytast. Jørðin er hitnað, og vit vita nú við stórari vissu, at tað er av mannaávum. Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veðurlags¬broytingarnar fara at halda fram og versna í komandi tíðum. Hesar broytingar stava frá tí, at vit…
Føroysk Bókmentasøga sigur frá bókmentum, sum føroyingar hava skrivað, og sum eru skrivaðar í Føroyum á føroyskum og donskum. Fyrsta bind røkkur frá víkingaøld til aldamótið 1900 og er skift í fimm partar, miðøld, skynsemisøld, upplýsingarøld, romantikkur og…
Firvaldar
Í bókini, sum lýsir allar 155 firvaldar, sum eru sæddir í Føroyum, er ein inngangur, har greitt verður alment frá firvaldum. Firvaldar hava fullfíggjaða umskapan frá eggi til ormveru, frá ormveru til reivveru og frá reivveru aftur til fullbornan firvald. Í innganginum verður…
Lundafleyg
Bókin er eitt kærkomið siðsøguligt íkast til tað, sum er skjalfest um aldargamla føroyska veiðimentan. Við dømum úr fleygasiðvenju í Nólsoy lýsir hon føroyskt lundafleyg og tær umstøður. sum hava valdað í hundraðtals ár. Bókin viðger:
Lundan
Týdningin, sum fuglurin…
Fiskaskipanin
Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum eygum.
Bókin er ætlað undirvísingini í miðnámskúlunum og á Fróðskaparsetrinum og annars…
Fiskar undir Føroyum snýr seg um, hvørji fiskasløg eru við Føroyar, teirra føroyska navn og teirra vísindaliga navn, og eisini eru nøvnini, sum nøkur av grannalondunum brúka um ávísa fiskin, við í bókini. Mynd er av hvørjum fiskaslag, og sagt er frá um teirra útsjónd, hvussu…
Bókin er um fuglin í Føroyum, Áslandi, Hetlandi, Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjunum (Hebridunum). Hon er handbók, sum er ætlað at hava hjá sær at greina fugl eftir. Nøvnini á teimum fuglunum, sum eru sæddir í Norðuratlantshavi, 466 í tali, eru dagførd at 1. juni 1990. Einar 500…
Bókarverkið Havið eftir Boga Hansen, havfrøðing, snýr seg um heimshøvini, men fyrst og fremst um tær føroysku havleiðirnar og nemur við samanhang millum hav, lív og dálking. Á Føroyum, her sum vit øll eru so nær knýtt at sjónum og liva av sjónum – í framtíðini kanska eisini…
Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar.
Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir,…
Tú alfagra land mítt
Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar um tjóðsangin í 100 ár. Tilfarið er einans teldutøkt og pdf.-fílan kann takast niður her.
Grót og steinar í Føroyum
Myndatalvan Grót og steinar í Føroyum er gjørd í samstarvi við Jarðfeingi. Við lýsandi myndum vísir hon tey vanligastu grót- og steinsløgini í Føroyum. Høvuðsbólkarnir eru: Basalt, kvartssteinar, soðsteinar, kol og legugrýti.
Myndatalvan er 52 x 76 cm til støddar.
Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á føroyska partin, har føroyski basaltháslættin verður lýstur við niðastu basaltfláum, kolalind, gosmyrju, miðfláum, ovastu basaltfláum og innskotum við gongum, óregluligum…
Søgualfrøðin lýsir heimssøguna frá byrjan til okkara dagar. Bókin er býtt sundur í fimm øki: Afrika, Ásia, Evropa, Amerika og so Avstralia og Kyrrahavsoyggjar.
Aftast í bókini er sjálvstøðugt yvirlit yvir søgu Føroya. Kári Jespersen, cand. mag. í søgu, hevur verið…
Bókin er á høgum fakligum støði, og tilfarið er grundað á viðurkend granskingarúrslit, ið eru fingin til vega í altjóða høpi og í Føroyum. Bókin hevur fastan bygnað, so tað er lætt hjá lesaranum at finna upplýsingar, leita og samanbera í tekstunum. Myndateksturin er so…
Frumsagnir
Orðið frumsøgn er úr grikska orðinum Mythos og kann merkja frásøgn, orð ella ætlan. Allar frumsagnir lýsa fyrst, hvussu heimurin var til. Sagnirnar í hesari bókini eru bara ein lítil partur av gudasøgunum í heiminum, og meira er gjørt burturúr hjá summum fólkasløgum, kanska…
Heimsins lond
Bókin er býtt sundur í heimspartar. Fyrst í hvørjum parti er eitt kort, ið vísir allan heimspartin og eisini síður, ið lýsa fólkini, har búgva. Hvørt landið ella landabólkur hevur so serstakt kort, sum vísir býir, áir, fjøll o.a. týdningarmikið.
Eisini eru…
Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað sum undirvísingarmiðil í skúlunum. Á floruni eru plantuættirnar, plantuskipanin,…
Føroyskar plantur í litum
Bókin viðger føroyskan gróður og plantuvøkstur. Fyrst verður stutt sagt frá um gróðurin, síðani verður plantugróðurin viðgjørdur, og at enda verður skrivað um plantuættirnar í teksti. Aftast í bókini eru listar við plantunøvnunum á føroyskum, donskum og á latíni.
Føroya søga 1
Á fyrsta bindi av Føroya søgu, ið ber undirheitið Norðurlond og Føroyar, verður roynt at koma inn í søgu okkara, og spurningarnir, sum viðgjørdir verða, eru t.d.: Hvussu varð Føroya land til? Hvussu komu norðbúgvar inn í almenna evropeiska søgu? Hvussu ávirkaði náttúran umstøður…