Týskt
Snarvegir
Orðabøkur
Útgávur
Myndaorðabók
ForritMYNDAORÐABÓKIN er ætlað børnum, ungum og vaksnum við ymiskum fortreytum. Teir ymisku partarnir í forritinum styrkja um førleikarnar innan mál og KT.
Í myndaorðabókini ber til at arbeiða við 60 ymiskum síðum við teksti, mynd og ljóði. Á hvørjari síðu eru 12 ymisk…
Lexin - Myndatema
Samvirkin netútgávaLexin myndatema er fleirmálsligt netforrit við samvirknum ljóð- og myndaorðabókatilfari, sum er ætlað at stuðla undir innlæringina í føroyskum hjá fólki við øðrum móðurmáli.
Lexin er eisini hent hjá føroyingum, sum vilja læra seg okkurt av útlendsku málunum í…
Týska Mállæruhjólið er ætlað øllum næmingum, sum læra týskt
Útgávan er eitt trífaldað hjól. Ætlanin við útgávuni er at geva næmingum upplýsingar um týska mállæru at hava við hondina. Hetta er ein praktisk loysn, sum lættir munandi um skrivliga arbeiði, nú tað…
Týskt 2
Skrivligt týskt til framhaldsdeildFramhald av Týskt 1 - eisini til 8. flokk. Leggur seg serliga eftir veikt bendum sagnorðum í tíðum og bundnum navnorðum í føllum, umframt at klokkan, tølini, dagar, mánaðir og árstíðir eisini verða viðgjørd. Bókin leggur seg eftir fjølbroytni innan uppgávusløg.
Týskt 1
Skrivligt týskt til framhaldsdeildTýskt 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt týskt til 8. flokk. Týskt 1 er uppgávubók til byrjanarundirvísing í týskum og er ætlað til fyrru hálvu av 8. flokki.
Í bókini eru grundleggjandi mállæruvenjingar í týskum, har dentur verður lagdur á navnorð úr…
Hetta heftið er ætlað teimum, sum hava fingið eina grundleggjandi undirvísing í týskum. Tað kann verða brúkt í 10. flokki fólkaskúlans, í miðnámsskúlunum og sum sjálvlestur hjá teimum, ið vilja duga betur týskt mál.
Her verða tey mest umráðandi økini í týskari mállæru…
Hetta er ein nýggj og økt útgáva av tí grundleggjandi undirvísingarbókini eftir André Niclasen lærara, sum er ætlað næmingum, ið hava ongan ella næstan ongan forkunnleika í týskum. Hon er tí væl hóskandi til byrjanarundirvísingina í týskum í fólkaskúlanum fyrst og fremst, men…