Skip to main content

Bilin

Komið og kannið

Høvundur :

Ragnheiður Hermannsdóttir, Gunnhildur Óskarsdóttir,

Price :

<p>48.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5802/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Henda bókin er um bilin. Hon er ætla at brúka í øðrum flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit bilar, sum koyra og brúka orku. Vit kanna rørslu, mótstøðu og onnur fyribrigdi, sum knýta seg at nýggjum og gomlum bilum. Martin Næs hevur týtt úr íslendskum og Spf Gramar hevur tillagað og umsitið prentingina. Bókin fæst í Bókamiðsøluni og í bókahandlunum.

Føroya Skúlabókagrunnur hevur samstarvað við íslendska Námsgagnastofnun innan talgilt undirvísingartilfar og vanligar bøkur. Fyrr eru talgild læruspøl løgd á heimasíðu grunsins og nú eru fýra bøkur týddar úr íslendskum, og klárar at brúka í yngstu flokkunum.

Bøkurnar eru partar av røðini Komið og kannið og snúgva seg um kroppin, bilin, køkin og rúmdina. Bøkurnar leggja upp til at næmingarnir læra seg at eygleiða úr einum virknum náttúrufrøðiligum sjónarhorni.

Í somu røð Komið og kannið er eisini ein upprunaføroysk bók gjørd. Hon er um føroyska landnámið og vendir sær til miðdeild fólkaskúlans í søgu. Eyðun Rannváarson hevur skrivað hendingaríku søguna um landnámið og Óli P hevur teknað við stuttligum penni.

Bilin
Bilin