Page 90 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Allahalgannadagur
Árið 1913 var komið væl á hall. Jólini, tann stóra gleðihátíðin,
var í hondum, og menn lógu framvið at sleppa á fot og fáa
fekst niður í løgin til jóla.
Tollaksmessudagur kom, ein avbera vakur morgun,
dýrdarveður, og hópur av bátum leitaðu til havs, eisini
skarðmenn. Men skjótt er Harranum um; brádliga sum
eitt skot brendi hann á av landnyrðingi og tað ikki við
eirindum, skrið stóð eftir sjónum og kolasvart í kavaroki.
Har hjálpti hvørki kreftir ella skil, um teir vóru staddir
út frá landi, sjálvt mætastu sjógarpar máttu lúta í so
ójøvnum bardaga.
Tríggir bátar komu ikki aftur hendan minniliga
tollaksmessudag og 19 mans sjólótust, 6 við
Norðdepilsbátinum, 6 við Kuniabátinum og 7 við
Skarðbátinum. Hetta var størsta ólukkan við árabáti í
søguligari tíð. Fyri Skarðbygd var henda ólukka onki minni
enn ein deyðsdómur.
Brot úr “Havið og vit - minniligir dagar”
88
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 88
21-06-1