Page 27 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
1600-talIÐ
135
Í seinnu hálvu av 1600-talinum varð Danmark
einaveldi, og tað var kongur, ið gjørdi av, um tað
skuldi vera kríggj ella friður. Hetta hevði vanliga
fólkið onga ávirkan á.
Í 1500-talinum komu hansastaðirnir sær upp í
stríðið millum Danmark og Svøríki. Men Hansa­fe­
lags­skapurin syndraðist so líð­andi, og í staðin vóru tað
hollendskir og enskir keypmenn, ið tóku yvir størsta
partin av handlinum í Norðurevropa. Bæði Holland
og Ongland løgdu seg út í stríðið millum Danmark
og Svøríki.
Stórveldistíð Svøríkis
Í størsta partinum av 1600-talinum og byrjanini av
1700-talinum var Svøríki eitt stórveldi, tí tað hevði
eina væl virkandi ríkisfyrisiting og eitt máttmikið
hervald. Svøríki hevði eftirlit við eystara­salts­handl­
in­um og kundi leggja toll á í mongum havnum.
Statskassin hevði fyri neyðini støðugt at verða fyltur,
tí hervaldið fór við nógvum pen­ingi.
Gustav 2. Adolf, sum stýrdi 1611-32, var tann
kongurin, sum førdi Svøríki inn í eina stórveldistíð.
Tað var hann, sum stóð aftan fyri tær f lestu nútímans
til­gongd­irnar. Við Gustavi 2. Adolf á odda fór Svøríki
uppí tríatiárakríggið. Eftir friðarsamráðingarnar
í West­falien í 1648 fekk Svøríki nøkur týsk øki
við Eystara­salt, men frammanundan var Danmark noytt til at lata Svøríki
aftur stór landøki. Og tað svenska valdið kom at vaksa upp­aftur meira í
1600-talinum.
Í 1658 fór Karl 10. Gustav tvørtur um ísin á Stórabelti við øllum heri sínum
og noyddi Danmark at lata frá sær Bohuslen og Skána.
Karl 12. stóð á odda fyri Svøríki í ár 1700, tá ið Danmark, Saks­land-
Pólland og Russland samstundis lupu á landið. Hesi lond vildu bróta tað
svenska stórveldið. Harumframt vildi Danmark taka aftur Skána. Hetta
kríggið verður nevnt
Stóra norðurlendska kríggið
.
Karl 12. gjørdi mótálop og noyddi við sterka heri sínum Danmark og
Saksland-Pólland til frið. Hann hevði vunnu sigur á russum við Narva í 1700,
men hevði ikki fingið frið í lag. Fyri at vinna ein avgerandi sigur, fór hann
aftur inn í Russland, men tað var ein van­lukka. Sviar frystu og svøltaðu og at
enda taptu teir bardagan við Poltava í 1709.
Tróndheims len
Jämtland
(1645)
Härjedalen
(1645)
Blekinge
Halland
Skáni
Bohuslen
Bornholm
S V Ø R Í K I
P Ó L L A N D
Svøríki 1648
Til Svøríki 1658
Svenska stórveldið. Tey avmerktu økini vórðu svensk við
friðin í Roskilde 1658: Skáni, Halland, Bohuslen, Tróndheims
len (í Noregi) og oyggin Bornholm. Í 1660 læt Svøríki aftur
Tróndheims len og Bornholm til Danmarkar. Í 1721, eftir Stóra
norðurlendska kríggið, varð Svøríki noytt at lata øll síni landøki
eystan fyri Eystarasalt, uttan Finnland, aftur til Russlands.
Heimssoega_1_dd.indd 135
8/7/1