Skip to main content

Andrias Høgenni

14.12.2016

Tveir nýggir filmar til undirvísing

Andrias Høgenni, sum aftur í ár vann Geytavirðislønina, hevur gjørt tríggar føroyskar stuttfilmar, sum nú eru tøkir til undirvísing á Snar. Tað eru filmarnir ”Eina”, ”Kom og dansa” og ”Stina Karina”.

Filmur á Snar

Uppgávur eru gjørdar til filmarnar á temasíðuni um film, og ein greiningarfrymil er tengdur at filmunum. Eisini verður upplýst um frásagnarfrymilin, ið stundum nevnist Hollywoodfrymilin.

Umframt eitt støðugt vaksandi savn av føroyskum stuttfilmum, eru eisini fleiri evni um film. Sagt verður frá um føroyska filmssøgu, um grindadráp, slakt og blóð á filmi, og um lýsingar, har filmaðu boðini verða undirskilt og hava greiðar sexuellar tilsipingar.

Nýggjasta filmsevni á Snar, sum er ætlað til undirvísing, er um heimildarfilm. Umframt nýggjan útlendskan heimildarfilm verður víst til teir báðar føroysku ”Anita” og ”Send á Rødbygaard”, sum Kringvarpið sendi í 2014 og 2013. Filmstilfarið á Snar er ætlað til hádeild og miðlabreyt í fólkaskúlanum, og til miðnám.