Skip to main content

Námsráðgevi til Nám

14.12.2018

Nám søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum námsráðgeva í fremmandamálum, serliga enskum og týskum, til fólkaskúlan at byrja 1. februar 2019.

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Námsráðgevin verður partur av námsfrøðiliga ráðgevatoyminum í Námi, sum í skipaðum samstarvi við skúlaverkið skal kveikja og slóða fyri fakligu og námsfrøðiligu menningini í skúlaverkinum og á dagstovnaøkinum.

Um starvið

Ráðgevin skal:

· við íblástri frá menning og gransking í londunum rundan um okkum og saman við lærarunum í fólkaskúlanum vera við til at menna fakliga og námsfrøðiliga innihaldið í lærugreinunum.

· menna og viðgera námsætlanir og gera tilmæli til Mentamálaráðið um dagføringar.

· vegleiða og samskifta við viðkomandi skúlar og stovnar um námsfrøðiligar og fakligar spurningar við atliti at námsætlan, tilfari og undirvísingarligum spurningum.

· ráðgeva um próvtøkur og eftirmetingar fólkaskúlans, herundir ráðgeva uppgávunevndum.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu, umframt fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum, hava serligar førleikar og royndir í viðkomandi lærugreinum. Harafturat vænta vit, at umsøkjari hevur:

· áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning

· góðan kunnleika um námsætlanir sum heild

· góðan telduførleika

· góðan málførleika, serliga í føroyskum, men eisini í norðurlendskum og enskum

· góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða:

· eitt áhugavert starv við fjølbroyttum uppgávum og við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.

· eitt námsfrøðiligt og fakligt umhvørvi, sum tú fært møguleika at menna saman við hinum starvsfólkunum í Námi.

Setanarviðurskifti

Ráðgevin verður knýttur at Námi, men skal frammanundan eisini vera í starvi sum fólkaskúlalærari í einum fólkaskúla. Ráðgevastarvið telur 720 árstímar skúlaárið 2018/2019, og fær ráðgevin samsvarandi niðurskurð í lærarayrkinum.

Ráðgevin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Talan er um eina royndarskipan, har setanartíðin er frá 1. februar 2019 til 31. juli 2021, og kunnu broytingar ávegis verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og aðrari viðkomandi útbúgving skal vera Námi í hendi í seinasta lagi 6. januar 2019.

Umsóknin skal sendast til:

Nám

Hoyvíksvegur 72

FO-100 Tórshavn

ella við t-posti á eydun@nam.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150.

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 25 starvsfólk. Próvstovan er knýtt at Námi, og har arbeiða 7 fólk.