Page 43 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Ymisk lív
Elsa og Rói eru systkin. Tey búgva í einum húsum
­saman við foreldrum sínum. Húsini eru ikki stór, men
bæði børnini hava hvør sítt kamar. Tey kunnu lata
hurðina aftur og vera einsamøll, tá ið tey hava brúk fyri
tí, og tey kunnu bjóða vinum við heim. Elsa og Rói eru
tvey heilt vanlig føroysk børn. Hvønn morgun fara tey
upp, eta morgunmat og fara í skúla. Eftir skúlatíð fara
tey til ymiskt frítíðar­virksemi. Elsa svimur og er skóti,
meðan Rói sparkar fótbólt. Bygdin, tey búgva í, er góð
og trygg. Ongum nýtist at líða neyð.
4
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 41
21-06-1