Skip to main content

Ráðstevna: Nýggir leiklutir í altjóðasamfelagnum

12.03.2012

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya verður 25 ár í 2012. Í hesum sambandi verður ein ráðstevna hildin, har dentur verður lagdur á framtíðina hjá samfeløgunum í Útnorðri í einum alheimsgjørdum heimi.

Útnorður í 21. øld, samfelag, útbúgving og gransking –

Nýggir leiklutir í altjóða samfelagnum

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya verður 25 ár í 2012. Í hesum sambandi verður ein ráðstevna hildin, har dentur verður lagdur á framtíðina hjá samfeløgunum í Útnorðri í einum alheimsgjørdum heimi.

Tilmelding fer fram, við at tekna seg á radstevna@setur.fo og við at gjalda kr. 100 á konto:  9181 4958723. Íroknað gjaldinum er kaffi og miðmáli.  Navnið á luttakara skal viðmerkjast tá goldið verður. Tilmeldingarfreistin er hósdagin 19. apríl 2012.

Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum 24. apríl 2012. Har verður ljós varpað á samfelagsligu avbjóðingar og møguleikar, sum samfeløgini í Útnorðri, ið vóru partar av gamla danska imperiuminum, standa yvirfyri.  Hugsað verður bæði um politiskar, vinnuligar og mentanarligar avbjóðingar. Deildin hevur tilvitað valt at líta fram eftir (heldur enn aftureftir, sum kanska hevði verið meir natúrligt), og hevur tess vegna bjóðað einum breiðum skara av okkara samstarvsfeløgum í Norðurlondum at luttaka bæði við framløgum og vísindaligum greinum.

Ráðstevnan 24. apríl leggur dent á tvey evni – eitt fyrrapartin og eitt seinnapartin:

Evni 1: Útnorðurlendskur samleiki sum politisk-búskaparlig drívmegi

Evni fyrrapartin vera um samleika sum drívmegi í samfeløgunum í Útnorðri. Fyrilestrarnir fara at savna seg um teir serstøku møguleikarnar, sum bæði politiskt og vinnuliga liggja í at fokusera upp á tað serstaka politiska valdsbýtið, náttúruríkidømið og mentanarliga tilfeingið, sum eru í samfeløgunum í Útnorðri í dag.  

Evni 2 : Trygd og autonomi

Evni seinnapartin handla um trygd og autonomi. Her fara fyrilestrarnir at leggja dent á avbjóðingar og møguleikar viðvíkjandi trygdini, sum samfeløgini í Útnorðri koma at standa yvirfyri í einum alheimsgjørdum heimi. Tað verður m.a. fokuserað á ymiskar møguleikar, sum liggja í politisku sambondunum: samband, heimastýri og fullveldi. Somuleiðis verður tað eisini fokuserað á avbjóðingar og møguleikar í geopolitisku og tilfeingisligu fortreytunum og møguligum broytingum í framtíðini.

Lagt út: Rói Joensen