Skip to main content

Vár

Símun av Skarði

Sjónleikur í fimm pørtum.

Skrivaður í 1904

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis

Tey leikandi

Ólavur, bóndi.

Anna, kona hansara.

Haraldur, sonur teirra.

Sigrið, dóttir teirra.

Marin, arbeiðskona teirra.

Hanus træsmiður, granni teirra.

Sjúrður av Toftum, gestur hjá Ólavi bónda.

Stina.

 

To top

Fyrsti Partur

Stova hjá Ólavi bónda; seinnapartin leygardag um várið; Anna situr við borðið og bindur.

Anna (starir eina løtu gjøgnum vindeygað og sigur fyri seg sjálva).

Eg meini summarslýkka er komin í luftina; veðrið er líka vakurt í dag, sum tað hevði verið um jóansøkuleitið. - Og so nógv, sum nú er velt, eg meini, at heimara stykki okkara er nærum liðugt. Eg kvíði, Ólavur fer at arbeiða so, at hann fær mein av tí. (Sigrið kemur inn; tað sæst á henni, at hon hevur havt ein strevnan dag).

Sigrið.
Tað er ein góð løta síðan, vit vóru lidnar við stórvaskið, og nú er alt so skínandi reint. Marin fór nú í ánna at vaska skamlar, tuflur og annað smátt; hon kann seta tað at torna úti undir veggi. Hon bað meg geva uppat, og eg var glað við; tí eg kendi meg so móða.

Anna.
Eg eri bangin fyri, at tú hevur overvað teg í dag; eg hugsi, tú manst ikki orka so nógv.

Sigrið.
Mær tykti synd í Marini, at hon skuldi hava so stórt stríð einsamøll. Men nú er eisini vaskað bæði í erva og neðra, so fyri tann skuld kann summarið koma, tá ið tað vil - og beiggi eisini.

Anna.
Tað hugsi eg, at tú minnist á beiggja tín; men tú, góða, sært mær ikki summarslig út, tað er ikki tí, tú talar um summar.

Sigrið.
Hví siga tygum tað?

Anna.
Tú ert vorðin so følin hesa seinastu tíðina, góða; eg haldi meg síggja á tær, at tú ert ikki frísk.

Sigrið.
Mær bagir einki.

Anna.
Tú hevur ikki nevnt um nakað. Orðatakið sigur, at “tunn eru móðuroyru”; men eg skal siga tær, at móðureygu síggja gløgt eisini, og væl havi eg ansað eftir, at tú hevur ikki verið so glað nú sum í fyrstuni, tá tú vart heimafturkomin av Toftum.

Sigrið.
Ein kann ikki altíð vera glað.

Anna.
Jú, góða, eg síggi, at tær bagir nakað, men eg dugi ikki at siga, hvat tað er. (Letur stokkarnar detta niður í fangið). Eitt sindur løgið tykir mær, at tú ikki enn sum áður kanst lata foreldur tíni vita um tað, sum tyngir tær á hjartað. Næst Harranum hevur tú ongan betri at venda tær til enn okkum, og tað er ikki vist, at vit ikki kunnu lætta tað, sum tyngir. Ikki hugsi eg, at vit nakrantíð hava víst tær frá okkum, tá ið tú hevur havt okkurt at føra fram.

Sigrið (kastar seg um hálsin á mammu síni).
Mær leingist.

Anna.
Signað veri tú fyri, at tú hevur álit á okkum. (Undrandi). Tær leingist; segði tú ikki, at tær leingist?

Sigrið:
Jú.

Anna.
Og tú vilt kanska fegin sleppa burtur aftur?

Sigrið.
Ja.

Anna.
Tað er mestan tí, tú hevur lagt tær so nær í dag við at vaska; tú vildi hava tað burturavgjørt, áðrenn tú fert.

Sigrið.
Ja, eisini tað. (Fer yvir til hitt vindeygað).

Anna.
Men hvussu ber tað til? Tú hevur verið so stokkuta stund heima enn. Tað er jú so stutt síðan, tú komst aftur av Toftum; og longu leingjast?

Sigrið.
Eg kann ikki gera við tað.

Anna (tekur stokkarnar upp aftur at binda).
Og ta fyrstu tíðina tú vart heimafturkomin, vart tú so ógvuliga glað og fegin. Tað vóru vit eisini, tí helst vilja vit hava teg heima hjá okkum.

Sigrið.
Eg veit tað. Mær hevði eisini dámað best at verið her; men eg kann ikki gera við, at mær leingist.

Anna.
Alt skal verða gott aftur; vit skulu gera, hvat vit kunnu. Men eg kann ikki væl finna høpi í hesum; tí áðrenn tú komst heimaftur, skrivaði tú til okkara, at tær dámdi ikki at vera á Toftum longur; og nú leingist tær útaftur.

Sigrið.
Eg vil ikki sleppa út aftur á Toftir.

Anna.
Men góða barnið, hvar vilt tú tá sleppa?

Sigrið (hjartkipt).
Eg veit ikki sjálv, onkustaðni – bara eg kann sleppa burtur hiðani.

Anna.
Er tað bara longsul, tær bagir, so skulu vit finna onkrar útvegir. Men tú mást siga hetta við pápa tín; hann plagar altíð at vita ráð.

Sigrið.
Talið tygum við pápa.

Anna.
Hví tá? Tað er betri, tú gert tað sjálv.

Sigrið.
Eg tori ikki.

Anna.
Tvætl í teg. Er tað løn at geva honum afturfyri, at hann altíð hevur verið so góður við teg og hildið so ógvuliga nógv av tær?

Sigrið.
Á mamma, tað er júst tí, eg ikki tori; tað pínir meg, at eg skal gera honum hetta ímóti at fara frá tykkum nú. Tygum vita ikki, hvussu tungliga tað fellur mær.

Anna.
Ja, ja, vit fáa nú at síggja; eg veit, hann vísir tær ikki burtur. Annaðhvørt tú kemur sjálv til hansara ella ikki. - Men er hann ikki komin inn enn? Leygardagur er, og tá dámar honum lítið at arbeiða langt út á kvøldið. Eisini má hann vera móður; hann hevur velt alla vikuna.

Sigrið.
Tað er ein løta, síðan hann kom; hann letur seg úr um føturnar inni í roykstovuni og vaskar sær. Tygum skuldu vitað, hvussu stór veltan nú er.

Anna.
Eg síggi hana her, sum eg siti, bara eg kveiti út gjøgnum vindeygað. Er heimara stykki ikki nærum liðugt nú?

Sigrið.
Tað er reiðiliga liðugt. Tygum trúgva ikki, hvussu nógv hann hevur velt í dag. Síðani Haraldur skrivaði, at hann brátt kom aftur til Føroya, er tað sum arbeiðið hevur gjørt seg av sær sjálvum, so lættliga fellur tað fyri hondunum á pápa; eg hugsi tað er av gleði.

Anna.
Hevur hann fingið nakað heitt frá tær, síðan hann kom inn?

Sigrið.
Nei, men nú skal eg fara at seta honum ein drekkamunn útá. (Hon fer).

Anna (hyggur eina løtu móti durunum; letur so stokkarnar detta niður fangið).
Ja, soleiðis er tað. Ásýnt hevur tað verið á henni, at hon hevur ikki verið væl til passar, og tað er ikki at undrast yvir, at henni tykti nógv fyri at siga, hvat ið bagdi; tí eg veit, at hon vil hjálpa okkum, hvat hon kann. - Undarligur longsul hjá henni, ikki at vita, hvørjum henni leingist eftir! Tó Sigrið er nú vaksin genta, fullbúgvin á ein og hvønn hátt; tað er tí møguligt, at hon í barmi sínum nú kann bera kenslur, sum hon neyvan vil gera okkum kunnug við. Er tað ikki eisini halgibrot at ríva tær dýrabarastu kenslurnar út úr barminum á einum øðrum? Um tað so er millum foreldur og børn, eigur ein og hvør at vera varligur. Foreldrini eru eitt og alt í barnaárunum; men tá ið tey eru farin, koma aðrar kenslur. - Ja, skaparin hevur gjørt alt vísiliga. - Harrin leggi góðar vegir fyri henni, hvar hon fer!

Ólavur (kemur inn og heilsar konu síni).
Hoyr, hvat situr tú og hugsar um í dag? Tú sært mær so ógvuliga álvarsom út.

Anna.
Ja, eg hugsi eisini um mangt. Teg hugsi eg um; er tað skil á, at tú nú alla vikuna hevur knossast við at velt - at verið einsamallur á bønum. Vit eldast bæði, og tú kanst ikki vera mentur at arbeiða nú, sum tá tú vart ungur.

Ólavur.
Hesin gamli hjá tær er ikki so fyri ongum enn. Teir ungu ganga og reypa av roysnum, teir gera - tá eg var ungur (hann lær upp á Onnu), dámdi mær eisini væl at gera roysni. -

Anna.
Ja, tá!

Ólavur.
Men nú fáist eg ikki við sovorðið longur. Og hvat liggur á tí? Kann eg ikki gera roysni sum teir ungu, so kann tað væl vera, at teir leggjast skjótari fyri enn eg. Hesin gamli pøsist ikki so skjótt. Tó má eg siga, at eg eri móður í kvøld; men nú gleði eg meg til, at Haraldur brátt kemur aftur.

Anna.
Harrin sendi hann aftur við heilsuni, so fært tú eina góða hjálp; tær tørvar tí ikki at leggja tær so nær nú. Hann verður her kanska, áðrenn átta dagar eru farnir.

Ólavur.
Nú fer hann at læra pápa sín at velta, tí nakað kønur man hann nú vera í øllum, sum viðvíkur jarðardyrking.

Anna.
Nú eg veit, at hann skjótt skal koma aftur, leingist mær nógv meira, enn mær hevur longst áður. Eg minnist so væl til hin dagin, hann fór til Noregs; ikki var tað sørt, at eg græt, og eg helt við hann, at hann fór at koma burturímillum yvir í Noregi, tí har kendi hann ongan. Eg minnist tað so væl, sum tað hevði verið í dag, at hann segði við meg: „Grátið ikki, mamma, tygum vita, at eg fari at vitja skyldfólk."

Ólavur.
Hann hevði grein í sínum máli; alt er eitt ættarlið: norðmenn og føroyingar - teir eru sprotnir av somu rót.

Anna.
Tráur var hann at sleppa til Noregs, og tó hann heldur sær hava dámað væl, er hann fegin um at koma heim aftur. Signaður veri hann, at hann ikki gloymdi foreldur síni.

Ólavur.
Eg hugsi, tað er fyri honum, alt er so væl skúrað í dag. - Men sig mær, hevur Sigrið vaskað við Marini?

Anna.
Ja, hon hevur, hví spyrt tú so?

Ólavur.
Eg veit ikki; mær tykir hana vera so tungliga í hesi tíðini; man henni bagga nakað?

Anna.
Hvussu meinar tú?

Ólavur.
Hon sær so syrgiliga illa út; tað er tí, eg spyrji, at eg haldi hana ikki vera føra fyri nøkrum stórvegis arbeiði.

Anna.
Hevur tú eisini ansað eftir tí?

Ólavur.
Ja, meir enn so, men eg havi ikki viljað nevnt nakað.

Anna (suffar).
Jú, so er, at hon er ikki væl til passar. Eg havi leingi sæð tað á henni; men í dag spurdi eg hana.

Ólavur:
Hvat segði hon?

Anna.
Eg mundi ikki fingið nakað út úr henni, og eg eri ikki vorðin stórt klókari av tí, hon segði; eg eri nærum bangin um hana, tí hon gongur í øðrum heimi altíð og kann ikki festa tankarnar við nakað.

Ólavur.
Tú gert meg býttan av tær. Hvat segði hon tá?

Anna.
Hon segði , at sær longdist burtur aftur; men tað kann ikki bera til, so fegin sum hon var í fyrstuni, hon var heimkomin. Og tað undarligasta er, at útaftur á Toftir dámar henni ikki at fara.

Ólavur.
Hvat sigur tú? Hetta er jú alt skilaleyst og ikki høpi í tí.

Anna.
Tað kann sýnast so. (Dyggiliga). Men vit mugu fara varliga fram; tí hon hevur álit á okkum enn sum áður.

Ólavur:
Vit eldast og kunnu væl ikki vera henni nóg mikið longur.

Anna.
At hon er tigandi, kemur vist meir av, ætli eg, at hon eldist, enn at vit eldast.

Ólavur.
Hvat er tað, tú sigur, at hon eldist; hon er so at siga barn enn.

Anna.
Tað er júst tað, hon ikki er. Minst til, at hon er vaksin genta og -

Ólavur (nikkar).
Ja, ja, eg veit, hvat tú meinar; men hon skal í mær hava hin sama enn sum áður. Tað sæst so væl á henni, at hon er følnað í hesum seinastu fjúrtan døgunum. Tað batar ikki, at hon gongur so stúrin; men hon er ung, og lívsgleðin kann skjótt koma aftur.

