Skip to main content

Rúmdin - almenn stjørnufrøði

Høvundur :

Pól Jespersen,

Price :

<p>398.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/7036/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Rúmdin sigur livandi frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar.

Við tryggum penni, og fotomyndum og tekningum í hópatali, leiðir høvundurin okkum eftir nógvum rókum í stjørnufrøðini seinastu 25 øldirnar. Umframt at greiða frá teimum vanligu stjørnufrøðifyribrigdunum viðger bókin eisini orsakir til ístíðir á jørðini og lívsvánir í rúmdini. Aftast í bókini er vegleiðing til teirra, sum hava hug at læra seg nakrar kendar stjørnumyndir og at finna veg á himmalhválvinum. Eisini er listi við frágreiðing um serstøk frøðiorð.

Vit fáa innlit í, at frøðin um himmalrúmdina eisini fevnir um jarðbundin viðurskifti sum svik, treiskni, agg og persónliga forfylging. Við teimum nógvu persónsupplýsingunum fáa vit sett andlit á tey, sum gingu undan og eiga leiklut í søguni um rúmdina.

Bókin er skipað við frágreiðandi høvuðsteksti, sum verður stuðlaður av upplýsingum, sum eru settar inn sum brot, ið eisini kunnu verða lisin fyri seg. Til dømis verður eitt stjørnufrøðiligt fyribrigdi í føroyskari søgn tikið fram. Hesin parturin fevnir eisini um kalendarar, yvirlit yvir gongustjørnur, skorsteinar í djúphavinum og mangt annað forvitnisligt.

Rúmdin er bók, sum fevnir breitt og er í fleiri løgum. Lesarin kann gleða seg at verða førdur inn í ein spennandi heim við einum framúr frásøgumanni sum ferðaleiðara.

Rúmdin - almenn stjørnufrøði
Rúmdin - almenn stjørnufrøði
  • 398.00 kr.

    Keyp útgávuna