Skip to main content

Eg skrivi 4

Skrivligt føroyskt til miðdeild

Høvundur :

Gunnvá Dam,

Price :

<p>88.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/4891/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Hetta er fjórða bókin í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

Í hesari bókarøðini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir, aftursagnir og ymsar stuttligar uppgávur. Fyrisagnirnar eru eisini gjørdar sum innskrivingarfyrisagnir á tvinnanda torleikastigum og eru í einum serstøkum hefti lagdar hjá útgávuni.

Vegleiðing er í hvørjari bókini sær. Í vegleiðingini verður greitt frá, hvussu høvundurin hugsar sær, at arbeiðast kann við teimum ymsu síðunum. Endamálið við EG SKRIVI-heftunum er at stuðla og eggja næmingunum til at kunna seg væl og virðiliga um tað føroyska málið, so tað fellur teimum lætt og raðið at orðbera seg á góðum og tíðarbærum máli, bæði í talu og í skrift.

Eg skrivi 4
Eg skrivi 4