Anna.
Eg stúri fyri tí.

Ólavur.
Hví tá? Um sólin eina løtu er huld av einum mjørkaflóka, so kemur hon undan aftur og skínur tá líka bjart sum áður.

Anna.
Tú hevur altíð so gott mót, og tú plagar tíbetur at hava sólskin við tær, hvar tú fert.

Ólavur.
Tað er nakað í tí, og eg má takka honum, sum hevur givið mær ta gávu. (Sigrið kemur inn eini smáørindi; í tí hon ætlar sær av stað aftur, sigur Ólavur við hana) Nú, góða dóttir, ert tú ikki glað, nú beiggi tín kemur aftur?

Sigrið.
Tað vita tygum, at eg eri glað.

Ólavur:
Men tú fert væl ikki frá okkum, áðrenn hann er komin?

Sigrið (smæðin).
Mamma hevur so sagt tygum, at eg fegin vil sleppa burtur aftur.

Ólavur.
Ja, góða, vit halda bæði, at kinnar tínar eru nóg so bleikar (hann klappar henni á kinn), og at tú ert ikki nóg væl hýrd.

Sigrið.
Tað verður alt betri, tá eg komi burtur.

Ólavur.
Tað vænti eg eisini. Men hvat er tað, sum tyngir teg? Hví dámar tær ikki at vera heima hjá mammu og pápa longur? Nakað baggar; men hvat tað er, vita vit ikki.

Sigrið.
Eg skal siga tykkum alt, alt; ikki vil eg dylja nakað fyri tykkum. Men eg havi ikki komið mær til at sagt tað fyrr; eg kann ikki gera við tað. Eisini helt eg tykkum longu vita, hví eg vil sleppa burtur.

Ólavur.
Vit vita einki, góða.

Anna.
Einki sindur.

Sigrið.
Tað er tykkum tá kunnugt, at Hanus træsmiður gongur her dag og dagliga.

Anna.
Tað er ikki nýs tilkomið.

Sigrið.
Hevur hann ikki gingið meira her nú, síðan eg kom aftur, enn hann gekk áður?

Anna.
O nei, hann hevur gingið nógv her, líka síðani hann fór at fríggja til Marina.

Sigrið.
Tað er einki teirra millum longur.

Ólavur.
Men hvussu - hvat er tað tú sigur?

Anna.
Kann tað bera til?

Sigrið (dyggiliga).
Soleiðis er, sum eg sigi; Hanus hevur sligið upp við Marini, og nú fái eg ikki frið fyri honum. Men ikki á ævini skal tann dagur koma, at eg verði kona Hanusar. Eg havi sagt honum tað einaferð; men tað rínur ikki við hann, hann er altíð í hølunum á mær. Nógv tykir mær fyri at fara frá tykkum; men eg kann ikki vera heima, meðan hann gongur við hetta lag.

Ólavur (álvarsamur).
Eg skal taka tað upp á meg at fáa skil á hesi sak; eg skal hitta Hanus, áðrenn langt um líður, og hann skal eftir tað ikki hava miklan hug at koma aftur á gátt í hesum húsi.

Sigrið.
Eg biði og bøni tygum um at lata vera; tí lønin, tygum fáa afturfyri, verður einans tann, at vit koma í fólkamunn í allari bygdini. Eg veit væl, at fólk eru longu farin at teska aftan fyri bak.

Ólavur.
Og so langt er tað longu komið. Men hví hevur tú ikki sagt okkum hetta fyrr?

Sigrið.
Mær tykti tað so nógv fyri; eg biði tykkum um at fyrigeva mær tað.

Anna.
Ja, góða barnið, tað er alt gott.

Ólavur.
Tú skalt sleppa av stað skjótt; hevði eg fyrr fingið hetta at vitað, skuldi tú fyrr verið farin. Og nú hevur tú gingið og pínt teg sjálva, so tú ert bæði bleik og følin. Men nú skal eg ein av teim fyrstu døgunum koma við tær sjálvur, og eg vænti abbabeiggja tín at verða nakað bilsnan, tá ið tú nú kemur aftur. Tað er eisini mangur dagur, síðan eg sá hann, og eg vænti, hann verður nakað blíður; ógvuliga góður hevur hann eisini verið við teg. - Men tað er rætt, mamma tín segði mær, at tær dámdi ikki væl at fara út aftur á Toftir. Hvat skulu vit so gera?

Anna (við Sigrið).
Hvat heldur tú, abbabeiggi tín sigur, um tú fert burtur onkra aðrastaðni? Tað verður honum ein stór sorg.

Sigrið.
Hann verður ógvuliga ringur um tað, og eg vil neyvan gera honum tað ímóti; tí eg veit, hvussu nógv hann heldur av mær. Eisini vil eg heldur fara har út enn vera heima, sum nú er háttað.

Anna.
Tá ið beiggi tín er komin, so er tað best, tú fert. Vit hjálpast heima; tí Marin er bæði dúglig og fittlig.

Sigrið.
Tað er so við mær, at mær tráar tó at koma útaftur á Toftir.

Ólavur (sum hann hevði grunað nakað).
Har er tó kanska onkur, sum tú helst vilt vera langt burtur frá?

Sigrið. Tað er stundum so, at einum leingist mest eftir tí, sum hann hevur mestan ótta fyri at hitta.

 

To top

Annar partur

(Í túninum við stovu Ólavs bónda).

Marin (setur skamlar, tuflur, stampar og annað til terra og blæsur).

Hetta er ikki fyri eitt veikligt konufólk at ganga her og mala dag út og dag inn. Ikki tí, eg havi tað gott, og bæði Ólavur og Anna eru góð við meg, og eg eri góð við tey. Eg eri nú dottin í stavir og orki ikki at sleipa enn sum áður. Eitt má eg siga um húsbóndafólk míni, og tað er, at tey gjørdu skeivt, tá tey tóku Sigrið heim aftur. Tey kundu latið hana verið har, sum hon var. Hví skal hon endiliga rekast her undir móðurlærinum? (Suffar). Hevði hon ikki komið heim aftur, so hevði Hanus ikki nú gingið og malið eftir henni sum ein høvuðsóttarseyður; og hevði Hanus ikki havt fingið hug á henni, so hevði hann nú fríggjað til mín; og hevði Hanus fríggjað til mín nú, so hevði eg verið so glað og fegin sum smálamb á krossmessu. Á, hvat verðin er grúilig! Ein mánað herfyri var alt ljóst og vakurt, nú er alt myrkt og ljótt; tá fall arbeiðið mær líka lættliga, sum tað nú fellur tungliga. (Hon setur seg; hálvgrátandi). Hanus, Hanus, hvat tú ert harðhjartaður móti mær, at tú ikki vildi tosa vinarliga við meg uppaftur, og at tú ikki gitir kveita til mín, um vit møtast. Men hann hevur heldur ikki verið óvinarligur móti mær. (Hon reisist). Kanska eg geri honum órætt. Á, Hanus, Hanus! signaður Hanus! fyrigev mær, um eg geri tær órætt; og tað skalt tú vita, at um eg geri tær órætt, so er tað tó alt av kærleika til tín. (Setur einar tuflur). Hesar fittu tuflurnar - eg minnist so væl, at hann kom við teimum eitt kvøld í skýming. Tá eg spurdi hann, hvat hann skuldi hava afturfyri, setti hann bara varrarnar so (hon setur varrarnar til at kyssa), og eg sá við tað sama, hvat tað hevði at týða. (Hon kelar fyri tuflunum).

Stina (úr ánni við vatni, sær Marina kela fyri tuflunum).
Ha ha ha ha ha ha!

Marin.
Á, hvat eg var kløkk av tær; hví stendur tú har og flennir sum eitt fávitskut?

Stina.
Eg kom at hugsa um Hanus træsmið, nú eg sá hasar tuflurnar, ha ha ha!

Marin.
Íðan.

Stina.
Íðan.

Marin (hermir).
Íðan, íðan, íðan! Hanus hevur gjørt mær tuflurnar, og so einki meir. Tú er kanska øvundsjúk, tí tú fært ikki tuflur so bíligar, sum eg fái tær?

Stina.
Ha ha ha! Tú verður ill í tær. Sum tú vilt; kanska alt stendur væl til hjá tær, og at tú hevur fast at halda um?

Marin.
Hvør sigur annað?

Stina.
Eg havi einki sagt, men eg veit, hvat fólk teskar. (Hon ætlar at fara).

Marin.
Stina, Stina! fær ikki enn. Hvat teskar fólk?

Stina.
Spyr Hanus, so sigur hann tær tað.

Marin.
Hanus sigur mær einki longur.

Stina.
Er hann ikki góður við teg enn sum áður?

Marin.
Eg hugsi, hann er ikki so góður við meg nú sum fyrr.

Stina.
Hevur hann sligið upp við tær?

Marin (hjartkipt).
Eg hugsi, hann hevur sligið upp við mær.

Stina.
Tað var illa gjørt.

Marin (grætur).
Á, hvat hann gjørdi illa; eg hugsi, eg forkomi mær.

Stina.
Sanniliga verði eg so eym um hjartað, tá eg síggi teg gráta. Men ver tú sterk, Marin! og rek hann burtur úr huganum, og forkom tær ikki, tí tað vinnur tú einki við. Ver tú bara Marin, og lat Hanus vera Hanus.

Marin.
Hatta fellur tær so lættliga at siga; men hvønn skal eg so fáa mær aftur?

Stina.
Fáa aftur, fáa aftur! tíðliga at tala um tað enn; mást tú tá endiliga hava ein?

Marin.
Tað vil eg júst ikki siga; men nú í fyrstuni fari eg at sakna nógv, og alt verður tómligt fyri mær.

Stina.
Hav nú gott mót; tað verður skjótt betri. Tú fært at síggja, at tíðin bøtir um alt.

Marin.
Kanska tað fer at batna nakað skjótt; eg haldi meg longu vera eitt sindur toygari.

Stina.
Ja, hatta kemur mær fyri; tað er rætt, Marin.

Marin.
Men um nú Hanus verður uppaftur blíður við meg, hvat skal eg so gera?

Stina.
So hann melur í høvdinum á tær enn. Verður hann uppaftur blíður við teg, so ver tú eisini blíð við hann, sjálvandi. Men tú mást, ið hvussu er, lata hann hoyra nøkur orð fyri sín ljóta atburð, áðrenn tú blíðkar teg aftur við hann. Tað er lítið vert at skóna einum sovorðnum vingliskølti. - Nú standi eg her og tvætli tíðina burtur, eg sum havi so nógv vatn at bera. (Hon fer).

Marin (hyggur eftir henni).
Tað var tað, tú hevur hoyrt fólk teska um; men tú hevur víst ikki hoyrt alt, ið teskað verður. Nei, hon hevur ikki frætt, at hann gongur eftir Sigrið. Hevði nú Sigrið givið honum krakk - tað vildi eg; tí so mátti hann komið aftur til mín, og eg skuldi ikki verið so spøk sum á sinni. Nú skal eg vera stygg sum vargaseyður, tá ið Hanus kemur aftur. Men hann kemur ikki aftur; á, hvat verðin er grúilig móti mær! Tó kann tað henda, hann kemur; tí mær tykir, at Sigrið er langt frá at vera so glað nú, sum ta fyrstu tíðina, hon var heimkomin; tað er ikki longur síðan enn í gjárkvøldið, at Sigrið helt, hon skjótt fór at fara út aftur á Toftir. Nei, hon skoytir ikki um hann, eg eri vís í tí; og so kemur hann aftur til mín; ha ha ha ha! Hanus træsmiður! tá noyðist tú at koma aftur til mín; og tað man verða longst sum best fyri okkum bæði. - Hvør er hatta, ið stendur úti við ánna? (Hon skuggar við hondini fyri eyguni). So satt er Stina onnur; nú er vanlukku slatran á henni í dag. Hvat er tað eg síggi: Stina stendur og flennir; eitt annað konufólk sigur henni frá onkrum. Nú er hon næstan um at rivna, nú slær hon hondina á lærið, og nú - (lot) nú peikar hon henda vegin. Á, mítt avynnudýr, so er tað meg, tær tosa um. Hvør skuldi eisini trúð tað um Stinu? Hon, sum talaði so blídliga við meg í míni neyð. Á, hvat verðin er grúilig at liva í! (Fær eyga á tuflurnar). Eg kann ikki tola hasar tuflurnar longur. (Rennir undir tær við fótinum). Rekist har, tykkara klombur; tit minna meg altíð á falsnaran. - Nú kemur Stina aftur henda vegin; eg síggi, hvussu hon gongur í skellilátri. Nei, eg vil ikki síggja hana, eg vil ikki venda mær handa vegin. (Hon setur til terra og vendir bakið móti Stinu).

