Skip to main content

sBók um lestrarmenning í miðnámi

15.08.2023

"Lestrarmenning" er s-bók við tilfari til næmingar, lærarar, læraratoymið og vegleiðarar í miðnámi.

Far til bókina

Í bókini, sum er løgd út, eru fýra partar, Nýggj á miðnámi, Lestrar- og arbeiðshættir, Vísindaástøði og Miðlan og samskifti. Seinni í heyst koma tríggir partar afturat Skrivlig miðlan, Munnlig miðlan og Próvtøka.

Næmingarnir fara í hesari bókini at arbeiða við tilfari, sum gevur teimum betri lestrarføri.

Lestrarmenning leiðbeinir um nýtiligar lestrarvanar, og hvussu haldgóður, fakligur ágóði fæst burtur úr miðnámsskúlatíðini. Leiðbeiningin fevnir um prei og snildi at nýta í munnligari og skrivligari miðling, eins og næmingurin eisini verður kunnaður um m.a. eftirmeting, nýgerð, og hvussu næmingurin finnur sín egna læringarstíl.

Randi Kúrberg hevur týtt tilfarið úr donsku bókini, Studievaner på stx eftir Lise Ludvigsen. Triðja part, Vísindaástøði, hevur Christian Ihlen skrivað.  

Annie Fjallsá, Maria Gregersen og Rúna Jakobsen hava fakliga viðgjørt alt tilfarið og saman við ritstjóranum tillagað tað til føroysk viðurskifti.