Skip to main content

Stutt mállæra

Høvundur :

Harry Davidsen, Anna Maria Reinert Jensen,

Price :

<p>118.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/4886/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Bókin er fyrst og fremst ætlað at stuðla næmingunum í føroyskari rættskriving, serliga í 8. og 9. flokki. Høvundarnir hava lagt seg eftir at hava alt tað við, sum lesiætlanin krevur av 9. flokki, og sum hevur týdning fyri rættskrivingina.

Høvuðspartarnir í bókini eru ljóðlæra, bendingarlæra, orðalagslæra og teknseting.

Grafikstudio hevur gjørt sats, uppseting og permu. Bókin er í litum, og rættiliga nógv er gjørt burturúr at fáa eina greiða uppseting. Til bókina verða gjørd tvey uppgávuhefti, annað til 8. flokk og hitt til 9. flokk. Heftið til 8. flokk kemur út í august, og tað til 9. flokk seinni í skúlaárinum. Harafturat verða uppgávur til mállæruna eisini lagdar út á heimasíðu grunsins. Stutt mállæra kann sjálvandi eisini vera hent hjá teimum, sum vilja læra seg at skriva rætt.

Stutt mállæra
Stutt mállæra
  • 118.00 kr.

    Keyp útgávuna