Stina.
Eg mátti ganga aftur henda vegin fyri at siga tær eini tíðindi, sum eg veit, tú verður ógvuliga fegin um at hoyra.

Marin (reisist knappliga).
Tel mær frá, tel mær frá; signaða Stina, hvat er tað?

Stina.
Bíða nú, bíða nú; lát ikki so í; lat meg fáa munnin fyri meg - - - tað var tað, eg hevði at siga, at Hanus í kvøld ætlar at beta bønarorð fram fyri Sigrið.

Marin.
Áh, áh, áh! eg fái ilt. (Hon er um at svíma).

Stina (setur bytturnar frá sær og styðjar Marina).
Lát ikki so í, og garta ikki so ógvuliga. Hví er hatta so býtt at svíma av ongum! Hanus fær jú krakk.

Marin (ressast).
Ert tú vís í tí?

Stina.
At hann fær krakk? Ja, so satt sum eg eiti Stina Hans-Mikkelsen á Gilinum fær hann krakk.

Marin.
Torir tú at banna upp á tað?

Stina.
Ja, so pílar og skot kann eg banna upp á tað; men eg vil ikki bannast, tí tað er synd.

Marin.
Á, hvat tað lætnaði; - akkurát sum tú hevði tikið ein klíggjastein burtur av hjarta mínum. - Men hvussu hevur tú fingið alt hetta at vita?

Stina.
Tað skal eg so væl siga tær. Eg var undir lækjuni eftir vatni, og har hitti eg hina gomlu í Lon, og hon segði mær alt. - Hvussu hon hevur fingið tað at vita, veit eg ikki; men tað kann eisini gera tað sama.

Marin:
Hvat segði hon meira?

Stina:
Hon segði, at Hanus nú í einar tríggjar vikur hevur ikki gjørt annað enn smíðað. Hann hevur smíðað bæði nátt og dag, og alt eru gávur til Sigriðar: skrín, stólar og dragukistur. Tað stuttligasta av øllum er, at hann eisini hevur gjørt eina song, — ha ha ha! Ikki gott at vita, hvat hann ætlar at brúka hana til; tí hon er so stór, at tað kunnu minst trý liggja í henni, segði hin gamla í Lon. Hann hevur eisini fingið sær eina rúgvu av longum brókum; hin gamla í Lon hevði sæð hann í einum av teimum, og hon legði dýran eið á, at hann í longum brókum var skikkaður akkurát sum eitt brotið heingingartræ. Og veitst tú, hvat hin gamla í Lon segði seinast? Hon segði: “Neyðar Marin, mær hevur altíð tókt synd í henni; men nú vænti eg, at allar hesar gávurnar fara at koma henni til góðar. Tí tað verður endin, at Hanus vendir sær aftur til hennara, og so fær hon, mín góða Marin, bæði dragukistu, stólar og - og song.”

Marin (glað).
Segði hon song eisini?

Stina.
Ja, men segði hon so, og eg eri vís í, at hon meinti, hvat hon segði. - Men tú mást lova mær eitt aftur fyri alt, eg havi sagt tær.

Marin.
Ja, søta Stina; tú hevur gjørt meg so glaða, at eg lovi, hvat tú vilt hava. Hvat er tað?

Stina.
At tekstra Hanus, tá ið hann kemur aftur at hjúkla fyri tær.

Marin.
Trúgv mær, Stina, tað skal onga neyð hava; hann skal fáa at føla, hvat hann hevur gjørt. Nú veit eg, hvat eg skal gera; eg havi lært meira í dag, enn eg lærdi alla ta tíðina, eg gekk til prests, tó at eg tá kundi allan mín kristindóm uttanat. (Errin). Jú, Marin var borin í heim fyrr enn í gjár, og eg skal nú duga at snúgva mær so, at Hanus letur meg fáa brøkurnar, og tær skal eg hava.

Stina.
Tað er gott Marin; halt tað, tú lovar. Nú fari eg í góðum hýri at vaska burturav. (Hon fer).

Marin (fyri seg sjálva).
Stina er tó ein frálík genta - so djørv at siga sína meining. Men hví man hon vera so ill við Hanus? Og hví man hon vilja hava meg at tekstra hann so harðliga? (Hon grundar). Kanska hann onkuntíð hevur fríggjað til Stinu. Ja, hevur hann gjørt tað, so veit eg ikki, hvat eg skal gera við hann, óreinskusettur! Tó, tað kemur mær einki við; nú ræður bara um hjá mær at duga at spæla mín lut í hesum leiki; tí síggi eg rætt, so má hetta fáa nakað skjóta avgerð. - Men hvør er tað, ið har kemur? (Hon skuggar við hondini fyri eyguni). Ein fremmandur maður; í bláari troyggju innan undir kotinum, - ein ungur drongur við longum stavi í hondini. Hatta er so satt ein fríggjari við fríggjarastavi. Og eg standi her so ónosslig og travsut sum ein soppatorva; rætt í álvara má eg snøgga meg eitt sindur. (Hon slettir burtur av svintuni, togar skjúrtið upp, strýkur hárið slætt við hondunum og putlast við skamlarnar).

Hin fremmandi.
Góðan dag!

Marin.
Góðan dag!

Hin fremmandi.
Eg eri ókunnugur her á plássinum, eg havi ongantíð verið her fyrr.

Marin.
Tað ber til, eg minnist meg ikki hava sæð tygum áður. Hvaðani eru tygum?

Hin fremmandi.
Eg eri uttan av Toftum og eiti Sjúrður.

Marin.
So-o (fyri seg sjálva): Nú er spælið vunnið; hann er víst komin at vitja Sigrið. (Við Sjúrð) Tygum kenna kanska Sigrið, sum var úti á Toftum eitt skifti her fyri?

Sjúrður.
Jú, so er, sum tygum halda. Men vita tygum at siga mær, hvar foreldur hennara búgva?

Marin (fyri seg sjálva).
Í kvøld hevði tað verið stuttligt at verið Sigrið. (Við Sjúrð) Tey búgva akkurát her; tygum standa júst fyri durunum hjá teimum. Eg eri arbeiðskona teirra.

Sjúrður.
Vilja tygum vera so góð at vísa mær inn?

Marin.
Tað er sjálvandi. (Hon letur upp úthurðina og peikar). Har síggja tygum innhurðina, sum gongur inn í roykstovuna. Verið so góður, tygum fara inn.

Sjúrður.
Takk. (Hann fer).

Marin.
Hi hi hi! Ja, nú er hurðaslit hjá Ólavi húsbónda mínum. Og eg tori at siga, at onkur verður glaður í kvøld uttan Marin. Sigrið fær fong í kvøld. - Nú má eg fara yvir til Stinu at siga henni frá, at vit hava fingið gest í kvøld. (Í tí hon fer, dettur hon um tuflurnar, ið rekast á breytini). Nú skulu tit ikki rekast her longur. (Tekur tær upp). Nú eri eg uppaftur góð við tykkum. Standið har, olmussudýr tykkara; tit koma tó einaferð upp í sama nummarið sum dragukistan og seingin. (Í tí hon fer, kvøður hon):

Eg fari nú at vitja Stinu,
Sigrið situr hjá sínum vini;
Hanus mín komandi søti drongur,
reystur í longum brókum gongur.
Tra la la la la la!

 

To top

Triði partur

(Sama stovan sum í fyrsta parti. Um kvøldið. Ólavur, Anna, Sjúrður og Sigrið).

Ólavur.
Eg ætli, teir byrja nakað tíðliga at vára úti hjá tykkum. Kavin man ikki gera so stóran skaða har sum her norður á oynni.

Sjúrður.
Ja, teir flestu eru longu væl ávegis komnir; eg sjálvur eri nærum liðugur. - Men velturnar her eru so stórar, at tær standa ikki aftan fyri tær úti á Toftum.

Ólavur.
Tað man ikki bera til; eg skal siga tygum, at tygum áttu at síggja alt, ið velt er, tá ið tygum komu í kvøld. Men tá ið gløggliga verður eftirhugt, so hilnast tað ikki væl.

Sjúrður.
Eg hugsi, fólkið er so ógvuliga dúgligt her á leið.

Ólavur.
Ikki batar annað at siga; men vommini eru eisini so mong her hjá okkum.

Sjúrður.
Hvat er tað, sum ikki vomm finnast við?

Ólavur.
Tess verri er tað so. Men eg veit nú, hvussu tað er vorðið her í bygdini; neyvan fæst eitt felagsarbeiði í lag, tí hvør hugsar bara um seg sjálvan. Mest er tað ungdómurin, sum er út av allari leið sjálvráðandi.

Sjúrður.
Eg haldi tað vera gott, at ungdómurin sleppur at royna seg; sjálvur eri eg enn at kalla ungur, og mær dámar best at baksast eftir mínum sjálvs høvdi. Eg taki tó altíð móti góðum ráðum frá teimum eldru.

Ólavur.
Ja, tygum rokni eg ikki uppí.

Sjúrður.
Hví tá? Eg trúgvi ikki, tygum finna uppá at rokna meg upp í tey gomlu.

Ólavur.
Nei, ikki so at fata; eg síggi, tygum eru ungur. Men eg meini henda ungdómin, sum fer at jaga eftir peningi, við tað sama prestur hevur lagt hondina á høvdið á honum, - og ofta fyrr. Høvdu so hesi avynnudýrini dugað at goymt sær tað, ið tjent verður, so var einki at sagt; men — men ... tað fer ofta fyri lítið og lætt.

Sjúrður.
Men tað góða er tí at koma út, at teir ungu kunnu gera royndir í lívinum og soleiðis finna tað plássið, sum teir hóska á.

Ólavur.
Teir kunnu gera royndir; ja, - men eg hugsi, teir eru ógvuliga fáir, sum hugsa um annað enn at fáa; og so eru teir uttan ans fyri felagsarbeiði og gomlum siðum og viðtøkum.

Anna.
Men tú plagar altíð at vera í parti við teimum ungu, tá ið nakar klikkir tey.

Ólavur.
Plagi eg? Ja, ja, vinur er hann, ið vomm sær, sigur orðatakið.

Sjúrður.
Tygum siga satt. - Men um ungdómurin nakrantíð skal verða mentur at standa á beinum sínum sjálvs og arbeiða til landsins frama, so má hann ikki vera bundin; hann má standa fríur, so hann kann vaksa seg sterkan.

Anna.
Og júst tað sama, sum tygum siga nú, plagar tú, Ólavur, at prædika fyri Hanusi.

Ólavur.
Men hann er út av allari leið afturhaldsmaður.

Sjúrður.
Og tygum kunnu tí ikki væl fylgja honum í hansara hugsanarhátti?

Ólavur.
Nei, nei, nei, nei; hann plagar at halda, at alt var so nógv betri áður enn nú.

Anna.
Hann heldur, at fríhandilin loypti splittiskeið í alt; „ólíka var í kongaliga handils tíðini," plagar hann at siga.

Sjúrður.
Hygga her.

Ólavur.
Ein eldri maður, sum hugsar um tíðina, ið farin er, hevur oftast ljós minni frá barnaárunum og teimum ungu døgunum. So er tað við mær eisini; men ikki ynski eg tó ta tíðina aftur.

Sjúrður.
Eg trúgvi tygum væl.

Ólavur.
Eg skal siga tygum so væl, hvussu tað var tá: allir menn, sum hugsaðu eitt sindur, máttu detta í vónloysi. Men nú er alt øðrvísi, og eg havi tí mangan sagt við meg sjálvan: “Hevði tú nú verið ungur, Ólavur!” - Men nú minkar megin, og eg vil ofta villast í øllum tí nýggja. So er at vera gamal.

Sjúrður.
Tað er spell, at tygum skulu vera gamal, men tygum kunnu yngjast upp aftur.

Ólavur.
Trívið ikki so í!

Sjúrður.
Árini taka til, tað veit eg; men tygum kunnu tó yngjast í sinni.

Ólavur.
Sigrið, hvat heldur tú um hetta hvíta skeggið á pápa tínum?

Sigrið.
Eg haldi við Sjúrði.

Ólavur (lær).
Tað skal eg ætla, at tey ungu halda eitt. Men hvat heldur tú, kona mín? Fari eg nú at yngjast upp aftur, sum dóttir okkara og Sjúrður siga, so mást tú eisini kvika tær á beinunum. Hvørjum partinum heldur tú við?

Anna.
Sanniliga hugsi eg, at eg haldi við teimum ungu.

Ólavur.
Ja, so verði eg eisini í tykkara parti (øll læa). Eg má læa at mær sjálvum; tí eg havi aldri vitað fyrr enn í kvøld, at ungdómur smittar.

