Page 88 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Náaman var spitalskur. Náaman hevði hoyrt um
profetin Elisa í Sámáriu, sum lekti mong menniskju.
Náaman fór við rossum og vagnum og steðgaði
fyri durunum hjá Elisa. Elisa kom ikki sjálvur út at
heilsa Náaman. Hann sendi tænara sín út við hesum
boðunum: "Far og baða tær sjey ferðir í Jórdan, ­
so verður tú frískur aftur."
Náaman gjørdist frtin. Hann var komin at práta við
profetin, men hann slapp bara at tosa við tænaran
hjá honum. Hetta var ovboðið. Náman vildi als ikki
baða sær í eini skitnari á, tað var hann ov fínur til!
Hann gjørdi til at fara heim aftur, men so fór hann
at ivast. Kanska skuldi hann bara roynt tað, sum
Elia bað hann gera. Hvat kundi henda? Hann hevði
einki at missa. Um hann ikki gjørdist frískur, fór
hann at doyggja. Hann gjørdi av, at gera eina roynd.
Náaman stóð nú í ánni Jordan og hevði verið seks
ferðir undir vatni. Húðin var als ikki broytt, einki
var hent, hann var líka spitalskur nú, sum tá hann
kom. So fór hann undir eina síðstu ferð og hesaferð
gjørdist húðin frísk aftur. Hon var rein og mjúk sum
á smábarni. Náaman takkaði Gudi fyri, at hann var
vorðin frískur.
Lekjandi vatn
86
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 86
21-06-1