Page 41 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Barnarættindi
11. grein:
Barnaræning
Samfelagið hevur skyldu at forða
fyri, at børn verða rænd í útlondum
av foreldrum ella øðrum.
12. grein:
Rættur at siga sína hugsan
Børn hava rætt at siga sína hugsan
og krav um, at hugsan teirra verður
vird.
13. grein:
Frælsi at bera boð og fáa upplýsingar
Børn hava rætt at boða frá sínum kenslum og
sjónarmiðum, tó uttan at gera seg inn á annara
rættindi. Børn hava rætt at leita eftir, fáa og lata
upplýsingar frá sær.
25. grein:
Reglulig kanning av viðurskiftum hjá
børnum á stovni
Samfelagið hevur skyldu til við regluligum
millumbilum at kanna viðurskiftini hjá
børnum, ið búgva á røktar- og
viðgerðarstovnum.
27. grein:
Lívskrøv
Børn hava rætt til hóskandi lívskrøv. Foreldrini
hava høvuðsábyrgdina av, at hesi krøv verða
lokin, og samfelagið hevur skyldu at hjálpa til,
um tað er neyðugt.
31. grein:
Frítíð og hvíld
Børn hava rætt til frítíð,
hvíld og spæl og at taka lut í
mentanarligum og skapandi
virksemi.
3
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 39
21-06-1