Anna:
Sanniliga hugsi eg, at eg eri smittað eisini (øll læa). - Hevði nú Haraldur verið heimafturkomin, so hugsi eg, vit høvdu verið væl hýrd í kvøld.

Sjúrður.
Ja, hann er yvir í Noregi.

Anna.
Nú eru nærum tvey ár, síðan hann fór, og tygum kunnu ætla, at okkum nú leingist eftir honum. Einasti sonur er hann, og okkum tørvar so stórliga hjálp. Ólavur kann ikki so væl vera mentur at arbeiða alt, ið fyri fellur her á garðinum.

Sjúrður.
Og tit vildu væl lata hann frá tykkum so langt burtur eina so langa tíð?

Anna.
Tygum kunnu ætla, at tað var tungt við skilnaðin; men hann var altíð ein so góður drongur og hevur skikkað sær væl, so vit høvdu ongan stóran ótta fyri honum.

Sjúrður.
Tað er jarðarbrúk, hann lærir?

Ólavur.
Ja, hann lærir jarðarbrúk. Tað kom í hann eitt árið, hann var í Havn á ólavsøku. Tá var hann ein dagin farin til Kirkjubøar, og har hevði hann sæð mangt; eisini mundi onkur hava talað hann upp í lag, at tann veltingarmátin, ið har var nýttur, var so nógv tann besti. Ikki veit eg, uttan tá ið hann kom aftur av ólavsøkuni, fór hann at júka um at sleppa til Noregs at læra, og eg fekk hvørki frið ella grið, uttan eg lovaði honum.

Sjúrður.
Ikki so undarligt, um tit helst vildu hava hann heima; men tit gjørdu beint, at tit lótu hann fara; og kanska tykkum nú unnast støtri gleði afturfyri.

Anna.
Jesus sendi hann aftur í øllum góðum, so vænta vit okkum gleði av honum.

Ólavur.
Mær hevur so ofta í mínum lívi skortað kunnleika, og ikki vildi eg, at hann í tí skuldi líkjast mær. Hann, ið ikki hevur eitt sindur av kunnleika í okkara døgum, dugir ikki at vera bóndi.

Sjúrður.
Hatta var væl hugsað. Men hvat líður honum nú?

Ólavur.
Vit vænta hann brátt at koma. Eg vildi fegin, hann hevði verið her í kvøld. - Tygum kendu hann so væl?

Sjúrður.
Jú, vit hittust ofta, tá hann plagdi at vera úti hjá abbabeiggja sínum og vitja systrina.

Ólavur.
Tygum fara ikki avstaðaftur, áðrenn hann er komin?

Sjúrður.
Nær vænta tygum hann tá?

Ólavur.
Einaferð mitt í vikuni, ið inn kemur; so helt hann í seinasta brævinum, vit fingu. Var tað ikki so, hann skrivaði?

Sigrið.
Hann væntaði sær at sleppa við einum dampskipi, sum kemur við farmi higar til Føroya.

Sjúrður.
Eg nái ikki væl at vera burtur, og eg má tí fara av stað mánadagin. - Mær rennur nú í huga, at áðrenn eg fór heimanífrá, sást eitt stórt dampskip suður í havinum.

Sigrið.
Narrast tygum ikki?

Sjúrður.
Satt sigi eg; eg sá tað sjálvur.

Sigrið.
So man beiggi vera við.

Ólavur.
Hevði hann bara tað! Men dampskipini tróta ikki nú á døgum, so eingin kann vita nakað enn. Men er hann við, so verður hann her einaferð í morgin.

Anna.
Á signaður Haraldur!

Sjúrður.
Stuttligt hevði tað verið, um Haraldur hevði komið, áðrenn eg fari.

Ólavur.
Tað haldi eg við tygum. Eg hugsi, tit høvdu sampakkað so ógvuliga væl; tí tit eru so líkir í sinnalag.

Anna.
So tykir mær eisini. Sjúrður er í orði og talu júst sum Haraldur.

Ólavur.
Kemur hann í annaðkvøld, so mugu vit fara upp á gólvið at dansa eina løtu.

Sigrið.
Men vit eru so fá.

Ólavur.
Stórur dansur verður tað ikki; tað er heldur ikki altíð støddin, ið um ræður. (Við Onnu). Hvat hevði tú sagt, um hesin gamli hjá tær hevði farið upp á gólvið?

Anna:
Og hvat hevði tú sagt, um henda gamla hjá tær hevði farið upp á gólvið?

Sjúrður.
Tað er, sum eg segði, tit yngjast uppaftur.
(Øll læa).

Ólavur.
Tað vil so vera, at um árini hava sett rukkur í pannuna, so klappar hjartað tó dúgliga enn, og blóðið er heldur ikki stirðnað í æðrunum.

Anna.
Eg hugsi, tað er, sum tú sigur.

Sjúrður.
Eg havi nú tær vónir, at Haraldur verður komin, áðrenn eg fari.

Anna (fer til Ólavs, teskar honum nakað í oyrað og sigur).
Nú fara vit at leggja okkum; tað er longu seinri, enn vit eru von at fara niður. Nú skulu vit siga tygum góða nátt; tygum vita, hvar tygum skulu sova. Men eg hopi, at tú Sigrið prátar dúgliga við hann, so leingi hann hevur hug at sita uppi. (Tey siga “góða nátt” og fara).

(Sjúrður og Sigrið eina løtu tigandi).

Sjúrður.
Hvussu hevur tygum vitað við, síðan tygum komu norður aftur?

Sigrið.
Mær hevur vitað væl við. Nú verði eg heima, til beiggi er heimkomin, so fari eg burtur aftur.

Sjúrður.
So! ... Eg eri so forvitin at spyrja, hvar tygum tá fara?

Sigrið (starir niður í gólvið, meðan hon talar).
Út aftur á Toftir.

Súrður (glaður).
Álvara? Eg meinti tygum høvdu farið við alla; so var sagt mær har úti.

Sigrið.
Tygum hava kanska fregnast um tað?

Sjúrður.
Nei, ikki júst tað; men tað kom mær fyri oyru, og sum eg havi hoyrt, verður abbabeiggi tygara glaður við at fáa tygum útaftur. Men eg sigi tygum sannleikan, at millum manna segðist, at tygum skuldu ikki koma út aftur.

Sigrið.
Tað var eisini ætlanin; men lagnan hevur skákað tað so, at eg ikki væl kann vera heima.

Sjúrður.
Mær tykir, at foreldur tygara so fegin vilja hava tygum heima hjá sær.

Sigrið.
Tað er, sum tygum halda.

Sjúrður.
Eg fati tygum ikki reiðiliga.

Sigrið.
Tað kann væl vera. Og tygum fata meg minni, kann eg ætla, tá eg sigi tygum, at lagnan eisini forðaði mær at vera longur úti á Toftum.

Sjúrður (tegir eina løtu).
Nú hugsi eg, at eg veit, hvat tygum meina við.

Sigrið (heldur spakuliga).
Tað hava tygum ikki gjørt áður.

Sjúrður.
Tygum kunnu ætla, at eg eri ikki ørindaleysur.

Sigrið (roynir at læa).
Veit eg, hvat tygum hava til ørindis? Maður hevur komið at ferðast fyrr.

Sjúrður.
Nú skulu tygum fáa at vita ørindi míni. Eg skal fyrst minna tygum á, at vit bæði komu einaferð á tal saman, stutt eftir at tygum vóru hagar út komin. Vit talaðu mangt og mikið. Eg minnist ikki júst, hvussu samrøða okkara endaði; men tað minnist meg, at tær ljósu vónir, eg hevði havt, tá eg kom til tygara, tær hevði eg ikki, tá ið vit skiltust. Men tað setti eg í meg, at eingin skuldi kenna á mær, hvat eg bar í hjarta mínum. So tá ein long tíð var umliðin, fekk eg at hoyra ein dagin, at tygum ætlaðu at fara. Eg gav mær einki far um tað. Men so, tá tygum vóru farin uttan at siga mær farvæl, tá kom longsul á meg. Høvdu tygum komið at sagt mær farvæl, so hevði einki verið; men júst tað, at tygum fóru so tigandi, fekk allar kenslurnar at vakna aftur í mær. Eg spurdi meg sjálvan, hví tygum ikki eins væl kundu siga mær farvæl, sum hinum ungu har í bygdini. Var eg ikki móti tygum sum móti hinum?

Sigrið (blúgv).
Jú, tað vóru tygum; men júst tí var tað, at eg ikki orkaði at verða harúti longur.

Sjúrður.
Í kvøld skal tann óvissa, eg havi livað í, vera endað. Eg skal tí lata tygum vita, at míni ørindi eru einans til tygara - at biðja um tygum. (Hann hevur reist seg upp, er farin yvir til hennara).

Sigrið (hyggur ikki upp; men rættir honum hondina).

Sjúrður (tekur hond hennara í sína).
Hetta hevur væl tað sama at týða sum ja?

Sigrið (heldur spakuliga).
Ja.

Sjúrður (tekur hana upp at sær).
Hatta var svarið, ið eg havi bíðað eftir.

Sigrið.
Hví komu tygum tá ikki fyrr?

Sjúrður.
Ikki kalla meg tygum.

Sigrið (hyggur við gleðistrálandi eygum upp á hann).
Tú! mín Sjúrður! (Tey fevnast).

 

To top

Fjórði partur

(Stovan hin sama. Í skýming, sunnudagur. Marin gongur og ruddar; setur lestrarbók og sálmabøkur, ið hava ligið, síðan lisið var, upp á eina hill.)

Marin (fyri seg sjálva).
Stina segði einaferð við meg, at eg var fegin, tá Hanus var farin at fríggja til mín. Eg skal ikki nokta tað; men nú skuldi hon sæð Sigrið, síðani vit í gjár fingu handa gestin í húsið. Tó eri eg ikki vís í, um hann hevur biðið enn; men ið hvussu er, so røkist tað fyri tí. Nú í dag, í hesum vánaliga veðrinum, fór hon við foreldrum sínum at vísa Sjúrði bøin. Tey høvdu so sanniliga ikki kunnað gjørt meira burtur úr honum ella verið blíðari við hann, um hann hevði verið danskur. (Hyggur gjøgnum vindeygað). Nú setur hann eitt æl á Tindin, og tey munnu tí fara at skunda sær aftur; eisini er nú skjótt hálvaskýmt. (Tað pikkar uppá). Kom inn!

Hanus (í longum brókum)
Góðan dag! (Marin svarar ikki; Hanus harkar) Góðan dag!

Marin:
Tær tørvar ikki at rópa so, tí eg hoyri teg væl.

Hanus:
Hví svarar tú tá ikki, góða lív?

Marin (hvassliga).
Eg hirdi ikki, títt heingingartræ.

Hanus (støkkur aftur móti durunum).
Ver ikki so ill, eg havi einki gjørt.

Marin.
So, tú hevur einki gjørt?

Hanus (stamar).
Eg skuldi - eg havi - eg eri komin higar —

Marin.
Tað biði eg teg ikki siga mær; tað síggi eg.

Hanus (knappliga frá durunum og kastar seg á knæ fyri Marini).
Eg eri komin at bøna teg um at vera blíða við meg.

Marin (gevur honum lógvan undir vangan, so hann fer um koll).
Og tú torir at nærka teg! Gakk tú og smíða stólar og seingir.

Hanus (reisist og strýkur sær um vangan).
Eg ætlaði at geva tær alt.

Marin.
Statt nú har og lúgv!

Hanus.
Hví ert tú ikki líka góð við meg enn sum áður?

Marin.
Og tað vágar tú at spyrja um! Tað er tær væl kunnugt, at hvørt mansins barn her á staðnum talar um, at tú gongur og melur eftir Sigrið.

Hanus.
Lurta ikki eftir; nú eri eg bara góður við teg.

Marin.
Einki møsn. (Hon peikar móti durunum) Har er eitt fýrkantað hol fyri tær.

Hanus.
Er hatta títt álvara?

Marin.
Ja.

Hanus (í tí hann fer)
Ja, so gerst einki.

Marin (tá ið hann fer út um gáttina).
Hanus, Hanus! ver tó ikki so bráður, vit kunnu tá tala meira um hetta.

Hanus.
Ert tú nú góð, vælsignaða?

Marin (strangliga).
Ikki fyrr enn tú hevur sagt alt.

Hanus.
Alt skal eg siga tær; eg elski teg.

Marin.
Sig, um tú hevur fríggjað til Sigriðar.

Hanus.
Hví kanst tú spyrja so?

Marin.
Ja, so av durunum við tær.

Hanus.
Eg havi biðið um Sigrið.

Marin.
Og hvat segði hon?

Hanus.
Hon segði nei.

Marin.
Hví kemur tú akkurát nú aftur at sleiskast aftur við mær?

