Skip to main content

Bókhald og ársroknskapur

Virkisbúskapur

Høvundur :

Olav Absalonsen,

Price :

<p>218.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/3232/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Bókin er ein av fýra í virkisbúskapi, sum eru ætlaðar til lærugreinina virkisbúskap stig B í Hægri handilsútbúgving og í Fiskivinnuskúlanum. Innihaldið er skipað soleiðis, at tað gevur lesaranum natúrliga framgongd í lærugreinini. So hvørt sum nýggj evni verða tikin upp, kann tað vera skilagott ella neyðugt at blaða aftur í bókini at hyggja eftir tí, sum tað nýggja evnið byggir á.

Ein uppgávubók er skrivað til bókina. Bøkurnar eru skrivaðar soleiðis, at tær eisini eru egnaðar til sjálvlestur. Olav Absalonsen hevur skrivað (tó hevur Heðin Samuelsen skrivað 19. kapittul).

Tær fýra bøkurnar í røðini Virkisbúskapur eru: Virkið, sum Heðin Samuelsen hevur skrivað Fyriskipan, sum Heðin Samuelsen hevur skrivað Kostnaðarlæra, sum Olav Absalonsen hevur skrivað Bókhald og ársroknskapur, sum Olav Absalonsen hevur skrivað (tó hevur Heðin Samuelsen skrivað 19. kapittul). Fýra uppgávubøkur eru eisini til røðina. Í HH verður roknað við, at næmingarnir hava nakað av kunnleika til bókhald áðrenn teir byrja. Hjá teimum eru fyrstu 6 kapitlarnir í hesi bók partvís endurtøka. Hevur tann, sum fer undir hesa bók, ongan kunnleika til bókhald, verður mælt til at lesa fyrstu 6 kapitlarnar serliga væl.

Bókhald og ársroknskapur
Bókhald og ársroknskapur