Page 42 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Her er
munur á!
Yasmin er úr eini bygd í einum landi, sum eitur
Nepal. Yasmin gongur ikki í skúla, men arbeiðir
á eini vevstovu, har hon ger teppi. Sum nógvar
aðrar smágentur varð hon send burtur fyri at
­arbeiða. Familja hennara er fátøk, tey hava ikki
nóg mikið av mati til øll, men her fær Yasmin mat.
Tað er einasta lønin, hon fær, so leingi hon er í læru.
­Yasmin arbeiðir uttan steðg og er lin og móð. Hon droymir
um grønar ongir, sólina og mammuna. Arbeiðsdagurin er
­langur. Hon byrjar at arbeiða tíðliga um morgunum og arbeiðir,
til kvøldið kemur. Um kvøldið leggur hon seg at sova í einum
rúmi saman við nógvum øðrum børnum. Tey eiga ongar sengur
at sova í, men sova á gólvinum.
40
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 40
21-06-1