Hanus.
Eg veit ikki. Eg sá, at húsbóndafólk tíni fóru út, og so helt eg, at vit tveyeini kundu hittast her.

Marin.
Tað hevur so mangar ferðir borið betur til hjá tær at hitta meg, og tú hevur tó ikki komið.

Hanus.
Men í dag longdist mær so illa eftir tær, at eg kundi ikki halda mær.

Marin.
Tú sigur ikki sannleikan; av durunum, út! út!

Hanus.
Skóna mær eitt lítið sindur.

Marin.
Út! út! Eg skóni tær ikki, uttan tú sigur alt.

Hanus.
Nú skal eg siga tær alt. Tá eg hoyrdi, at Sjúrður var komin higar, so grunaði eg, at hann var komin at vitja Sigrið; tá misti eg mótið og skundaði mær aftur til tín, at eingin skuldi koma fyri mær. Eg havi tó alla tíðina hildið mest av tær.

Marin.
Einki tvætl. - Men hvørjum hevur tú ætlað alt, tú hevur smíðað í hesi seinastu tíðini?

Hanus.
Tú kanst slútta tær, søta, at eg ætlaði tær tað.

Marin.
Tú lýgur! Av durunum!

Hanus.
Nei, nei, eg ætlaði Sigrið tað, men nú skalt tú fáa alt.

Marin.
Er tað vist?

Hanus.
Ja, vilt tú vera blíð við meg sum áður, so skalt tú fáa alt. Meg sjálvan eigur tú longu.

Marin.
Lat so alt vera gott. - Men nú mást tú skunda tær út; tí har koma húsbóndafólk míni eftir túninum. (Hanus fer alt fyri eitt av stað. Hon sigur tá) Og ikki kyssir tú meg, áðrenn tú fert; tú mátti kunnað fólkaskikk.

Hanus (Inn aftur; kyssir hana).
Takk skalt tú hava Marin.

Marin.
Nú vart tú fittur. - Kvika tær so. (Hann fer, hon lær fyri seg sjálva) Nú er hatta komið í lag, júst sum eg vildi; og nú skal eg eisini halda í teymarnar, tað skal hann fáa at síggja.

(Sigrið og Sjúrður koma. Marin pjakast eina løtu; fer so).

Sigrið.
Ert tú ikki vátur?

Sjúrður.
Tað bilar ikki. Men nú er so nógv grovari. Pápi tín og mamma tín verða ígjøgnum. Vóru tey langt aftan á okkum?

Sigrið.
Eg ansaði ikki eftir. Men tað ringasta er, at beiggi torgar ikki norður í hesum veðrinum. Tú mást lova mær, at tú fert ikki, áðrenn hann er komin.

Sjúrður.
Eg verði her til mánadags; tá fari eg. Tú hoyrdi, at eg segði tað við pápa tín í gjárkvøldið.

Sigrið.
Men tá ið nú Sigrið tín bønar teg um at vera longur.

Sjúrður.
Ja, so verður tað meira fyri at siga nei; men vit fáa nú at síggja, og vit kunnu tala um tað tá.

Sigrið.
Og tú verður til beiggi kemur.

Sjúrður.
Tú talar meg upp í lag. Ja, ja; eg vænti hann at koma um ikki í kvøld so í morgin. - Men hoyr tú, Sigrið, verður nakað av, at vit sleppa at dansa?

Sigrið.
Tað skal tú ikki ivast í; og tú kanst vænta tær at síggja bæði pápa og mammu at vera løtt í dansinum í kvøld.

Sjúrður.
Men vit eru so fá. Kunnu vit ikki fáa Hanus higar yvir eisini? Hatta tú segði mær um hann var so stuttligt, at eg má fáa hann at síggja, áðrenn eg fari.

Sigrið.Tað er gaman í, at vit fáa hann higar yvir. (Ólavur inn).

Ólavur.
Hasin skúrurin var grovur; vit sluppu tó undan tí ringasta.

Sigrið.
Eg stúrdi fyri, at tit vóru so langt aftan á okkum (Hon fer út).

Ólavur:
Vit vóru í hølunum á tykkum. - Men hvat dámar tygum nú bøin hjá mær?

Sjúrður.
Honum veit ógvuliga væl við, og so tíðliga sum tað er á árinum, hava tygum tó velt eina mongd.

Ólavur.
Eg eri komin so fitt áleiðis; og tá ið nú Haraldur kemur aftur, verða vit væl mannaðir upp á mannfólkahondina. Men tá fer Sigrið frá okkum.

Sjúrður.
Tað verður stórur saknur í henni.

Ólavur.
Men ikki gerst við. Millum okkara sagt, so vil eg eisini hava hana at fara (Hann nærkar seg Sjúrði), tí granni okkara, Hanus træsmiður tey kalla, gongur og strætar eftir henni. Men tað verður tó av ongum teirra millum.

Sjúrður.
Kanska tygum ikki dámar tað væl?

Ólavur.
Okkum? Hon má ráða sær sjálv, hvat hasum viðvíkur. Mær hevur nú eina tíð tókt synd í henni. Hon hevur verið so illa hýrd; tí ikki kann hon vera her, og hvat mær tykir løgið - hon er heldur ikki glað um at fara út aftur á Toftir.

Sjúrður.
Tað verður hon fegin um nú.

Ólavur.
Halda tygum tað?

Sjúrður.
Hon hevur jú abbabeiggja har úti, og honum hevur víst longst illa eftir henni, síðan hon fór.

Ólavur.
Ikki veit eg, uttan okkurt baggar har úti hjá henni.

Sjúrður.
Nú vænti eg, hon verður best hýrd við at vera heima hjá tykkum. (Anna og Sigrið koma inn).

Ólavur.
Eg eri ikki vísur í, hvat tygum meina.

Anna.
Tit hava kanska okkurt álvarsamt at tosa um?

Sjúrður.
Tað hava vit, og tað var gott, at tygum komu nú. (Fer til Sigrið og tekur í hond hennara). 
Sigrið og eg eru trúlovað, og nú ynskja vit at fáa tykkara signing. (Øll tiga eina løtu).

Ólavur.
Harrin leggi góðar gøtur fyri tykkum!

Anna.
Og hann beini tykkum leiðirnar, hvar tit fjakka! (Tey eldru heilsa teimum yngru við kossi og ynskja teimum til lukku).

Ólavur.
Góða Sigrið, nú veit pápi tín, hví blómurnar vóru horvnar av kinnum tínum. Men eg havi tær vónir, at tær skjótt koma aftur; vit hava vár, og várið hevur blóming og yngjandi megi í sær.

Sjúrður (skemtingarliga).
Tygum trúgva so eisini, at tað er møguligt at yngjast uppaftur?

Ólavur.  
Eg ivist ikki í, at tygum hava rætt. (Tey standa og halda í hendurnar á hvørjum øðrum. Tað pikkar uppá).

Ólavur.  
Kom inn.

Haraldur (letur hurðina upp. Er rennvátur. Talar við norskum akcenti).
Gott kvøld! (Hann steðgar á og grunar). Síggi eg rætt, so er hetta stórur gleðidagur her í húsinum. Eg vil tí ynskja øllum lukku. (Hann heilsar fyrst mammu síni). Takk fyri kærleikan tygum hava víst mær og Sigrið. (So pápa sínum). Takk fyri tað, ið tygum hava arbeitt fyri meg og systur. (Við bæði) Unnast okkum heilsuna, skulu vit royna at løna tykkum eitt sindur aftur av tí góða, tit hava víst móti okkum. (Hann heilsar Sigrið). Eg ynski tær lukku við tí góða manninum, tú fært. (So Sjúrði) Eg ynski tær lukku við systur míni. (Við øll). Nú grør í Føroyum. Vár er úti, og vár er inni. Eg ynski tykkum eitt langt og fagurt summar.

 

To top

Fimti partur

(Stovan hin sama. Sjúrður, Ólavur, Anna).

Anna (leitar í einum skríni).
Eg veit ikki, hvat eg skal lata Harald fáa at fara í. Ikki er tráðurin turrur á hansara kroppi, og kistan við klæðum hansara stendur eftir í Havn.

Ólavur.
Tað eru góðir vegir við tí. Lat hann fáa tey góðu klæði míni; honum plagdi at hóska klæði frá mær fyrr.

Anna.
Her liggur troyggjan (letur skrínið aftur; fer).

Ólavur (gongur upp um gólvið).
Hetta var vorðið sum kvøld! (Við Sjúrð): Tygum, ætli eg, duga nakað væl at kvøða. Tó at vit eru fá, mugu vit royna at dansa eina løtu í kvøld. Eg bar tað upp á mál í gjárkvøldið, og nú skal tað koma á.

Sjúrður.
Tygum høvdu væl ikki sýtt fyri, at Hanus hevði komið higar í kvøld at dansa við okkum?

Ólavur.
Eg eri fegin til tess. Men eg stúri fyri, at hann vil ikki koma. Eg veit ikki, hvussu vit skulu fara av stað fyri at fáa hann higar.

Sjúrður.
Tað skulu vit skjótt fáa í lag; vit senda Marina eftir honum.

Ólavur.
Marina? Men tey - -

Sjúrður.
Tey skulu vit fáa at semjast aftur í kvøld. (Hann lær): Tygum undrast kanska yvir, at eg veit so væl um øll viðurskifti her í húsinum?

Ólavur.
Talið ikki sovorðið, tað er, sum tað eigur at vera. Eg skal fara eftir Marini og siga, at tygum vilja hitta hana. (Hann fer).

Sjúrður (melur aftur og fram; hyggur gjøgnum vindeygað og prátar við mánan, sum veður í luftini).

Ólavur (kemur við Marini og sigur við hana).
Gestur okkara ynskir at tala við tygum.

Marin (hon nígur fyri Sjúrði).
Hvat kunnu tygum vilja mær?

Sjúrður.
Eg fari at biðja tygum ganga eini ørindi fyri meg.

Marin.
Tað skal eg gera; eg plagi ikki at vera meinsk.

Sjúrður.
Vilja tygum vera so beinasom at fara yvir til Hanus og bjóða honum higar at dansa trúlovilsisdans við okkum?

Marin (bilsin).
Hvussu vita tygum, at tað er afturíaftur komið hjá mær og Hanusi?

Sjúrður.
Tað visti eg ikki; (hann lær), men ongantíð betur, tí so verða tvey pørini í kvøld. Eg meini við meg og Sigrið. Eg ynski tygum lukku við Hanusi træsmiði!

Marin.
Takk! Eg tygum í líka máta! (Fyri seg sjálva) Eg hugsaði tað altíð.

Sjúrður.
Vilja tygum so bjóða honum higar?

Marin.
Eg skal fara beint nú, og eg skal heilsa honum frá tygum.

Sjúrður.
Ja, gerið so. (Marin fer).

Ólavur. Kann eg trúgva oyrum mínum sjálvs? Hon segði jú týðiliga, at hon og Hanus vóru uppaftur trúlovað.

Sjúrður.
So segði hon.

Ólavur.
Nú fari eg skjótt at villast í øllum. Men tað visti ógvuliga væl við, at tey samdust aftur. Hanus er dúgligur til arbeiðis og er ógvuliga fittur í hondunum; men afturhaldsmaður er hann.

Sjúrður.
So, so? Mær leingist eftir at fáa hann at síggja.

Ólavur.
Tað verður skjótt, at Marin verður her við honum, so kunnu tygum tala við hann og spyrja hann, hvat hann heldur um ungdómin.

Sjúrður.
Er hann tá ikki ungur?

Ólavur.
Hann er okkurt um fjøruti; men í hugsanarhátti er hann meira enn dupult so gamal.

Sjúrður.
Tað helt eg meg hoyra í gjárkvøldið.

Ólavur.
Sum sagt, nú kunnu tygum sjálvur tala við hann.

(Anna og Sigrið koma inn).

Sigrið.
Nú verður Haraldur skjótur.

Ólavur.  
Tað er gott; so fær hann eisini at hoyra tey nýggjastu tíðindini, sum tit vist ikki hava hoyrt.

Anna.
Hvat er tað?

Ólavur.
At alt veit væl við millum Marina og Hanus.

Sigrið.
Er tað satt, Sjúrður?

Sjúrður.
So segði hon sjálv.

Sigrið.
Tú hevur mestan fingið tað upp í lag.

Sjúrður.
Tey vóru ivaleyst góð fyri tí sjálv.

Anna.
Hoyr, Ólavur, eg hugsi, tað er best at fáa hann yvir higar at dansa.

Ólavur.
Marin er longu farin eftir honum.

Anna.
Tú gert meg nærum býtta.

Ólavur.
Tað ljóðar ótrúligt, men eg sigi satt. Tey koma um eina løtu. - Nú er Haraldur her.

Sigrið (fer móti Haraldi).
Nú skal eg siga tær eini tíðindi, áðrenn tú hevur sagt okkum nøkur. Marin og Hanus eru trúlovað, og hann kemur higar yvir at dansa við okkum í kvøld; Marin er farin eftir honum.

Haraldur.
Tað eru stuttlig tíðindi, og tað var gott, at eg kom í kvøld og ikki dvøldi á vegnum. - Men er tað langt síðani?

Ólavur.
At tey - ! Vit vita ikki, men vit slútta okkum, at tað man vera hent einaferð í dag. - (Hyggur gjøgnum vindeygað). Nú koma tey bæði. - Men hatta er ikki hann. Hvør er hatta, ið fylgist við Marini? Alt sær so løgið út í mánalýsi. Hatta er tó Hanus; tað er ikki ivi í tí - men í longum brókum; nei, nú gongur tað av skriðuni.

(Øll læa og fara at vindeyganum at hyggja).

Anna.
Og tey ganga so vinarlig sum nakrantíð.

Ólavur.
Latið okkum seta okkum niður aftur, nú eru tey við húsini.

Haraldur.
Marin gekk og sveiggjaði, sum hon hevði rátt øllum.

Anna.
Eg hugsi tað, at fær hon einaferð fastatøkur á honum, so má hann lúta fyri henni.

(Tað pikkar uppá).

Ólavur.
Kom inn!

Hanus.
Guvaftan?

Øll hini.
Gott kvøld!

(Hanus ynskir teimum lukku, hvørjum undan øðrum. Hann tekur í hondina á Sigrið og hyggur niður í gólvið ímeðan. Seinast til Sjúrðar).

Sjúrður (er tann fyrri at siga).
Eg ynski tygum lukku!

Hanus.
Takk! Eg tygum í líka máta! Mítt navn er Hanus, og eg eri timburmaður.

Sjúrður.
Tað er komið mær fyri oyra, at tygum eru træsmiður. Eg eri slektaður av Toftum, eg eri bóndi og eiti Sjúrður. Eg havi ikki verið her á staðnum fyrr, men henda ferðin er mær sjáldsom.

Hanus.
Hvussu meina tygum?

Sjúrður.
Eg meini við, at tað er ikki so ofta, at tað eydnast einum at koma í slíkan gleðileik, sum her er í kvøld.

Hanus.
So er; men man ikki ungdómurin koma nóg so mikið til gleðileiks á okkara døgum?

Sjúrður.
Tað kann væl vera. Eg havi tær vónir, at tygum koma at dansa við okkum í kvøld.

Ólavur.
Tað er ikki nakað at ivast í. (Við Hanus) Eg skal siga tygum, at tað kann vera gott fyri bæði kropp og sál at dansa uppímillum.

Hanus (ristir við høvdinum).
Tygum eru at kalla ein gamal maður og skuldu havt gjørt royndir í lívinum, so eg vil ikki siga tygum ímóti. Men... (Hanus harkar).

Anna.
Eg veit, at tygum hevur altíð dámað best at liva so stillur fyri tygum sjálvan?

Marin (við Onnu).
Fyrigevið mær, at eg spyrji so: Hvat meina tygum við at liva fyri seg sjálvan?

Anna.
At koma lítið saman við fólk; tó ikki at vera ógiftur.

Marin.
Tað var bara tað, eg vildi fáa at vita.

Ólavur (við Hanus).
Eg hoyri, tygum hava smíðað so dúgliga í hesi seinastu tíðini. Tað eru búnyttur kann eg ætla?

Hanus.
Eg havi gjørt eina mongd av møblum.

Ólavur.
Marin fer mestur at fáa alt.

Hanus.
Marin skal ikki koma í eitt tómt hús, og hon fær at síggja, at eg leingi havi hugsað um hana.

Marin.
Hm! hm! „Mangur fær, hvat øðrum er ætlað, men eingin fær, hvat øðrum er lagað," sigur orðatakið. Men tað er ikki vert at tala meiri um hatta.

Sigrið.
Tað haldi eg eisini. Nú skal beiggi siga okkum tíðindi úr Noregi.

Haraldur.
Eg havi ein hóp at siga frá; spyrjið bara.

Hanus.
Ja, tygum eru jú komin aftur úr Noregi. Hvussu háttar ungdómurin sær har?

Haraldur.
Ógvuliga væl, eftir mínum tykki. Har yviri hevur ungdómurin í hesum seinasta mansaldri-num broytt alt møguligt, so eldri menn siga, at teir „kjenna ikkje gamle Noreg igjen".

Hanus.
Slíka broyting halda tygum vera góða. Hava tygum tá gloymt tað stríð, ið hevur staðist av „broytingini" í Føroyum?

Haraldur.
Hvat hevur tann broytingin at týða! Vit mugu gera størri brongul enn so. Her á landi er so mangt, sum ikki kann vælast um; vit tveita tað bara burtur og seta spildurnýtt aftur í staðin.

Sjúrður.
Tá fáa allir, sum duga nakað í hondunum, nóg mikið at gera - bæði træsmiðir og aðrir smiðir.

Hanus.
Fólk hava sagt, at eg eri dúgligur timburmaður; men ikki gevi eg meg í holtur við at hjálpa teimum, ið altíð ganga gøtur síns sjálvs.

Sjúrður.
Hvørjar gøtur vilja tygum tá hava fólk at ganga?

Hanus.
Tað mátti ikki tørvað at sagt tygum tað; tygum vita væl, at vit hava øvrigheit og prestar í landinum.

Sjúrður.
Og so - ?

Hanus.
Og so eigur ein og hvør at spyrja teir hægru til ráðs, tá ið nakað skal gerast.

Haraldur.
Ha! ha! tygum eru vist komin í baklás.

Sjúrður.
Og lykilin man ikki fara at vera góður at fáa úr aftur.

Hanus.
Hetta prátið líkist tí, sum vit dagliga hoyra av ungdóminum. Hann, ið er turrur um oyrað, vil ikki hava nakran yvir sær. Men ikki man bata at vera illa í øgn við øvrigheitina.

Haraldur.
Latið okkum nú tosa álvara, og brúkið tað vit, Harrin hevur givið tygum. Tygum fáa tá at síggja, at øvrigheitin, sum tygum vísa á, er í okkara parti - í felag við ungdóminum. Tann øvrigheit, sum ikki vil framstig, má lúkast burtur úr samfelaginum, sum arvi og illgras verða lúkað úr veltum.

Hanus.
So er tað ikki nú, sum tá eg var reiðiliga ungur.

Haraldur.
Nei, tíbetur, tað er tað ikki; og reiðiliga í forðum man tað hava verið nógv verri; tí ikki man orðatakið „fáur harmar fúta deyða" vera kyknað upp av ongum. Vit mugu hava tær vónir, at so, sum tað var tá, verður ongantíð uppaftur.

Hanus (við Ólav, firtin).
Og væl tola tygum at hoyra slíkt tos innan fyri dyr tygara sjálvs.

Ólavur.
Frálíka væl; tað er tað besta, mær dámar. Men hugsið tygum einki meiri um hetta; nú skulu vit fara upp á gólvið eina løtu. Tygum síggja, at konufólkini hava ruddað stovuna til at dansa í.

Hanus.
So skal eg siga góða nátt; tað er vist longu liðið so væl út á kvøldið.

Anna.
Hvat ger tað? Tygum mugu ikki rýma frá okkum nú, Hanus. Vit vilja so fegin hava tygum at vera her eina løtu afturat.

Hanus.
Tað, hugsi eg, man lítið vera vert.


Marin (hóttir at honum og setur brýr til hansara).
Hm! hm!

Hanus.
Eitt lítið bil skal eg dansa. Eg havi ikki so ringan hug, tað er ikki tí, eg vil koma mær heim. (Hann fer til Marinar, stendur smoykin undir lið hennara).

(Tey dansa. Ólavur kvøður einsamallur rímuna. Øll kvøða stevið).

Ólavur.

Tit lýðið nú á meg, ungu fólk,
sum bera blómu á kinn
og stíga við dirvi og treystleika
í lívsins summar inn.

 

Øll.

Lat ljóma um líðir
tær vónir um vár og summar.

 

Ólavur.

Eg mína kvøðu beri fram
og ynski í hesi stund
alt gott yvir tykkum og landið várt
av instu hjartans grund.

 

Øll.

Lat ljóma um líðir...

 

Ólavur.

Enn rennur blóðið frískt og heitt,
ber fyri blóming prógv,
og fúsir allir sítt verk útinna
bæði á landi og sjógv.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

So treystligt ættarliðið var,
sum vit eru sprottin av;
eg nevni einstakan Sigmund,
sum sigldi víða um hav.

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Tit leggið í geyma søguna
um Sigmundar æviskeið;
hann tíðliga var fyri happinum,
men fann tó aftur á leið.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Ja, faðir hans var vegin,
hann stóð og sá uppá;
og síðan í trælalíki
hann mátti av landinum gá.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Av hatri hann frá hesi tíð
ein brodd í hjartanum bar.
Guð náði hvønn, sum í barnaárum
eina slíka viðgerð fær.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Men hatrið mátti dvína,
tað fekk ikki yvirvald;
tí fosturlandsalskurin sterkari var
og kundi ei afturhald.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Tú festi frúnna Turið,
og tína heilu ást
tú legði á hitt væna fljóð,
tá fyrstu ferð tú hana sást.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Og síðani tú á snekkju tíni
sigldi tína leið;
so mangan harðan dystin hevði,
at fast tínum fíggindum sveið.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Tær longdist tí aftur til Føroya
og leiddist við fremmand lond.
Tær longdist tín faðirs deyða
at hevna við svørði í hond.

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Og heim tú komst og hevndi
tín faðirs deyða brátt,
og tendraði halga ljósið,
sum lýsir á degi og nátt.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Tó stokkut æviskeið títt var
á tíni fosturjørð,
so lovast enn títt frægdarverk,
sum tað var útint í fjør.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Ja, signað veri títt minni!
So bjart enn lýsir títt navn;
og signað veri vívið títt,
tú førdi okkum í havn.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Tú festi frúnna Turið,
hitt ynniliga sprund;
hon trúliga bæði í gleði og neyð
tær fylgdi at síðstu stund.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Og øllum kvinnum bar hon av,
hon mentir átti sær,
og fostraði dreingir treystliga upp,
til landsins bata tað var.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Og tá tú vart í síðsta stríði,
hon tær undir liðini stóð,
og óttaðist ikki fígginda vápn,
men svørðið úr slíðranum dró.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

So fegin hon vildi tær fylgja
á tíni deyðans leið;
at lagnan tó spardi hennara lív,
tað henni at hjartanum sveið.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Og henni unnaðist lívið
mong ár á foldum enn;
so fostraði hon sínar synir upp,
at teir vóru frægastu menn.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Hvør taki sum eftirdømi
nú Sigmund sum hansara frúgv,
so stinn á foldum standið øll
og byggið upp heimligt búgv.

 

Øll.

Lat ljóma...

 

Ólavur.

Ja, Harrin leggi signing
í tykkara arbeið og starv;
tit gevið so trúlynd' og dugnað
til tykkara barna í arv.

 

Øll.

Lat ljóma um líðir
tær vónir um vár og summar.

 

Sjúrður (við Ólav).
Takk fyri hasa vøkru rímuna, tygum kvóðu fyri okkum. - Nú, Haraldur, hvar er vívið títt? hevur tú ikki sum Sigmundur fest tær vív í Noregi?

Haraldur.
Nei, ikki hesa ferð. Men trúgv mær, at eg havi tó mangt annað gott heim við mær.

(Tey dansa uppaftur).

Ólavur.

Nú er Haraldur aftur komin
við unglings fríska dirvi,
lættliga hann útinnir tað verk,
sum stundum fall mær stirvið.

 

Øll.

Nú dansast í bóndans stovu.

 

Haraldur.

Her skal bøtast og vælast um,
leggjast nýggjar gøtur;
vit velta okkum epli og korn,
neytunum gras og røtur.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Hanus.

Hoyr nú, Haraldur, míni ráð,
eg kann ikki longur tiga;
ið hvussu er, far so av stað,
at eingin fær nakað at siga.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Hanus.

Farið tygum so hóvliga fram
og fylgið øðrum monnum;
so verður friðarligt enn sum áður,
tað sigi eg av sonnum.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Haraldur.

Kann vera, at eg semjist við øll;
tað er eftir teirra tykki.
Ein má eg tó umframt nevna;
við tygum semjist eg ikki.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Hanus.

Tosið ikki sovorðið tos,
eg eri so semiligur;
ongantíð at siga nøkrum ímót,
tað var altíð mín siður.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Anna.

Eg kenni Hanus so mikið væl,
góðsligur man hann vera.
Og Marin! Eg eri vís í tí,
hann vil teg á lógvum bera.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Marin.

