Skip to main content

Myndlist á breddan

24.09.2020

Nú verður myndlist sett á breddan.

Alt lívið verða vit ávirkað av myndum. Tær kunnu bera nógva ymiska kunning: Nyttuga kunning, politiska kunning ella list, men felags fyri alla kunning er, at vit skulu læra at taka kritiska, sjálvstøðuga og eisini fantasifulla støðu til hana. Tí eigur myndlist at verða raðfest høgt í fólkaskúlanum, soleiðis at næmingarnir verða førir fyri at skilja og brúka hesa ávirkan estetiskt.

Hetta er eisini ein orsøk til at Nám nú setir myndlist á breddan og gevur út 2 bøkur til lærugreinina. Talan er um bøkurnar "Myndlistabókin" og "Myndlist til øll".

Tóra Joensen hevur týtt og tillaga Myndlistabókina úr donskum, ogAsta Wolles hevur týtt og tillaga Myndlist til øll.

Myndlistabókin er ætlað sum íblástur til lærarar, sum undirvísa í myndlist í miðdeild. Bókin inniheldur ymisk hugskot til undirvísing í myndlist í miðdeildini, hóast nøkur av hugskotunum kunnu nýtast til eldri flokkar, og onnur kunnu nýtast í yngru flokkunum.

Uppgávurnar leggja upp til, at næmingarnir skulu sjálvir koma við loysnum í staðin fyri at fáa givnar loysnir, til dømis skapilónir. Dentur verður lagdur á sjálva arbeiðsgongdina, heldur enn avrikini.

Vónandi er bókin ein íblástur til lærarar, so at undivísingin í myndlist erspennandi, stuttlig, mennandi og skapandi. At undirvísingin gevur næmingunum høvi at úttrykkja seg kreativt og geva næmingunum góðar upplivingar og royndir í myndlist.

Myndlist til øll er ein avritabók. Í henni eru nógvar fjølbroyttar og avbjóðandi uppgávur, sum einstaki næmingurin kann arbeiða við, tá ið felags uppgávan er liðug.

Tilfarið er hugsað sum ískoytistilfar til einstaka næmingin, men uppgávurnar kunnu lættliga verða nýttar sum upprit til undirvísingina ella sum beinleiðis partur av arbeiðinum
í myndlist.

Báðar bøkurnar fáast til keyps íBókamiðsøluni og kosta 598,- kr.

 

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira