Skip to main content

Bókaheildin Finka fevnir um 5 bøkur, eina lesibók, tvær arbeiðsbøkur, eina ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við einum ástøðisparti og einum vegleiðingarparti.

Høvuðseyðkenni við Finku er,at arbeitt verður miðvíst og tilvitað við lesisnildum - bæði avkodingarsnildum og fatanarsnildum. Næmingarnir verða gjørdir tilvitaðir um snildirnar og verða undirvístir í at brúka tær alla tíðina eftir tørvi. Snildirnar eru sjónligar í næmingabókini. Hetta er gjørt við ímyndum, sum vísa, hvussu tey skulu brúka eygu, fingrar og munn, meðan tey lesa og lurta. 

Arbeiðsbók 1 og 2 eru knýttar beinleiðis at lesibókini. Í arbeiðsbókini verður allatíðina víst til síðutølini í lesibókini, so tað er greitt hjá næmingunum, hvørjar søgur ella annað,
uppgávurnar eru til. 

Ljóð- og mállærubókin er ikki beinleiðis knýtt at lesibókini, men tað er samsvar ímillum allar bøkurnar. Tey arbeiða við teimum ljóðum og tí mállæru, sum eru í lesibókini. 
 

Bókaheild

  • Finka - Ljóð- og mállæra

    Finka - Ljóð- og mállæra

    Føroyskt til annan flokk

    Ljóð- og mállærubók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

    Ljóð- og mállæran arbeiðir eisini saman við lesibókini, men hevur ikki tilvísingar til lesibókina. Í ljóð- og mállærubókini eru ljóð- og mállæruuppgávur.



  • Finka - Arbeiðsbók 2

    Finka - Arbeiðsbók 2

    Føroyskt til annan flokk

    Arbeiðsbók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

    Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt saman við lesibókini, tilvísingar til lesibókina eru á hvørjari síðu. Í arbeiðsbókunum eru mállæru-, rættskrivingar- og lesifatanaruppgávur.

  • Finka - Arbeiðsbók 1

    Finka - Arbeiðsbók 1

    Føroyskt til annan flokk

    Arbeiðsbók til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

    Arbeiðisbøkurnar arbeiða tætt saman við lesibókini, tilvísingar til lesibókina eru á hvørjari síðu. Í arbeiðsbókunum eru mállæru-, rættskrivingar- og lesifatanaruppgávur.


  • Finka - Læraravegleiðing

    Finka - Læraravegleiðing

    Føroyskt til annan flokk

    Læraravegleiðing til útgávuna "Finka - føroyskt til annan flokk".

  • Finka - Næmingabók

    Finka - Næmingabók

    Føroyskt til annan flokk

    Finka er móðurmálstilfar til annan flokk. Høvuðseyðkenni við Finku er, at arbeitt verður miðvíst og tilvitað við lesisnildum -…

  • 1