Page 29 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
1600-talIÐ
137
1
Hví høvdu tey brúk fyri
klókum konum og klókum
monnum einaferð í tíðini?
2
Kunnu hesi berast saman
við tað føroyska fyribrigdið
heimadoktari?
3.
Hevði heksajakstran kunnað
komið fyri í dag? Grundgev
fyri svari tínum.
Myndin er tikin úr eini framsýning á
Nordiska museet í Stokkhólmi og vísir
eina kvinnu, sum er ákærd fyri at vera
heks. Fyri at fáa hana at tosa varð hon
hongd upp undir loftið við hondunum
bundnum aftan fyri bak, meðan føtur
hennara vórðu skoldaðar í heitum vatni
í kopargrýtuni. Tá hon játtaði seg seka,
varð hon avrættað.
kvinnurnar vóru avrættaðar við følskum ákærum og reinum heilaspuna. Men
hvussu við børnunum, sum vitnaðu og søgdu, at tey høvdu verið í veitslu hjá
heksunum og devlinum? Jú, tey vóru noydd ella mutrað av vaksnum til at lúgva.
Aðrastaðni í Evropa hildu tey áfram við at jagstra heksir til langt inn í 1700-talið.
Men tá byrjaðu tankarnir frá upplýsingartíðini at gera vart við seg allastaðni.
Skynsemi og vísindi vunnu á devlatrúgv og á spøkilsum.
Eisini í Føroyum hava vit frá eldri tíð sagnir um klókar konur, heimadoktarar og
onnur fólk, sum dugdu meira enn at mata seg, men hóast gandur verður nevndur í
teimum føroysku tingbókunum, so varð eingin, hvørki maður ella kvinna, brendur
á bálið í Føroyum.
Heimssoega_1_dd.indd 137
8/7/1