Page 28 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
136
1600-talIÐ
STEÐGISTAÐUR
Heksir og annar duldarfullur máttur
Longu teir gomlu víkingarnir hildu, at alt
lívið var eitt støðugt stríð millum ein óndan
og ein góðan mátt. Trøll, vættr­ar, álvar og
huldufólk goymdu seg í skóg­un­um ella undir
jørðini og reikaðu kring húsini um náttina.
Fólk hildu, at hesar verur vóru vandamiklar,
og at óeydna fylgdi við teimum. Tað vóru
nógv­ar ymiskar yvirnatúrligar verur, sum
høvdu ymisk nøvn í teimum ymisku lond­
un­um. Í Føroyum eru nógvar sagn­ir um
yvirnatúrligar verur. Í V.U. Hammers­haimb:
“Færøsk Anthologi I,” 1891 eru hesar sagnir
savnaðar. Sí eisini
www.snar.fo/sagnir
Havfrúgvin
Havfrúgv líkist fólki fyri oman beltið, hevur langt jarpt hár
sum kona, hon floytir tað út um seg á sjógvin; tó hevur hon
styttri armar. Fyri niðan beltið er hon sum fiskur og hevur
sporl og roðslu.
Vendir hon sær móti bátinum, tá ið hon kemur upp úr
sjónum, verður óveður, og tá ræður um at rógva heimaftur
sum skjótast og royna at sleppa undan at sjólátast. Men
kemur havmaðurin upp hjá henni, verður gott veður.
Havfrúgvin syngur so fagurliga, at menninir verða óðir,
tá ið teir lurta eftir sangi hennara, og tí eiga teir at stinga
vattartumlarnar í oyruni, tí annars vilja teir í øði og ørviti
leypa úr bátinum út á sjógv til hennara.
Nykurin
Tá ið smábørn hvurvu ella druknaðu í áum og vøtnum,
søgdu tey ofta, at tað var nykurin, ið hevði tikið tey.
Nykurin býr í vøtnum; á botninum niðri í dýpinum hevur
hann sítt tilhald; men haðan fer hann ofta á land, og
honum er ikki gott at møta; stundum er hann líkur einum
vøkrum lítlum hesti, sum tykist at vera góður og spakur, og
harvið lokkar hann fólk at nærkast til sín at klappa honum
og strúka honum eftir baki, men tá ið tey tá koma at nerta
við halan, verða tey áføst við hann, og tá sleppir hann
ongum, men dregur tey við sær til botns í vatninum.
Stundummøtir hann fólki í manslíki sum ein prúður
unglingi at lokka gentur við sær og lovar teimum gleði
og gaman í síni høll, um tær vilja fylgja honum eftir; men
fáa tær tá illgruna um, hvør hann er, sum tær eru við at
geva seg burtur til, so at tær fáa nevnt hann við rætta
navni: “Nykur”, missir hann maktina yvir tær og má sleppa
teimum og fara einsamallur í vatn sítt.
Heksirnar
Tað vóru eingir rættiligir læknar hesa tíðina. Tá fólk vórðu
sjúk, fóru tey til eina “klóka konu”, ofta ein gomul einkja,
sum rørdi saman nakrar urtir, sum tann sjúki skuldi svølgja.
Meðan hon gjørdi heilivágin, læt hon duldarfull gandaorð.
Við Guds hjálp og hesum heilivági yvirlivdi sjúklingurin –
við hvørt.
Men tað kundi verða vandamikið at vera ein slík klók
kona. Graml kundi hoyrast um, at tær høvdu samband
við óndan mátt, og vóru tær tí nevndar heksir. Fólk fóru
at geva heksum skyldina, um toran sló niður í húsini, um
kýrnar vórðu sjúkar, ella um heystið miseydnaðist.
Um alt Evropa vóru heksir í túsundatali dømdar til
deyða. Í sambandi við avhoyringarnar søgdu vitnini, at
tey høvdu sæð heksirnar ríða uppi í luftini á einum kusti,
einum geitarbukki, einum tarvi, eini kúgv ella á øðrum
dýri, men altíð við bakinum frameftir – riðu við rumpuni
fyrst. Og tað vóru børn, sum søgdu frá, at heksin hevði
lumpað tey til at fylgja við henni til veitslustaðið hjá
devlinum. Hann var klæddur í dýr klæði og hevði eina
ræðuliga ásjón. Børnini søgdu frá, at devilin helt veitslu
alla náttina saman við heksunum. Tey flentu og háðaðu
bæði Gud og Jesus, søgdu børnini.
Í sambandi við rættargongdina vóru tær neyðars
kvinnurnar píndar, til tær at enda “ásannaðu” skuld sína.
So vóru tær hálshøgdar ella brendar á báli. Eitt annað
prógv var at kasta kvinnuna á sjógv. Fleyt hon, so var tað
devilin, sum hjálpti henni, søgdu tey.
Eins og aðrastaðni í Evropa vóru heksir eisini brendar
í Norðurlondum. Eftir fyriskipanum frá 1576 og 1643 og
Norsku Lóg Kristians 5. frá 1687 varð gandur straffaður
við brenning. Fleiri tílíkir dómar vóru sagdir í Danmark
í 1680-árunum. Í Noregi og Íslandi brendu teir seinastu
heksirnar í ávikavist 1627 og 1685, meðan tey í Svøríki
brendu heksir so seint sum í 1723.
At enda steðgaðu klókir prestar og vísindamenn hesi
vitleysu heksajagstranini. Teir søgdu, at tær neyðars
Heimssoega_1_dd.indd 136
8/7/1