Skip to main content

Heiðursrit til Elin Súsonnu Jacobsen

20.03.2011

6. mai í ár fyllir Elin Súsanna Jacobsen, søgufrøðingur, 70 ár. Í tí sambandinum kemur eitt heiðursrit út við savni av greinum, sum hon hevur latið úr hondum. Greinasavnið er skipað í fimm partar: Heilsa, Rúsdrekkamentan, Vælferð, Kyn og Ymiskt.

Tíðindaskriv

Við hesum vilja vit bjóða tær at ogna tær bókina fyri 200 kr. íroknað postgjald. Fremst í bókini verður ein kvøðulisti, tabula gratulatoria, við nøvnunum á teimum, sum á henda hátt heilsa henni á føðingardegnum.

Elin Súsanna tók í 1965 korrespondentsprógv í enskum, týskum og sponskum. Hon starvaðist á advokatskrivstovu, á Føroya Fiskasølu, á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og á Málstovninum. Hon hevur stóran áhuga í mentan, máli, list o.ø. og hevur á ymsan hátt verið virkin í mentanarlívinum. M.a. hevur hon týtt eina røð av bókum og sjónleikum, skrivað bókaummæli og havt ymisk álitsstørv í mentanar- og listarheiminum.

Í 1992 tók hon cand. phil-prógv í søgu og siðsøgu á Fróðskaparsetri Føroya. Í 1996 fekk hon PhD-heiti frá Århus Universiteti fyri ritgerðina Rúsdrekka – siðir og ósiðir. Í 1999 fór hon í starv á Søgu- og Samfelagsdeildini, frá 2001-2010 sum lektari.

Starvsfelagar, vinir, kenningar og onnur áhugað eru vælkomin at bera Elin Súsonnu kvøðu við at bíleggja bókina frammanundan og seta navn sítt á kvøðulistan (tabula gratulatoria) – um ikki, skal tað viðmerkjast. Skrivið navn og adressu, so tað greitt sæst, hvar bókin skal sendast. Peningurin, kr. 200,-, skal gjaldast á konto í Bank Nordik.

Kontonummarið er 6460 3604863. (Upplýsingar til teirra, sum eru stødd uttanlands: IBAN: FO3264600003604863   -   SWFT: FIFBFOTX).

Peningurin eigur at vera goldin í seinasta lagi 4. apríl 2011. Um tit kanska vita um onnur áhugað, vinaliga sigið teimum frá hesum.

Vinaliga

Bjørg Jacobsen, Beinta í Jákupsstovu, Malan Marnersdóttir, Annika Sølvará

Tlf. 279062 – bjorgj@setur.fo