Eg eri einki brotið egg;
eg gangi ei longur og tigi;
Hanus skal altíð akta meg
og gera sum eg sigi.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Hanus.

Ja, tú signaða hjarta mítt;
tað vera skal mær ein gleði
altíð at gera, hvat tú vilt hava,
bæði á nátt og degi.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Haraldur.

Og so fær Hanus tað friðarligt og gott,
Marin í brókunum gongur,
uggar hann við einum sukurmola,
sum hann var ein lítil drongur.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Ólavur.

Nú kvøða vit ikki meira um tað
í hesum sama bili;
eg veit, at Marin so væl sum nøkur
kann røkja sítt hús við skili.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Ólavur.

Eg eri elstur í hesum flokki,
eg sigi, hvat mær er í huga,
gamal og gránaður eri eg nú,
og lítið man duga.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Ólavur.

Tó eri eg ei úr mannatali
nakrantíð burtur rikin.
Tú ungi, lívsglaði, tak meg við!
eg vænti, tú verður ei svikin.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Ólavur.

Ungur at slóða sær sjálvum gøtu
man so mongum fýsa;
gamal at halda somu leið
tó meira vert er at prísa.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Sjúrður.

Væl veri tær fyri orðini!
so fegnir vit saman ganga.
Vit birta ljós á foldini
og stytta myrkrið langa.

 

Øll.

Nú dansast...

 

Sjúrður.

Vit lata hjartans heita yl
verma vársins nálir;
so berst bót á Føroya landi
bæði for kroppar og sálir.

 

Øll.

Nú dansast í bóndans stovu.

 

Ólavur.
Hvør vil nú kvøða eina rímu afturat?

 

Haraldur.
Eg vil fegin. (Fyrst kvøður hann stevið).

Nú grønkast líðir,
dagar leingjast skjótt;
vár við føgrum blómum
skrýðir minsta fløtt.
Nú grønkast líðir.

Lýkka er í luftini,
fuglar sær reiður skava;
føroyingar teirra dømi taka,
byrja nú at grava.

 

Øll.
Nú grønkast líðir...

 

Haraldur.

Arbeiðsdagurin er langur,
ikki trýtur megi;
allir ungir fúsir fara
at rudda støðið við gleði.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

Nú skal stovnast dyggiliga
stórverk á Føroya grunni;
ung og gomul hjálpist at,
tí so er verkið vunnið.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

Tú spyrt, hvat hetta stórverk er
- so kátur og so lættur -.
Tað er: at allir før'ingar
finna seg sjálvar aftur.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

Finna forna frílyndið,
ið stongt var inni í búri;
finna álit á váran mátt,
sum lá í bjarnardúri.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

Hann, ið finnur seg sjálvan aftur
innast í síni sál,
verður á somu tíð varur við
eitt prýðiligt endamál.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

Heilur og sælur standi hvør,
sítt endamál kann tekkja;
ikki óttast hann fyri vanda,
einki kann hann svekkja.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

Teir gomlu nýttu svørð og spjót
at vinna góðs og heiður.
Okkum tørvar onnur amboð
at koma á ljósari leiðir.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

Um vit at endamálinum
vilja byggja brú,
einans duga stólpar tveir:
álit og so trú.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

Hesir báðir stólparnir
halda allar ævir;
treystliga tí stígi til,
kvinna og so maður.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

Sólin glitrar á fjallatindum
steinurin er táur;
ljósar vónir birtast nú —
ljósari enn áður.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

Kátur hvør í sínum yrki
tráar fram at fara;
lystiliga songur ljóðar,
dvørgar í homrum svara.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

Vár er komið, lívið trilkast,
ungar nálir spretta,
lokið burtur við rótini
vit spara ikki at kvetta.

 

Øll.

Nú grønkast...

 

Haraldur.

So fáa vit at síggja tá
ein vakran summardag,
at alt, ið vit á várinum gjørdu,
er komið væl í lag.

 

Øll.

Nú grønkast líðir,
dagar leingjast skjótt;
vár við føgrum blómum
skrýðir minsta fløtt.

Nú grønkast líðir.

Anna (við Harald).
Hvat var tað, tú segði um Føroyar, tá ið tú vart komin?

 

Haraldur.
Eg helt, at vár var bæði úti og inni.

 

Ólavur.
Tú segði: „nú grør í Føroyum".

Anna (dyggiliga).
Ja, nú grør í Føroyum!

 

To top

Viðmerkingar

Símun av Skarði (1872-1942)  var føddur á Skarði.  Hann var borin til festi, men tað sást longu á ungum aldri, at hann hevði góðar bókligar gávur.

Føroyski fólkaskúlin var ungur í gøtuni, og illa gekst mangan at fáa útbúgvið fólk til lærarastarvið. Í 1892 var Símun lærari við allar tríggjar skúlarnar í Kunoynni, og árið eftir fór hann á læraraskúla í Havn. Hetta var í mangar mátar ein vekingartíð í Føroyum, Føringafelag var stovnsett fýra ár frammanundan, og Føringatíðindi komu út regluliga - Símun tók dúgliga lut í felagslívinum, og endamálum felagsins »at fáa føroyingar sjálvbjargnar og at ganga fram í øllum lutum« tók hann fult og fast undir við.  Hann tók læraraprógv í 1896.

Veturin 1896/97 fór hann á Askov háskúla. Her hitti hann miðvingin Rasmus Rasmussen, og teir gjørdu av saman at seta á stovn háskúla í Føroyum.

Frá hesum degi lá lívsleið teirra Símunar og Rasmusar saman. Teir vóru hesi árini 1896 - 98 næmingar á Askov háskúla og fóru á sumri 1898 á »Danmarks Lærerhøjskole« í Keypmannahavn at fáa sær hægri útbúgving; Símun hevði søgu sum høvuðsgrein. Rasmus legði seg eftir náttúrufrøði.

Fyri ólavsøku 1899 komu Rasmus og Símun heim til Føroya, og beinanvegin fóru teir undir at fyrireika fyrsta háskúlaskeiðið, sum byrjaði fyrst í november við 16 næmingum í einum húsum á Stongunum í Klaksvík. Eitt ár seinni - í november 1900 - stóðu húsini í Føgrulíð klár at flyta inn í; her á hesum náttúruvakra staði hildu teir so skúla til 1909, tá skúlahúsini vórðu tikin niður, flutt til Havnar og sett upp aftur á Frælsinum.

Ritverk Símunar er higartil komið út í sjey bindum við felagsheitinum ”Streingir, ið tóna”, sum er orðing úr tjóðsanginum ”Mítt alfagra land”, sum Símun yrkti í 1906. Turið Sigurðardóttir hevur ritstjórnað, og Forlagið Fannir gav út (1998-2004). Nevna vit undirheitini bók fyri bók, fæst samstundis innlit í skaldskaparsløg og bókmentaligt virki annars:

1. bind: Yrkingar. – 2. bind: Søguligar greinir, skaldskapur og søga. – 3. bind: Skald og skaldskapur, mál og upplýsing, mentan og politikkur, lestrar, kvøður, ummæli. – 4. bind: Søgur og ævintýr. – 5. bind: Víggja-Glúms søga (týdd íslendingasøga). – 6. bind: Vár (upprunaleikur) og Víkingarnir á Hálogalandi (týddur leikur, sum Henrik Ibsen hevur skrivað). – 7. bind: Strondin bláa (týdd skaldsøga, sum íslendski høvundurin Kristmann Guðmundsson skrivaði á norskum).

Nógv av tí, sum stendur í heildarútgávni, kom fyrstu ferð á prent í onkrum av teimum árbókum, bløðum ella útgávum, sum Símun ritstjórnaði fyrst í 20. øld.

Fyrst er tá at nevna útgávuna av ”Jóla- og nýggjársbók” 1903-06, barna- og unglingablaðið »Ungu Føroyar« 1907 - 15, útgávuna av bókini »Jólasálmar og morgun- og kvøldsálmar« 1913 (saman við Jákupi Dahl), og at enda blaðstjórastarv á avhaldsblaðnum »Dúgvuni« 1927-28.

Merkisverdast man vera, at Símun fekk í lag at geva út fyrsta barna- og ungdómsblaðið á føroyskum. Í januar mánaði 1907 kom barna- og unglingablaðið »Ungu Føroyar« út á fyrsta sinni. Útgevarar og blaðstýrarar vóru vinmenninir Símun av Skarði og Símun P. úr Konoy.

Á skúlaøkinum var støðan tann, at føroyskt var ikki lærugrein. Háskúlamenninir arbeiddu politiskt dúgliga at vinna málinum sjálvsagdan rætt - teir mundu fílast á, at ov seint gekk á rætta leið, og stigið til at geva út »Ungu Føroyar« mundi verða tikið við teirri hugsjón sum grundvølli, at skuldi móðurmálið vinna frama og koma til almenna nýtslu, so ráddi um at fáa fatur á børnunum og ungdóminum.

Blaðið kom so út fyrst hesi trý árini 1907, 1908, og 1909 eina ferð um mánaðin - Símun av Skarði var bæði tey seinastu árini einsamallur um ábyrgdina, men ymsir trupulleikar gjørdu, at steðgur kom í. Hesin steðgur vardi í fýra ár. Fjórði og fimti árgangur komu í 1914 og 1915, og so steðgaði blaðið við alla.

Tað er einki at ivast í, at fleiri børn og ungfólk lærdu at lesa føroyskt við ”Ungu Føroyum” framman fyri sær, og her vóru tey í tryggum og góðum hondum.

*

»Vár« - sjónleikur í fimm pørtum - kom út á fyrsta sinni í 1904 í bókini ”Tveir sjónleikir”, men hann er skrivaður í 1901.

Fyrstu uppskrift av leikinum hava vit í handritinum E 314 a-b, ið verður varðveitt á Føroya landsbókasavni og er gáva frá Jóhannesi av Skarði 12/11-1993.  ”Vár” hevur frámerkið a og  er 72 s. 

Sanna av Skarði hevur skrivað upp. Uppskriftin er  bundin inn saman við leikinum hjá  Sigrid Niclassen ”Jákup á Møn”: sjónleikur í fýra táttum, Føgrulíð: 1903.

Hetta tilfarið er fyrstu ferð prentað í Tingakrossi. ”Vár” í nr. 17-20, ”Jákup á Møn” í nr. 47-52, 1904. 

Í handritinum skrivaði Símun av Skarði formæli dagfest 7. mars 1903, sum greidliga sigur, nær leikurin varð skrivaður, og hvat ið hann upprunaliga skuldi brúkast til:

“Hesin sjónleikurin varð skrivaður um várið 1901 í døgunum millum pætursmessu og grækarismessu, og varð hann lisin upp her á skúlanum fyri næmingunum, áðrenn teir fóru um miðjan mars.”

Í formælinum sæst, at Símun hevur lagt leikin fyri tey, sum stóðu fyri sjónleiki í Havn, og hann harmast um, at tey ikki hava ønt honum svar:

”Um summarið sendi eg hann til stýrið fyri Havnar teatrið við vónum um, at hann skuldi verða spældur har um ólavsøkuna.

Mær virdist ikki so mikið sum svar aftur, og tá eg kom til Havnar, fór eg hjá teaturstýrinum at spyrja um lagnu sjónarleiksins, og varð mær sagt tá, at hann fór ikki at verða spældur.

Nú tvey ár aftan á síggi eg væl, at mangt er at finnast at hesum í mongum lutum, men hevði nakar dugur verið í teaturstýrinum, so hevði tað heldur spælt henda sjónleikin enn tað fjant og fjas, ið ofta hevur komið fram í Havnar teatri um ólavsøkuna, millum annara er at nevna skuggabílæti (!)”

Úr formælinum frættist eisini, at tey ungu, sum komu á háskúla, heldur vildu hoyra føroyskan enn danskan tekst, tá ið lisið varð upp fyri teimum:

”Annars er einans at siga, at hesin sjónleikurin av fyrstu hond ikki varð skrivaður serliga fyri teatrið, men fyri at lesa upp fyri næmingunum, sum við nógv størri ansi lurta eftir føroyskum lesnaði enn eftir donskum.”

Sigrið av Skarði Joensen, dóttir Símunar, gav í 1960 leikin “Vár” út í 2. útgávu. Útgávuforlagið var Ungu Føroyar, og bróðir hennara, Jóhannes av Skarði, skrivaði formælið.

Triðja útgáva er so 6. bindið av heildarsavninum “Streingir, ið tóna”, 2003.

Tað, vit vita, hevur leikurin verið spældur í Gøtu í 1923 og aftur í 1956, heima á Sandi í 1925, í Havn um 1960 (læraraskúlanæmingar), í Kvívík í 1964 og í Haldarsvík í 1971.

