Skip to main content

Mandy on holiday - Lærarabók

Lærarabók

Høvundur :

Una Poulsen,

Price :

<p>598.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5137/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Mandy on holiday. Lærarabókin er ætlað sum uppskot og hugskot til lærarar, um hvussu teir kunnu skipa sína undirvísing. Bókin viðger teir einstøku partarnar í lesibókini. Aftast í bókini eru uppskot um spøl. Lærarar velja tað burturúr, ið hóskar til teirra undirvísing.

Lærarabókin verður í fyrstu syftu ikki prentað, men koyrd í mappu og eisini løgd á heimasíðu grunsins, tí hon hevur ikki verið roynd í skúlunum enn. Tað er tí umráðandi at fáa viðmerkingar og uppskot um ábøtur frá lærarunum, sum royna bókina í undirvísingini. Hetta krevst fyri at menna undirvísingartilfarið.

Avritssíður eru til bókina. Tær verða lagdar út á heimasíðuna, og verða at finna í vinstra teigi á hesari síðuni, men eisini undir teldutøkum tilfari. Ætlanin er eisini frameftir at leggja ymist teldutøkt tilfar til enskundirvísingina út á heimasíðu grunsins, so hvørt hetta verður gjørt, og tí verður heitt á lærarar um at kunna seg á heimasíðuni um gongdina.
Mandy on holiday - Lærarabók
Mandy on holiday - Lærarabók