Page 26 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
134
1600-talIÐ
Við bygging sínari av Sankta Pætursborg vildi Pætur Mikli lata luft og
ljós inn í eitt Russland, sum hevði staðið í stað síðani miðøldina. Kirkj­
ur­nar í tí nýggja býnum skuldu til dømis hava vøkur vindeygu mótsett
teim­um gomlu myrku griksk-ordodoksu kirkjunum. Hann reypaði við
byggingini, tí hann vildi hava ein bý, sum kundi berast saman við teir
býirnar, sum hann hevði vitjað í Evropa.
Tað veldiga Vetrarslottið við ánna Neva var hugsað sum ein bústaður
fyri teir komandi tsararnar í einum ríkum og modernaðum Russlandi.
Sjálv­ur læt Pætur Mikli sær lynda at búgva í einum einføldum bústaði.
Voksdukkan í sýnisskápinum er at síggja í
Erimitaguni
, sum er ein
part­ur av Vetrarslottinum.
1
Greið frá hesum orðum og hugtøkum: sultanur, bojarar, tsarur,
heimabundin?
2
Hvørji øki hoyrdu til Osmannaríkið, tá tað var upp á tað størsta í
1600-talinum? Sí kortið á s. 129 og samanber við eitt nútíðar kort.
3
Hvør var barnaskatturin?
4
Í Russlandi broyttist stjórnarlagið í 1500-talinum. Á hvønn hátt?
5
Hví setti tsarurin lógina um heimaband í gildi?
6
Hvør var Pætur Mikli? Fortel um hann við dømum.
7
Hví var tað so týdningarmikið hjá Russlandi at byggja havnir við
Svartahav og Eystarasalt. Skiftið orð um hetta.
Samstundis í Norðurlondum
Viðurskiftini millum danskar og svenskar kongar vóru mangan ógvuliga
ring, eftir at Kalmarsamveldið endaliga syndraðist í 1523 og fram til
1800-talið. Bæði Danmark og Svøríki vildu hava ræði á handlinum í
Eystarasalti. Hetta førdi til f leiri kríggj millum londini bæði. Summi
av hesum kríggjum endaðu so at siga úrslitaleys, uttan nakran greiðan
sigurharra. Men sum 1600-talið leið, fekk svenski kongurin takið á
danska konginum. Eitt skifti var tað enntá heilt nær við, at Danmark
ikki longur var til sum sjálvstøðugt ríki.
Harðast gingu kríggini út yvir vanliga fólkið, sum í roynd og veru
ikki luttók í krígnum. Bøndurnir skuldu fáa herinum mat til vega. Og
mangan vóru teir eyðrændir av fíggindum, eins væl og hermonnum, ið
skuldu verja landið. Í kjalarvørrinum av kríggjunum fylgdi pest og aðrar
deyðiligar sjúkur.
Heimssoega_1_dd.indd 134
8/7/1