Page 11 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
norðurhválvinum og merktu á einum klingrumúri,
hvar stjørnan fór upp og niður. Millum hesi bæði
merkini var beinur norðan. Sjálvt staðið hevði eisini
týdning. Pýramidurnar skuldu standa vestanfyri
Nilánna, tí egyptar hildu, at deyðaríkið lá vestanfyri
har sum sólin setti. Tær skuldu standa nær við
Nilánna, men ikki ov nær, havandi í huga tær árligu
vatnflóðirnar. Haraftrat skuldi tað vera nóg mikið av
gróti nærhendis. Tað staðið, sum var í samsvari við
alt hetta, var hálendið við Giza.
Ein pýramida verður bygd
Egyptar máttu royna seg fram í pýramidu­bygg­ingini.
Eingin hevði jú áður bygt pýramidur. Hetta førdi við
sær, at tað ikki altíð eydnaðist. Men egyptar lærdu
av mistøkunum, og so við og við vórðu teir meistarar
í at byggja pýramidur.
Tá tær stóru pýramidurnar við Giza vóru bygdar,
høvdu egyptar minst hundrað ára royndir í at byggja
pýramidur. Tá teir fóru undir arbeiðið, vóru tað
ógvu­liga dugnaligir arkitektar og steinhøggarar,
sum brúktu tann kunnleika, sum var latin teimum í
arv ætt eftir ætt.
Innast í bæði Keops og Kefrans pýramidunum er
ein kjarni av gróti. Hetta er restin av einum stórum
grótryggi. Eingin veit við vissu, hvussu stórur hann
er. Men grótið kemur undan fleiristaðni ovarlaga
uppi í framsíðuni. Í henda grótryggin gjørdu tey
eina sloku niður til eitt gravkamar. Grótryggurin
var høgdur soleiðis, at síðurnar heltu úteftir. Síðani
fóru teir at byggja pýramiduna kring tann hallandi
grótryggin. Teir royndu at fáa so nógv burtur úr
grót­rygginum sum gjørligt, fyri at sleppa frá at laða
so nógvar steinar í grundstøðið. Teir størstu stein­
arnir vigaðu upp ímóti 15 tonsum. Eftir hetta byrjaði
pýramidan spakuliga at hækka. Ein ella fleiri stórir
skráar vóru brúktir til at draga teir stóru steinarnar
upp í sjálva pýramiduna.
Fyri at sleppa frá at brúka teir størstu stein­
arnar høvdu byggimeistararnir fleiri snildir. Ein av
snildunum var, at allir steinarnir ikki vóru líka stórir.
Teir gjørdu teir minni, longri upp eftir pýramiduni
teir komu.
Innan fyri tað uttasta lagið av stórum steinum,
hava fornfrøðingar harumframt funnið ífyllu av
smágróti, grúsi og leiri. Tær stóru pýramidurnar eru
sostatt ikki bert av høgdum steinum tvørturígjøgn­
um. Framsíðan varð at enda klødd við stórum krita­
hvítum kálksteinum, sum góvu pýramiduni eina
slætta, hvíta síðu.
Hvussu nógv arbeiddu og hvussu leingi
Fornfrøðingar hava grivið út búsetingar við pýra­
mid­urnar, har tað hava búð umleið 4.000 menn­
iskju. Her búðu allarhelst arbeiðsfólkini. Tað var
óivað brúk fyri fleiri fólkum enn so. Tey 100.000
fólkini, sum Herodot nevndi, høvdu heilt einfalt
ikki fingið pláss við byggiplássið. Harafturat var
tørvurin á arbeiðsfólki ymiskur í teimum ymisku
byggiumførunum.
Jú hægri upp tey komu, tess minni var at byggja.
Tí ber ikki til at siga neyvt, hvussu langa tíð tað tók.
Kanska 15-20 ár?
Á fleiri av steinunum hava tey funnið ámálað
nøvn. Hetta eru nøvn á teimum arbeiðsliðum, sum
hava arbeitt við at byggja pýramiduna. Granskarar
hava funnið nøvn sum “Bátstoymið”, “Tað sterka
toymið” og “Tað treysta toymið” á steinunum.
1
Hví vórðu tær tríggjar stóru pýramidurnar bygdar?
Hvat vórðu tær brúktar til?
2
Hví var tað so neyðugt, nágreiniliga at fáa avgjørt,
hvussu pýramidurnar skuldu standa? Hvussu varð
tað gjørt?
Heimssoega_1_dd.indd 33
8/7/1