Page 89 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Í Jerúsalem var ein hylur, sum kallaðist Betesda. Ein
bygningur var laðaður um hylin. Bygningurin hevði
fmm súlnagangir. Framvið hylinum lógu nógv sjúk og
veik fólk. Hesi bíðaðu øll eftir, at aldur ella rørsla av
onkrum slagi skuldi síggjast á stilla vatninum í hylinum.
Tey trúðu, at tað var eingil Harrans, sum steig niður í
hylin og órógvaði vatnið. Tann, sum tá var fyrstur niður
í vatnið, gjørdist frískur aftur, sama hvørjari sjúku hann
var raktur av.
Við hylin í Jerúsalem lá eisini ein maður, sum hevði verið
sjúkur í 38 ár. Jesus sá hann liggja har og visti, at hann
longu hevði ligið langa tíð. Hann segði við mannin: “Vilt
tú verða frískur?” Maðurin svaraði Jesusi: “Harri, eg
havi ongan, sum kann hjálpa mær út í hylin, tá ið vatnið
verður órógvað. Eg eri altíð ov seinur. Jesus svaraði:
“Reis teg upp, tak song tína og gakk.” Og í stundini varð
maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk.
Hvat gera
menninir?
8
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 87
21-06-1