Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Undirvísingargongd til listaframsýningina “Havið”

25.01.2021

Undirvísingargongd til serframsýningina “Havið” á Listasavni Føroya

Listasavnið hevur gjørt eina undirvísingargongd til serframsýningina Havið, sum er á Listasavninum til 5. apríl 2021.

Les meira um framsýningina her

Undirvísingargongdin er serliga ætlað 6. - 8. flokki.


Listasavnið bjóðar eisini yngri og eldri flokkum vælkomnum á framsýningina.

Tað er ókeypis fyri allar skúlar í Føroyum at vitja Listasavn Føroya. Skúlar kunnu vitja gerandisdagar frá kl. 9 til 16. Pláss er fyri einum flokki á 26 næmingar í senn.

Les meira um, hvørji tilboð Listasavnið bjóðar skúlum og dagstovnum.


Til ber at bíleggja eina vitjan við at ringja á telefon 31 35 79 ella at senda ein teldupost til skular@art.fo