Skip to main content

Eina - Nýggjur stuttfilmur

28.01.2015

Nýggjasti filmur í okkara undirvísingarsavni er ’Eina’, sum Andrias Høgenni hevur gjørt.

Á Snar er filmur eitt tema, ið er lagt undir skaldskap og miðlar. Her ber til at finna føroyskar stuttfilmar, sum kunnu brúkast í undirvísingini. Nám hevur keypt rættindi til  at brúka filmarnar og hevur gjørt perspektiverandi uppgávur til filmarnar og onnur filmisk evni, so sum grindadráp. Fleiri føroyskir filmar verða so hvørt keyptir til endamálið. Filmstilfarið vendur sær til elstu flokkar í fólkaskúlanum og til miðnám.

Her er slóð til síðunauppgávur og filmin ’Eina’.