Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

08.01.2024

Í sambandið við at hondbóltsmenninir í januar skulu spæla í EM-endaspælið í Berlin, hevur Snar gjørt undirvísingargongdir um Berlin og hondbólt.

Les meira
28.12.2023

Hendan gjøgnumgongdin av føroyskari hondbóltssøgu er verd at taka fram, nú okkara manslandslið skal spæla EM-endapæl í Týsklandi. Fleiri túsund føroyingar fara til Berlin og herheima fara øllum eygu at venda móti Berlin.

 

Les meira
20.12.2023

Nú Sandoyartunnilin letur upp, hevur Snar gjørt uppgávur um tunnilin, og hvønn týdning hann hevur fyri Sandoynna og føroyska samfelagið sum heild. Uppgávur eru til fólkaskúla og miðnám.

Les meira
11.05.2023

Nú summar er í hondum, er góður møguleiki at fara gongutúr við skúlaflokkinum til støð, sum koma fyri í sagnum.

Les meira
07.10.2022

Snar hevur gjørt eina røð av arbeiðsspurningum til hádeild í samfelagsfrøði um kreppuna, sum tók seg upp í Føroyum fyri 30 árum síðan.

Les meira
25.02.2022

Undirvísingartilfar um kríggið, sum er brostið á, nú Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Hvussu fer Vesturheimurin at svara aftur? Og hvussu ávirkar kríggið Føroyar?

Les meira
31.01.2022

Seinastu tíðina hava vit hoyrt nógv um, at Russland møguliga fer at loypa á Ukraina

Her er undirvísingartilfar um trygdarkreppuna í Ukraina – við Ukraina og NATO øðrumegin og Russlandi hinumegin.

Arbeiðsuppgávur eru til ymisku brotini.

 

Les meira
16.06.2021

Undirvísingargongd í keldukritikki við holocaust sum evni.

Undirvísingargongdin er ætlað at brúka í lærugreinunum Søgu og samtíð og Samfelagsfrøði.

Les meira
11.06.2021

Temasíðan um Holocaust verður støðugt dagførd við nýggjum tilfari.

Les meira
22.03.2021

Málráðið skipar í morgun kl. 11 fyri spurnarkapping um móðurmálið á Kahoot. Kappingin er fyri 7. - 10. flokk. Kl. 12.00 verður ein kapping fyri øll. Barnaútvarpið í morgun var eisini um móðurmálsdagin.

Les meira
05.02.2021

Her verður greitt frá, hvat koppseting er, søguliga og nú í tíðini. Eisini verður greitt frá um farsóttir, sum hava verið í Føroyum gjøgnum tíðirnar.

Les meira
06.01.2021

Undirvísingargongd um trettanda dag, sum er í dag 6. januar. Í undirvísingargongdini eru tekstur og nakrir spurningar at tosa um.

Les meira
08.12.2020

Flesjarnar, sum eru í Tangafirði beint við Eysturoyartunlinum, eru lýstar í Bygdasøgunum av Nesi, sum Helgi Jacobsen savnaði og skrivaði í 2017.

Les meira
07.12.2020

Eysturoyartunnilin er liðugur og komin á føroyakortið. Her er ein undirvísingargongd til næmingar í miðdeild í fólkaskúlanum.

Les meira