Skip to main content

Samfelagsfrøði til miðnám løgd fram

20.08.2021

Í dag varð nýggja útgávan Føroysk samfelagsfrøði C-stig løgd fram í Námi. Sigfríður Sólsker útgávuleiðari í Námi bjóðaði vælkomin, og Sámla Matras Kristiansen, ritstjóri, greiddi frá útgávuni.

Útgávan er ætla til undirvísingina á C-stigi í miðnámi. Bókin er 246 síður long og høvundarnir eru Sámal Matras Kristiansen, Ragnar Árnason Joensen, Christian Ihlen, Martha Hjalmarsdóttir Mýri og Regin Berg – øll útbúnir miðnámslærarar.

Bókin er útkomin bæði sum pappírsbók (pBók), samvirkin bók (sBók) og .pdf-bók (eBók). Pappírsbókin hevur alt lesitilfar við, men ongar uppgávur.

Í samvirknu bókini er harumframt ein ørgrynna av uppgávum og venjingum, umframt at myndatilfarið í bókini kann takast upp á stórskíggja. Harumframt verður tilfar áhaldandi dagført í sBókini.

Føroysk samfelagsfrøði - Pappírsútgáva - C stig »

Føroysk samfelagsfrøði - sBók - C stig »