Skip to main content

Aligast

 

how to start an college application essay dissertation on slum redevelopment authorityC.

 

CCF 106-I C

TSB D 387

 

1 Karlamagnus droymdi,

tað homum illa sømdi.

 

2 Karlamagnus droymdi svá,

at hann skuldi at stjala gá.

 

3 “Hvat skal slíkt í dreymar bera,

at eg skal ein tjóvur vera?

 

4 Heintið mær tjóvin Alikast,

eg veit tann tjóvin allarbest!”

 

5 Inn kemur Alikast fram fyri borð:

“Náðugi harri hevur sent mær orð.”

 

6 Tú skalt mær tann saðil stjala,

Gjótrúgv førdi frá sínum faðir.”

 

7 “Skal eg hann stjala, og skal eg hann fjala,

sjálvur skalt tú við mær fara.”

 

8 Karlamagnus reið so harða,

allir skulvu garðar.

 

9 Alikast reið so tvistur,

ikki rørdist kvistur.

 

10 Karlamagnus múrin breyt,

Alikast ígjøgnum kreyp.

 

11 Alikast steig í loftisriv,

allar skóru bjøllur við.

 

12 Svaraði vív í seingini lá:

“Hví ringla várar bjøllur svá?”

 

13 “Hetta eri eg Hemingur hestasvein,

at skoða tygara saðil rein.”

 

14 “Tú skoðar tað væl, tú gert tað svá

í morgin skulu vit ríða á.

 

15 Vit vilja ríða til tinga,

Karlamagnus at binda.”

 

16 Svaraði vív, í seingini lá:

“Krist gávi, mín bróðir lýddi á.”

 

17 Ikki fekk Jøttrik tíð at sjá,

at Karlamagnus undir hans songum lá.

 

18 Hann sló hana høgg undir kinn,

blóð dreiv niður á skarlaksskinn.

 

19 Hann sló hana við fingurgull,

Karlamagnusar handskar full.

 

CCF 106-I C

TSB D 387

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [9].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 3

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 24. bind, s. 15.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Daniel Joensen, Dánjal við Gjógvará  (1789-1855), Vági, 1848