Skip to main content

Páskatema á Snar

24.03.2017

Nýtt tema um páskir

Nú stundar til páskir, er nýtt páskatema lagt á Snar. Á temasíðuni er fýra evni, Jødisku páskirnar, Jesus hátíðarhelt pesach, Kristnir páskasiðir og Páskavikan.

Til hvørt av evnunum eru hugskot, hvussu arbeiðast kann við teimum í undirvísingini. Eisini eru leinki til ymiskar heimasíður og filmsbrot.