Skip to main content

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók

Høvundur :

Ejvind Flensted-Jensen, Poul Hanghøj, Henning Henriksen, Poul Thomsen,

Price :

<p>20.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/4519/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Nýggj lærubókarøð við arbeiðsbók og lærarabók til lærugreinina alisfrøði og evnafrøði í 7. flokki. Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað til føroysk viðurskifti úr bókarøðini »Ny fysik/kemi«, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Arbeiðsbókina hevur Janus Dam Guttesen myndprýtt, við góðum og frágreiðandi tekningum til hvørja arbeiðsuppgávu. Á arbeiðsbókini eru 17 venjingar við ymsum næmingaroyndum. Harumframt eru uppgávur, sum næmingarnir kunnu arbeiða við heima. Aftast í lærarabókini eru nakrar smáar uppgávur, ið lærarin kann fjølrita til næmingarnar. Har eru eisini støðuroyndir, har sum næmingarnir sjálvir skulu orða hóskandi uppgávusvar.

Námsfrøðiligur stuðulsbólkur við Harriet Hansen, Selmar Jacobsen og Jacob Thomsen hevur viðgjørt handritið. Lagt verður upp til, at næmingarnir skulu nýta sítt íborna forvitni at undrast á tað, sum eygað sær. Bókarøðin byggir víðari á innihaldið í lærugreinini náttúru og tøkni í 4., 5. og 6. flokki. Har eru næmingarnir vanir at eygleiða náttúrufyribrigdi, undrast á og spyrja, og síðani finna svarini. Nógvu royndirnar og uppgávurnar eru ætlaðar at lætta um innlæringina. Felagsroyndir, ið lærarin vísir flokkin, eru nevndar í næmingabókini.

Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók
Alisfrøði og evnafrøði 1 - Arbeiðsbók
  • 20.00 kr.

    Keyp útgávuna