Skip to main content

Náttúrusøga. Dýr og plantur

Høvundur :

Theodor Hansen,

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur   

Bókin er ætlað sum ein hent bók hjá teimum, sum vilja vita meira um tey einstøku dýrini og tær einstøku planturnar í Føroyum. Greitt verður frá, hvussu dýr og plantur liva, og hvar tey eru. Størri dentur verður lagdur á at lýsa tey einstøku dýrini og planturnar, heldur enn vistfrøðina.

Náttúrusøga. Dýr og plantur er ein ískoytisbók at taka til hjá lærarum og næmingum, sum sjálvir skulu finna sær tilfar fram. Bókin hevur eitt greitt og væl skipað innihaldsyvirlit, og aftast er eitt drúgt leitorðayvirlit. Ongar myndir eru tó í bókini.

Bókin byggir á tær tríggjar gomlu dýralærurnar. Men um tað mundið, tá ið hetta handritið var skrivað, vórðu lærugreinir sum lívfrøði grundleggjandi umskipaðar og gjørdust partur av nýggjari lærugrein, ið fekk navnið Náttúra og tøkni, og Skúlabókagrunnurin fór sum ein avleiðing av hesum undir útgávu av ikki bara høvuðsverkunum Náttúra og tøkni 1, 2 og 3, men eisini hópin av fjølbroyttum ískoytistilfari til nýggju lærugreinina. Okkum vantar enn tilfar um føroysku náttúruna, eisini á ymsum torleikastigum. Vónandi kann henda bókin vera eitt íkast.

Náttúrusøga. Dýr og plantur
Náttúrusøga. Dýr og plantur