Skip to main content

Worlds of English

Høvundur :

Anne Mette Finderup, Agnete Fog,

Worlds of English er tekstasavn hóskandi frá C stigi. Gjøgnum fagrar bókmentir, yrkingar, leik og yrkisbókmentir lýsir savnið málsligu menningargongdina frá fornenskum til alheimsenskt umframt framgongdina av ensktmæltum mentanum frá byrjan fram til dagin í dag.

Savnið fevnir um:

- Language and Culture – um menningina av enska málinum frá fornenskum til alheimsenskt

- The UK – bretskar bókmentir frá Rule Britannia og James Thomson til yrkingar hjá John Agard

- The USA – amerikansk mentan og bókmentir frá niðurseturtíðini og Emerson til Britney Spears og Barack Obama

- Being Global – tekstir úr m.a. Afrika, India og Avstralia um fjølmentanar- og alheimssamleika

Umframt tekstir fevnir savnið um Tool Box, ljóðfílur við upplestri, samrøður á filmi, samvirknar umframt aðrar uppgávur, myndir og orðafrágreiðingar á enskum umframt á føroyskum.

Bókin er tøk í talgilda sBókahandlinum: https://shop.systime.dk/fo/

Til ber at keypa trý ymisk hald til Worlds of English. Tríggir mánaðir kosta 38 krónur, tvey ár kosta 68 krónur og trý ár kosta 88 krónur.

Worlds of English vann BELMA virðislønina (Best European Learning Material Award) í 2013. Bókin er síðan víðkað og dagført sum sBók við m.a. evnum, sum viðgera aktuellar spurdómar í sambandi við Donald Trump sum forseta í USA og Brexit í Bretlandi.

sBókin kann keypast her.

Worlds of English
Worlds of English