 

Turið Sigurðardóttir, professari, hevur í 6. bindi av heildarútgávuni skrivað um leikin:

Vár - ein leikur um andliga og handliga váring

„Sjónleikurin “Vár” eftir Símun av Skarði varð skrivaður stutt eftir aldamótið og er lýsing av einari føroyskari bygd fyri stívliga hálvari øld síðan og tí, ið havt varð á lofti ímillum manna tá. Leikurin er romantiskur og merktur av tí ungdómliga og fríska framfýsni, ið sermerkir teir menn, ið vaktir vóru av føringafelagsandanum, og sum nú ætlaðu av álvara at seta í verk alt tað, ið har varð borið fram. Háskúlin varð settur á stovn í 1899, og Símun av Skarði segði sjálvur, at tá ið hann skrivaði sjónleikin, var tað mest til at lesa upp fyri næmingunum, tí tá var lítið til av føroyskum lesnaði." - Soleiðis skrivar Jóhannes av Skarði í „Formæli" til 2. útg. av sjónleikinum í 1960.

“Vár” varð fyrstu ferð prentaður sum framhaldsleikur í Tingakrossi 1904 og kom sama ár út í bókini “Tveir sjónleikir”, sum prentsmiðja „Fram"s gav út; hin leikurin í bókini var Jákup á Møn eftir Sigrid Niclasen, ein av teimum fyrstu føroysku sjónleikunum, spældur í 1890. Eins og Veðurføst eftir Súsonnu Helenu Patursson og Gunnar Havreki eftir Rasmus Effersøe, báðir spældir í 1889, vóru Jákup á Møn og Vár romantiskir-realistiskir samtíðarleikir; men skjótt vórðu kortini søguligir leikir, ævintýr- og sagnaleikir við yvirlutan í føroysku sjónleikaskrivingini.

Í grein síni um føroyskan sjónleik (Varðin 1925: 42) nevnir Kristin í Geil “Vár” millum aðrar sjónleikir, sum spældir vórðu í ymsum bygdum tíðliga í 20.øld. “Vár” var fyrsti sjónleikur, sum ungmannafelagið á Sandi spældi; tað var um heystið 1925 til frama fyri radio til ungmannafelagið har (Julianna Joensen: Sjónleikur á Sandi. Ritgerðarkapping Fróðskaparsetursins   1992).

Um   1960   leikstjórnaði Bette Rasmussen leikinum í Sjónleikarhúsinum, leikarar vóru læraraskúlanæmingar.

“Vár” kom út í 2. útgávu á forlagnum Ungu Føroyum, sum Sigrið av Skarði Joensen stóð fyri, í 1960. Jóhannes av Skarði skrivaði, sum nevnt, formæli, í útgávuna. Í teirri útgávuni er málið broytt í samsvari við tær broytingar, sum hendar vóru í føroyskum skriftmáli, t.d. snakka broytt til tala, snakk > prát, samfund > samfelag, Sigrid > Sigrið. Í 1. útgávu stendur fremst í 1. parti, at leikurin fer fram „í eini heldur lítlari bygd norðarlaga á Eysturoy", hetta er ikki við í 2. útgávu og heldur ikki í hesari.

Eins og “Veðurføst”, “Gunnar Havreki” og “Jákup á Møn” høvdu gjørt, pallsetur “Vár” partar av tjóðskapar- og framburðsstevnumiðunum. Leikurin fer fram á garðinum hjá Ólavi og Onnu, og høvuðshendingin er, at dóttir teirra Sigrið og hin ungi bóndin Sjúrður av Toftum finna saman. Eins og í klassiskum skemtileikum verður henda fyrimyndarliga kærleikssøgan endurtikin í skemtingarsomum líki sum kærleikssøgan millum ta deilandi arbeiðskonuna Marin og tann svartskygda træsmiðin Hanus. Eyðvitað eru tað í báðum kærleikssøgunum meinboðar og misskiljingar, sum mugu beinast av vegnum, men trupulleikarnir eru av tí lættara slagnum. Gjøgnum leikin gongur umrøða um framburð og gróður, ikki minst í landbúnaðinum. Høvuðsumboðið fyri henda táttin er bróðir Sigriðar, Haraldur, sum er á landbúnaðarskúla í Noregi, men kemur heim í 4. parti, til reiðar at fara undir at endurbøta jarðarbrúkið á garðinum. Málspurningurin er bara óbeinleiðis eitt evni í leikinum: Hanus træsmiður vísir, hvussu afturhaldssamur og bangin fyri broytingum hann er, tá ið hann minnir á „broytingina" og stríðið, sum stóðst av henni - sum kunnugt var „broyting" ein stavseting, ið Føringafelag samtykti í 1895, men sum bara varð nýtt í stutta tíð; hon bygdi á stavseting Hammershaimbs, men var nærri úttaluni, t.d. vóru y og ý skrivað i og í. Búnaðarfrøðingurin Haraldur sópar ávaringina hjá Hanusi til viks við orðum hjá ungum kollveltingarmanni:

“Hvat hevur tann broytingin at týða! Vit mugu gera størri brongul enn so. Her á landi er so mangt, sum ikki kann vælast um; vit tveita tað bara burtur og seta spildurnýtt aftur í staðin.” (Fimti partur)

Ein onnur tilsiping í leikinum til samtíðina er, at tað var royndarjarðarbrúkið í Kirkjubø, sum gjørdi, at Haraldur fekk hugskotið til at fara til Noregs at læra.

Leikurin endar við dansi og kvøðing í tí tvífalda trúlovingargildinum, sum hildið verður. Haraldur er ikki trúlovaður, hann hevur í staðin endurbótararbeiðið at fara undir. Fyrst skipar húsbóndin Ólavur eina rímu um Sigmund Brestisson. Sagt verður, at hann fekk sálarmein, tá ið hann var smádrongur, av at síggja pápa sín dripnan; høvuðsevnið í vísuni er annars kærleikin millum Sigmund og Turið, trúskapur hennara og tann góða uppfostran, hon gav synum sínum. Sigmundur og Turið eru sett fram sum fyrimynd fyri hjún, ið skulu ala upp børn og byggja upp heim, og hetta er tí eins og ein leiðbeining til tað unga parið.

Harnæst verður kvøðið orðaskiftið millum persónarnar, og at enda kvøður tann heimkomni búnaðarfrøðingurin um, at ung og gomul í felag skulu byggja upp og virka fyri framburði. Talan er um at inna andligt stórverk : „Tað er at allir før'ingar/ finna seg sjálvar aftur,// Finna forna frílyndið,/ ið stongt var inni í búri; / finna álit á váran mátt, / sum lá í bjarnadúri.// Hann, ið finnur seg sjálvan aftur/ innast í síni sál, /verður á somu tíð varur við/ eitt prýðiligt endamál." Orðini samtykkja við háskúlahugsanina; váringin, sum tann lærdi búnaðarfrøðingurin talar um, er ikki bara handlig, men hongur óloysiliga saman við andligari menning.

Orðini um at finna seg sjálvan aftur „innast í sínari sál" hoyra saman við einari bjartskygdari menniskjafatan og virðing fyri tí persónliga kenslulívinum, einum hugburði, sum eisini er ávirkaður av modernaðari sálarfrøði. Kenslurnar verða virdar, foreldrini, serliga mamman, leggja dent á, at foreldur mugu vera varin mótvegis kenslunum hjá børnum sínum og ikki krevja at fáa alt at vita, men heldur vera til reiðar at stuðla, tá ið børnini leita til teirra.

Áhugin hjá Símuni av Skarði fyri sálarfrøði, serliga í sambandi við uppaling, kemur eisini fram aðrastaðni, t.d. í søguni „Sálarsótt". Tað tykist vera ein sjálvfylgja, at dóttirin velur sær biðil eftir hjartanum - at biðilin so á allan hátt er ein valamaður og eisini eftir foreldranna tykki, er ikki ringari! Tann modernaða borgaraliga hugmyndafrøðin, ið setur einstaklingin og kenslur hansara ella hennara í miðdepilin, ger her vart við seg. Tað er munur á hesari kærleikssøguni og fríggjarasøguni í “Jákupi á Møn”, har tileggjanin var, at gentan var rík og dugdi at gera mat!

Noreg er høgt í metum í leikinum, sagt verður, at “alt er eitt ættarlið: norðmenn og føroyingar, teir eru sprotnir av somu rót”. Tað lá í føringafelagstíðini at horva til Noregs, til upprunan og fyrimyndina í málstrevinum og ungmannafelagsrørsluni. Í “Vár” kemur yndi til tann norrøna upprunan eisini fram í nøvnunum, sum høvundurin gevur persónunum; tey ungu, sum eiga framtíðina, hava norrøn nøvn: Sigrið, Sjúrður og Haraldur: hini hava tey vanligu bíbliunøvnini Anna, Marin, Stina og Hanus; tó ber bóndin sjálvur navnið á norrøna halgimenninum Ólavi. Málburðurin hjá bóndafólkunum líkist og er ópersónligur men bæriligur. Arbeiðsfólkini Marin, Stina og Hanus hava nógv lívligari og persónligari málburð, og tað er serliga Marin, sum skarar framúr við bersøgnum og myndaríkum máliskum, ikki minst samanberingum, eitt nú “sum ein høvuðsóttarseyður”, “sum smálamb á krossmessu”, “akkurát sum tú hevði tikið ein klíggjastein burtur av hjarta mínum”, “ónosslig og travsut sum ein soppatorva”, “stygg sum vargaseyður”; harumframt tiltøk sum “nú er hurðaslit hjá Ólavi húsbónda”, “rekast undir móðurlærinum”, “títt heingingartræ”, “har er eitt fýrkantað hol fyri tær” - og niðurlagið “Á, hvat verðin er grúilig at liva í!”. Alt hetta ger, at skemtið í leikinum er mest knýtt at Marini; men atburður og málburður hjá vingliskøltinum Hanusi vekja eisini látur hjá bóndafólkunum - og áskoðarunum.

Tann lætta dámin, dansin og kvøðingina, hevur “Vár” í felag við fleiri av elstu leikunum. Men hann er idealistiskari, eingir skuggar falla á persónarnar, ið samdir bera hugsjónirnar um andligt og handligt tjóðarvár. Og sjónleikurin hjá háskúlastjóranum setur ungdómin í miðjuna sum framtíðarálit.

 

To top

Heimildir

Dahl, Árni: “Bókmentasøga II”, Forlagið Fannir 1981

Handritasavn á Føroya landsbókasavni E 314 a-b. Leikur “Vár” hevur frámerkið a; b-uppskriftin er leikurin “Jákup á Møn”, sum Sigrid Niclasen skrivaði (LEIKRIT 2). Jóhannes av Skarði gav Landsbókasavninum handritini 12/11-1993

Joensen, Sigrið av Skarði: “Vár” 2. útg. Ungu Føroyar 1960

Sigurðardóttir, Turið: “Vár – ein leikur um andliga og handliga váring”. Streingir, ið tóna VI, Forlagið Fannir 2003

Sigurðardóttir, Turið (ritstj.): “Streingir, ið tóna”. Ritverk Símunar av Skarði I-VII. Forlagið Fannir 1998-2004

Skarði, Símun av og Niclasen, Sigrid: “Tveir sjónleikir”, 1904

Skarði, Símun av (legði til rættis): “Jóla- og nýggjársbók” 1903-06

Skarði, Símun av (blaðstj.): “Ungu Føroyar”, 1907-15

Skarði, Símun av (blaðstj.): “Dúgvan”, 1927-28

Skarði, Símun av (saman við Jákupi Dahl): “Jólasálmar og morgun- og kvøldsálmar”, 1913

Tingakrossur nr. 17-20, 1904

 

To top

Summary

According to Símun  av Skarði himself he first wrote the play “Vár” (“Spring”) in order to have some reading material in Faroese to read aloud to his young pupils at the newly founded folk high school (1899).

Together with Rasmus Rasmussen (1871-1962), the author of the play, Símun av Skarði (1872-1942) founded the folk high school as a direct result of the newly found Faroese national consciousness. This awakening was kindled by the same movement in the neighbouring countries at the time. There people had become aware of the values of their own nation and not least of their own language.

The play takes place at a farm where the daughter,  Sigrið, and a farmer’s son, Sjúrður, from another village form an attachment. Parallel to this love story runs another comic love story between a hot-tempered housemaid and a hopelessly pessimistic carpenter. Both couples have their trials and tribulations to overcome before they all reach a happy ending crowned by the arrival of Sigrið’s brother. He has been away to Norway, where he has attended an agricultural school thus enabling him to improve the farm at home.

The title of the play “Vár” (“Spring”) points towards a bright future not only for the two couples, but also for the entire  Faroese nation. Thus the play reflects a very optimistic period of Faroese history.

 

To top