Skip to main content

Ráðgevar fingið síðu á Snar

08.11.2022

Námsfrøðiliga ráðgevingin í Námi hevur fingið sína egnu síðu á Snar. Á síðuni koma ráðgevarnir í Námi til orðana.

Síðan hjá ráðgevunum liggur í valbjálkanum ovast á Snar, og hevur netbústaðin snar.fo/radgeving.

Á forsíðuni eru greinar hjá øllum ráðgevunum samlaðar, og hvør ráðgevi hevur eisini sína undirsíðu. 

  Heimsíðan Ráðgeving »  


 

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.