Skip to main content

Listasavnið á Sandi

29.04.2010

Nú tað várar, og vit ganga ímóti próvtøku og øðrvísi skúlagongd, bjóðar listasavnið á Sandi skúlaflokkum pakkaloysn.

Ein dagstúrur í Sandoynna kann byrja á Gomlurætt kl. 9.45 og enda í Skopun kl. 14.

Annars er eisini gott høvi at vitja Listasavnið í sambandi við seturskúla, tí góðir møguleikar eru at gista í øllum bygdum í Sandoynni.

Listasavnið í summar er opið allar dagar uttan mánadag kl. 14-16. Bólkar kunnu gera seravtalu á tlf. 211924. 

Les meiri á www.visitsandoy.fo/index.asp?pID=513369B4-F0AE-47BF-8354-218547EBB9F0

Lagt út: Heini Nygaard, lærugreinaráðgevi