Skip to main content

Kapittul 3 · Uml. 1 undirvísingartími

Ber til at liva í alla tíð?

Í triðja parti samdroyma Dánjal og Búi um jarðarferðina hjá Búa. Tá Búi vaknar, er hann bangin fyri degnum, tá hann einferd fer at fara, og fer tí í holt við at byggja sær eina ævinleikamaskinu. Men ber tað til, at liva í alla tíð?

Seks spurningar um at vera menniskja - 3 Ber til at liva í alla tíð?
© Dánjal og Búi

Arbeiðsspurningar til kapittul 2

Tímanýtsla: Sjálvur filmurin varir 20 minuttir. Tilsamans 45 minuttir verða brúktir til hvønn av teim seks filmunum við einari viku ímillum.

Sum felagsuppliving sær flokkurin fyrst filmin undir leiðslu lærarans í myrkalagdum høli, ið er egnað til filmsvísing eftir vanligum biografforskriftum um gott ljós, ljóð og sitikomfort. Persónligir telduskíggjar og høvuðtelefonir eiga helst ikki at verða brúkt til felagsupliving við filmi. Til ber eisini at samstarva við annan skúla, ið er útgjørdur til at vísa film. Enn ein møguleiki er at gera útferð til ein biograf at síggja filmin.

Uppgávurnar verða loystar í felag í flokkinum, har lærarin hevur kjakleiðsluna.

Eingin individuell eftirlitsuppgáva er, tí einki svar er rættari enn annað.

Arbeiðsspurningarnir, sum eru settir til hvørt brot í filminum, kunnu brúkast sum vegleiðandi kveikjar til at taka notur í hond, meðan filmurin verður vístur.

Við støði í filminum, sum er felagsupplivingin, er eftirfylgjandi felagskjakið málið fyri læring, fyrst og fremst um millumtekstasambond, rúm og leiklutir í filmi.

25 minuttir eru til viðgerð av filminum eftir sýning í sama rúmi. Lærarin disponerar tíðarnýtsluna, so tryggjað verður, at hvøðsvektin er løgd á arbeiðsuppgávuna um millumtekstasambond.