Skip to main content

Inngangur

  • Inngangurin varir í 3 minuttir. So kemur teksturin um tey, sum gera filmin. Hygg eftir innganginum og tosið tykkara millum um, hvønn týdning ein inngangur hevur.
  • Hvat er tað fyrsta, vit hoyra í júst hesum innganginum?
  • Hvat síggja vit?
  • Hvørjir litir verða brúktir?
  • Hvat er huglagið?
  • Í filminum Det sjunde inseglet (1957) eftir Ingmar Bergman nevnist høvuðspersónurin Antonius Block. Hvat kann hetta navnið merkja?
  • Í sama filmi fer høvuðspersónurin at telva. Finn á YouTube framm til, hvørjum hann telvar ímóti.