Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Bókmentauppgávur til heiðursinnstillaða bók

26.03.2021

Bókin 'Sum rótskot' eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs er í uppskoti til ársins Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum.  Á Snar eru bókmentauppgávur til bókina.

Bókmentauppgávur til Sum rótskot

Í grundgevingini hjá Norðurlandaráðnum verður skrivað soleiðis um bókina:

Bókin skrivar seg beint inn í tíð okkara við tí økokritiska ráki, sum sæst í nútímans bókmentum. Bókin er tó meira enn bert ein veðurlagsskaldsøga. Hon er eisini, og kanska uppaftur meira, ein søga um tað, sum hugtekur okkum menniskju – bæði vaksin og ung – í dag. Hetta er ein bók um, hvussu ungdómurin ber seg at í einum heimi við avbjóðingum. Bókin tematiserar evni sum veðurlagsbroytingar, nýtslu av skíggjum, rúsdrekkamisnýtslu, sorg, og harafturat stór og torskild evni sum samleika, seksualitet, vísindi og trúgv.

Bókmentauppgávur til Sum rótskot

Poddvarp
Tak niður...

Summartímin
Far til sendingina...

Marjun Syderbø Kjelnæs greiðir frá um at skriva og bókina Sum Rótskot