Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Móðurmálsdagur í Barnaútvarpinum og Kahoot-kapping um móðurmálið

22.03.2021

Málráðið skipar í morgun kl. 11 fyri spurnarkapping um móðurmálið á Kahoot. Kappingin er fyri 7. - 10. flokk. Kl. 12.00 verður ein kapping fyri øll. Barnaútvarpið í morgun var eisini um móðurmálsdagin.

 

25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs og móðurmálsdagur. Nógv verður gjørt burturúr.

 

Kahoot-kapping um móðurmálið

Í sambandi við móðurmálsdagin í dag skipar Málráðið í morgun kl. 11.00 fyri spurnarkapping fyri 7. - 10. flokki á Kahoot. Eisini er ein kapping fyri almenningin kl. 12.00.

Málráðið skrivar soleiðis á vanganum á Facebook

"Góðu føroyingar, í morgin er móðurmálsdagur, og Málráðið og Føroyar lesa skipa fyri spurnarkapping á appini Kahoot!

Kl. 11 verður kapping fyri næmingunum í 7.-10. flokki, og kl. 12 eru øll vælkomin at spæla við!

Tak appina niður á telefonina og rita teg inn við PIN-nummarinum, sum verður tøkt á síðunum hjá Málráðnum og Føroyum lesa á Facebook í nakrar minuttir, áðrenn kappingin fer av bakkastokki.

Vinningarnir eru frálíkir bókapakkar frá føroysku forløgunum Bókadeild Føroya Lærarafelags, Forlagnum Eksil og Sprotanum!"

 

Hammershaimb í Barnaútvarpinum

Barnaútvarpið tosaði í morgun við søgufrøðingin Erling Isholm um V.U. Hammershaimb og móðurmálið.

Lurta eftir Barnaútvarpinum um V.U. Hammershaimb

 

Morgunsending um móðurmálsdagin

Eisini er morgunsendingin í morgun um móðurmálsdagin.

Lurta eftir útvarpinum beinleiðis her

 

Tema um móðurmálið

Á Snar er tema um móðurmálið