Page 10 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
STEÐGISTAÐUR
Pýramidurnar verða bygdar
Pýramidurnar eru tað einasta av
teimum 7 und­urverkunum frá forn­
øldini, sum enn eru til. Tær eru dømi
um eini undranarverd evni at gera
nágreiniligar útrokningar, eina
ómetaliga fyriskipan og eitt ótrúligt
arbeiðsavrik.
Til allar tíðir hava menniskju verið hugtikin av pýra­
mid­unum. Var tað veruliga gjørligt at reisa hesar
veld­igu bygningarnar fyri so langari tíð síðan?
Ja, tað sýnir, at menniskju í teirri tíðini hugsaðu á
sama hátt, sum vit gera í dag. Tey høvdu ikki okkara
tøkniligu hjálparamboð, men tey hugsaðu sær til
egnar tekniskar loysnir sum riggaðu.
Herodot vitjar Egyptaland
Tá tann grikski søguskrivarin Herodot í 400-talinum
f.Kr. fór til Egyptalands, vitjaði hann ivaleyst tær
stóru pýramidurnar við Giza. Tær vóru, tá hann kom
á vitjan, longu 2.000 ára gamlar. Hóast sín høga
aldur vóru tær enn um hesa tíð taktar við einum
lagi av kritahvítum kálksteini, sum átti at skyggja í tí
mikla sólarljósinum.
Hann fekk at vita, at tað hevði tikið 20 ár hjá
100.000 fólkum at byggja Keopspýramiduna, sum er
tann størsta pýramidan. Herodot fekk eisini at vita,
at hon er laðað upp av meira enn 2.500.000 høgdum
steinum. Hetta er helst ikki heilt satt, men Herodot
trúði tí, hann fekk at vita.
Tær fyrstu pýramidurnar
Tær stóru pýramidurnar vórðu bygdar umleið 2600-
2100 f.Kr. – meðan Gamla ríkið var. Aftan á tær
bygdu egyptar fleiri smærri. Tað finnast leivdir av
fleiri enn hundrað pýramidum í Egyptalandi.
Trappupýramidan í Sakkara er tann fyrsta pýra­
mid­an. Hon var bygd í 2600-talinum f.Kr. Arkitekt­
ur­in varð nevndur Imhotep. Hann varð hildin at vera
ein gandakallur, so løgið hildu egyptar tað vera at
byggja pýramidur.
Tær tríggjar stóru
pýramidurnar við Giza
Gott og væl hundrað ár eftir, at Imhotep hevði bygt
sína fyrstu pýramidu, varð Keopspýramidan laðað
við Giza, umleið 2500 f.Kr. Hon er tann størsta av
øllum pýramidunum, umleið 146 metrar høg. Tær
fýra síðurnar eru 239 metrar langar hvør. Rúmmálið
er drúgvar 2,5 milliónir m
3
. Hetta er eitt risastórt
bygningsverk. Hinar báðar pýramidurnar eita Kefran
og Mykerinos.
Grundin verður løgd
Tá ein pýramida varð bygd, skuldi fyrst gerast av,
hvar hon skuldi standa. Tað var týdningarmikið,
at pýramidan stóð rætt. Síðurnar skuldu vera púra
beinar í mun til tær fýra ættirnar. Teir leitaðu eftir
beinum norðan við at
kanna stjørnurnar. Prest­
ar, kønir í stjørnu­
frøði, valdu sær út
eina stjørnu á
Heimssoega_1_dd.indd 32
8/7/1