Skip to main content

Pól á YouTube

13.03.2013

Talvan verður talgild

Nám er farið undir at gera stuttar videofilmar til undirvísingarbrúk. Tað er Pól Jespersen, ritstjóri í Námi og fyrrverandi studentaskúlalærari, ið hevur gjørt filmarnar, sum í mestan mun venda sær til miðnám.

- Enn er hetta alt á byrjanarstigi, sigur Pól, men vónin er, at Nám sum frá líður kann hava eitt víðfevnt savn av filmum til undirvísingarbrúk.

Pól sigur, at tá ið hann fyri nøkrum árum síðan sá tað, sum Salman Khan var førur fyri at gera á internetinum, gjørdi hann beinanvegin av, at hatta vildi hann eisini royna. Konseptið er einfalt. Tað krevst bara ein vísi, sum kann tekna og skriva, bakka og viska, við ymsum litum á eitt avmarkað øki og so ein rødd.

- Eg haldi, at hetta er ein genialur máti at sameina tað besta frá talvuundirvísingini, sum var, og nýggja elektroniska heimin, sigur Pól. 

- Nú havi eg í eina tíð roynt tøknina, sum er ein pláta at tekna á við elektroniskum penni og tvey telduforrit. Mítt læraravirki hevur verið í miðnámsskúlanum, so hetta fer helst at merkja úrvalið, men einki er í vegin fyri at gera viðkomandi videostubbar til øll aldursstig og í øllum lærugreinum. Fyribils havi eg tó bara roynt at granska í møguleikunum við hesi nýggju tøknini. So mugu vit síggja, hvussu leikur fer. Sum eina roynd havi eg fyribils lagt 11 videosekvensir, seks í støddfrøði, tríggjar í alisfrøði og tveir í stjørnufrøði, út á youtube, sigur Pól Jespersen.

Hava fólk rættingar, hugskot, uppskot ella bara onkra viðmerking, skrivið so til pol@nam.fo