Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Temasíðan um ferðslu sett upp av nýggjum

03.06.2021

Á Snar er ein frálík temasíðu um ferðslu. Ráðið fyri fersðlutrygd gjørdi síðuna í samstarvi við Nám í 2014. Ferðslusíðan er nú sett upp av nýggjum, so hon hóskar betri til ymiskar eindir.

Far á temasíðuna »

Tá ið síðan kom út í 2014 skrivaði Ráðið fyri ferðslutrygd soleiðis um síðuna:

Í dag bjóðaði Ráðið fyri Ferðslutrygd til móttøku við formligari handan av nýggja talgilda undirvísingartilfarinum í ferðslu hjá Námi í Havn. Tað er Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum hevur staðið fyri verkætlanini í samstarvi við millum onnur Nám, skúlalærarar og aðrar avvarðandi partar. Tilfarið er teldutøkt. Hetta so at tað er lætt atkomuligt hjá lærarum, foreldrum og næmingum og er óheft av fígging, tíð og staði.

Tilfar til 0.-10. flokk

Í yngru flokkunum læra næmingarnar, hvussu teir eiga at bera seg rætt at til gongu í ferðsluni. Í framløgu og myndum verður viðgjørt, hvussu tey eiga hyggja fyri sær, hvussu tey brúka trygdarbelti og selapútu og so framvegis. Við pinkuhjálmi, har eitt egg verður latið í, síggja næmingarnir á øðrvísi hátt, hvussu ein hjálmur verjir høvdið.

Tá næmingarnir eru eitt sindur eldri, er tilfar um endurskin og ástøði í at súkkla. Næmingarnir í elstu flokkunum arbeiða við hugburði til ferð, rúsdrekka, gáloysni og trygdarbelti. Her eru filmar, tilfar til felagsuppgávur eins og lagnusøgur úr bløðum og átøk hjá Ferðslutrygd eru tøk at arbeiða við sum kjak ella stílaevni. Tilfarið er tøkt á snar.fo/ferdsla.

Ferðslan vandamest hjá stórum næmingum

Eins og í grannalondum okkara er líkt til, at tað, sum verður undirvíst í ferðslu, í mestan mun er í skúlabyrjanini. Hareftir hava bæði lærarar og foreldur lyndi at halda, at nú duga børnini at venda sær í ferðsluni, so nú er lítið at fara eftir í so máta. Men hagtølini siga nakað annað: Tá børnini eru 15 ár, standa tey á gáttini til tey 10 vandamestu árini í ferðsluni. Tað er í hesum tíðarskeiði, at tey eru yvirumboðað í ferðsluvanlukkum, bæði sum skadd og deyð. Undirvísing í hesum árum er tí av størsta týdningi.

Foreldur sum fyrimyndir

At vanar hjá foreldrum hava týdning fyri hugburð og atferð hjá børnum, er flestum greitt. Nýggjar kanningar vísa, at foreldur sum fyrimyndir í ferðsluni hava meiri at siga fyri tannáringar enn teirra javnaldrar. Tí leggur undirvísingartilfarið upp til samstarv við foreldur við brøvum og á foreldrafundum.

Samstarv imllum tað almenna, tað privata og brúkaran

Framleiðslan av undirvísingartilfarinum er fíggjað av inntøkunum av endurskinsvestum frá Guðrun og Guðrun, eins og Tryggingarfelagið Føroyar hevur stuðlað verkætlanini dyggiliga.

Í røðu síni, har Regin Hammer, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar, handaði Birni Kallsø, landsstýrismanni í skúlamálum, undirvísingartilfarið, segði Regin millum annað: “Eg haldi, at tað er ein frægd at síggja, hvussu okkara verkætlan við endurskinsvestunum, sum kemur øllum til góðar, kann vera við at fíggja eina aðra verkætlan, sum kemur eins nógvum til góðar. Tað almenna, tað privata og brúkarin sjálvur hava samstarvað um eitt felags samfelagsmál, sum er ferðslutrygd á okkara vegakervi.”

Far á temasíðuna »