Page 12 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
34
Grikkar
– lærarar Evropa
T
ey seinastu túsund árini av fornøldini verða nevnd
antikkin
,
um­leið 500 f.Kr.-500 e.Kr. Tað verður ofta sagt, at vesturlendska
mentanin byrjar í tí antikka ella fornaldarliga Grikkalandi. Har vóru
heim­spekingar, støddfrøðingar, stjørnufrøðingar, tøkningar, læknar og
upp­finnarar. Og tað var har, at sjónleikur, bókmentir og list, sum enn
verður hámett, varð skapt. Eisini teir olympisku leikirnir koma frá grikk­
um og f leiri av ítrótt­agreinum okkara. Renning, longdarlop, klingru- og
spjótkast vóru eisini við í teimum fornu leikunum.
Tað, sum vit nevna mentan, er eitt úrslit av forvitni menniskjunnar
og frælsa skapanarevni hennara gjøgnum eitt langt tíðarskeið. Og grikk­
ar vóru bæði forvitnir og uppfinningarsamir. Harumframt vóru teir
hand­ilsfólk, og keypmenninir tóku til sín nýskapan og uppfinningar úr
Fønikia, Persia og Egyptalandi.
Fólkaræðið
er helst tann týdningarmesti arvurin úr Grikkalandi. Í
Athen lá valdið hjá einum fólkatingi, ikki hjá einum einavaldskongi. Men
tað vóru bert frælsir menn, sum høvdu atkvøðurætt og sum kundu vera
við í politiskum avgerðum. Kvinnur og trælir sluppu ikki upp í part.
Grikkin
Herodot
, sum livdi í 400-talinum f.Kr., verður ofta nevndur
faðir at søguskrivingini. Herodot ferðaðist nógv, og bøkur hansara eru
enn týdningarmiklar søguligar keldur. Kunnleikin til grikska mentan
og søgu var f luttur víðari til vesturlond av rómverjum og arabum.
Kreta
Umleið 2000 f.Kr. komu grikkar til tað núverandi grikska meginlandið,
og umleið 1400 f.Kr. hertóku teir oynna Kreta.
Kretabúgvar tykjast at hava verið eitt friðarligt fólk, ið sætaði sær úti í
Miðjarðarhavi. Útgrevstrar sýna, at býir teirra ongar verjumúrar høvdu.
Og eftir øllum at døma høvdu kvinnurnar eina sterka støðu í sam­fe­
lagnum.
Fornfrøðiligir fundir sýna, at Kreta hevði lívligt handilsvirksemi við
f leiri av londunum kring Miðjarðarhav, ikki minst Egyptaland. Men
umleið 1400 f.Kr. oyðilegðist oyggin fullkomiliga. Granskarar vita ikki,
um tað kom av griksku hertøkuni ella av ógvusligum eldgosi á eini oyggj
nærhendis Kreta.
Hátt yvir húsatekjurnar
í Athen reisir Akropolis
seg, tann veldigi
kletturin við templum
sínum. Mest ásýniligt er
Parthenontemplið, sum
varð bygt í 440-árunum
f.Kr. og er halgað Athenu,
verndargudinnu Athens.
Heimssoega_1_dd.indd 34
8/7/1