Skip to main content

Fiskaskipanin

lýst við dømum við fiskinum á Føroyabanka

Høvundur :

Eyðfinn Magnussen,

Price :

<p>148.00 kr.&nbsp;</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5688/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna&nbsp;</a></p>

Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum eygum.

Bókin er ætlað undirvísingini í miðnámskúlunum og á Fróðskaparsetrinum og annars øllum, ið hava áhuga fyri fiski.

Bókin byrjar við at geva eina almenna lýsing av fiski, og hvussu nógv fiskasløg vit kenna í dag. Síðani verður greitt frá útsjóndini á fiski og nøkrum grundleggjandi hugtøkum um fisk. Greitt verður í stuttum frá vistskipanini á Føroyabanka og fiskinum, sum heldur til á Bankanum. Eftir hetta verður farið at greiða frá djóraskipanini, og hvussu fiskur og aðrar livandi verur verða bólkaðar við støði í felags eyðkennum. At enda verður tikið saman um eyðkennini hjá fiskunum, sum eru umrøddir í bókini. Bókin lýsir skilnaðin ímillum tey ymisku fiskasløgini og hugt verður eftir innaru og uttaru eyðkennunum, við denti lagdur á tey uttaru eyðkennini; eyðkenni, ið síggjast við berum eygum. Bókin er ætlað undirvísingini í miðnámskúlunum og á Fróðskaparsetrinum og annars øllum, ið hava áhuga fyri fiski.

Fiskaskipanin
Fiskaskipanin